Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 205 - 24. oktober 2006 Í dag sjálvan ST dagin verður Meginfelag Teirra Brek­aðu, MBF, 25 ár, og dagurin verður, sum vera man hátíðarhildin. MBF hevur veruliga orsøk til at há­tíð­arhalda dagin, tí MBF hevur havt ómetaliga stór­ an týdning í føroyska samfelagnum. Um árskiftið í fjør settu lesarar okk ara jaligt fokus á MBF við at kjósa forkvinnuna í MBF til ársins kvinnu. MBF er eitt meginfelag, ið fevnir um 25 limafelag. MBF er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga og hevur MBF til endamáls at bøta um støðuna og livikorini í samfelagnum, hjá teimum, ið bera brek. MBF arbeiðir fyri líkarætti og hevur í hesum høpi í ár varpað ljós á atkomuleika til almennar bygningar. Sum lesararnir munnu gita, so er støðan syndarlig. MBF hevur leingi gjørt vart við, at grundarlagið und­ir øllum handikapparbeiði og treytin fyri ein­ um góðum samfelag er, at øll menniskju hava sama virði. Eitt samfelag hevur ábyrgd av øllum borg­ar­ um. Myndugleikarnir hava økisábyrgd (sekt­ or­ansv­ar­ lighed), har mál verða viðgjørd á røttum stað. Mann­ a­gongdin eigur at verða tann, tá tað snýr seg um mál hjá teimum, ið bera brek. Fólk, ið bera brek, ynskja ikk i frammíhjárættindi, men somu møguleikar sum øll onnur. Saman við limafeløgum sínum, og øðrum felagsskapum, arbeiðir MBF fyri at vísa á og loysa samfelagsligu trupulleikarnar hjá brekaðum. MBF krevur líkarætt uttan mun til førleika. Vit krevja, at fólk, ið bera brek, ella avvarðandi teirra, eru við í øllum avgerðum, sum viðvíkja teimum. Hetta eru so sjálvsøgd krøv í einum nútímans fólkaræði, at tað átti næstan ikk i at verið neyðugt at sett tey fram. Samanhald og solidaritetur eru sjálvsøgd virði hjá meginfelag sum MBF. Víst verður á, at øll menniskju hava tørv á felagsskapi, Tí skal samfelagið vera lagað soleiðis, at øll hava møguleika at taka lut í tí, sum fer fram í samfelagnum. Solidaritetur er áhugin fyri tí einstaka borgaranum og viljin at arbeiða fyri rættvísi og líkarætti. Við at bøta um samfelagið eru vit við til at bøta um umstøðurnar hjá tí einstaka. Eisini spurn­in­g­ urin um fólkaræði hevur av góðum grundum felagsins stóra áhuga. Felagið sigur, at í demokratiskum sam­ felag eiga øll menniskju at hava møguleika at fremja sínar hugsjónir og síni sjónarmið. Har fólk, ið bera brek, ikk i hava møguleikan at gera seg galdandi eins og onnur, er fólkaræðið ikk i til staðar. Fólk, ið bera brek, krevja, at samfelagið verður ment soleiðis, at øll kunnu taka lut. Tað er ein sjálvfylgja, at fólk, ið bera brek, eru við í menningini av samfelagnum. MBF hevur megnað at flyta samfelagið ein góðan tein tann rætta vegin. Men enn er drúgvt á mál, og vit ynskja tí felgnum, leiðsluni og øllum limafeløgunum góða eydna við teirra týdningarmikla virksemi. Sosialurin MBF 25 ár í dag Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Dimmalætting hevði í gjár eina greining av fíggjarstøðuni hjá kapp­ingarneytanum, Sos­i­alinum. Av tí at henda »greining« var so burtur úr vón og viti, hesar við­merk­ ingar: Tað er sera áhugaverdur lesn­ að­ur, tá fjølmiðlarnir viðgera vinn­uvirki, greina roknskapir og greiða vanliga lesaranum frá, hvussu fíggjarstøðan hjá ávísum vinnuvirkjum er, tí roknskapir eru fyri flestu fólk sera torskildur lesn­að­ ur. Á Dimmu er blaðmaður, sum eft­ir øllum at døma serliga hev­ur lagt seg eftir hesum, og í gjár tók hann Sosialin undir luppin. Men tað er synd at siga, at lesarin gjørdist klókari upp á fíggjarstøðuna hjá Sosialinum – tí tú skalt gera tær stóran ómak fyri at grugga viðurskiftini meira, enn tað sum Dimmalætting í hesum føri leggur teiga­ pláss til. Blaðið kemur (eins og út­varp­ið um vikuskiftið) sum ketta upp úr høvd­a­ trog og staðfestir, at Javn­ að­ar­flokk urin fekk 10 mió kr fyri feløgini, sum eru knýtt at Sosialinum. Hetta var frammi longu tíð­liga í summar, tá málið varð lagt fyri Landsstýrismálanevnd Løg­tingsins. Í greinini filosoferar blað­ mað­­ur­in um, hvussu vit sum leiða Sosialin megna at gjalda ta skuld aftur, sum vit hava sett okk um í til tess at keypa blaðið. Hann hevur funnið fram til, at blaðið hevur eina eg­in­ogn upp á 1,9 mió kr. Síð­ani filosoferar hann víð­ari um, hvussu feløgini vórðu skrúvað saman fyrst í nítiárunum, tá rakstur og bygningur vórðu koyrd í hvør sítt felag. Hann hev­ ur eisini roknað uppá, hvussu stórt yvirskotið hev­ur verið seinastu fýra árini fyri síðani at staðfesta, at nýggju eigararnir hava rindað fimmfalt fyri tað, sum fyritøkan er verd! Her er tað, at tað halt­ ar við journalistiska rann­ sókn­ ar­­ar­­beið­i­num. Tí hó­ast tað kundi verið ein ynsk­ i­dreym­ur, at tað stóð so illa til hjá Sos­i­alinum, so er hetta kortini so langt frá veruleikanum. Tí sum tað er sagt so ofta, so er talan um tvey feløg og tveir roknskapir. P/F Miðlafelagið og Føroya Tele keyptu Sp/f Sosialin og Sp/f Húsið frá Føroya Javn­aðarflokk i fyri 10 mió kr. Miðlafelagið, sum 14 starvsfólk og leiðsla á Sos­ i­al­inum eiga, eigur 66%, með­­an Føroya Tele eigur 34% av báðum feløgunum. Saml­aði eginpeningurin er ikk i 1,9 mió kr, men 5,6 mió kr. Tað er ein himmalvíður mun­ur á at keypa eina fyri­ tøku fyri fimmfalt virði og so fyri knapt tvífalt virði. Eitt er tað, at ein mið­il í hesum føri ber ó­sann­ar upplýsingar um fíggj­ar­ støð­una hjá kapp­ing­ar­neyt­ a­­num – vit skulu nokk klára at svara aftur, men Dimmalætting kann koma øðrum vinnuvirkjum og vinnulívsfólki sera illa fyri, tá so ógreiðar og so ó­fullfíggjaðar analýsur verða gjørdar – tá var tað betur ógjørt. Margháttlig búskapargreining í Dimmalætting nevndarformaður í P/F Miðlafelagnum eirikur Lindenskov Í grein í Dimmalætting í gjár viðger blaðið fíggjarstøðuna hjá kappingarneytanum, Sosialinum. Búskaparliga greiningin hjá blaðnum er kortini so burtur úr vón og viti - og fleiri milliónir krónur við síðuna av veruligu støðuni Høvuðstøl (tkr.) Sp/f Sosialurin 2005 Úrslit 542 Eginpeningur 1.914 Sp/f Húsið Úrslit 630 Eginpeningur 3.873 Samanlagt Úrslit 1.172 Eginpeningur 5.787 Ognarviðurskifti P/F Miðlafelagið *) 66% P/F Telefonverkið (Føroya Tele) 34% *) Leiðsla og starvsfólk á Sosialinum