Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2006 13 Kistan við Poul Sigurd Nielsen í Trongisvági, ættaður úr Fámjin, fer úr kapellinum á Suðroyar Sjúkrahúsi, mikukvøldið kl. 18 í Tvøroyar kirkju. Jarðarferðin verður úr Tvøroyar kirkju hósdagin kl. 14. Sálmabókin verður nýtt. John (Jon) Haraldsen, Vestmanna andaðist í heimi­num sunnudagin 22. oktober, 43 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 25. oktober. Crispinus, deyður umleið ár 300. Hann og bróðurin Crispinus flýddu úr Róm undan Diocletiani keisara, og búsettust sum skósmiðir í Soissons á Fraklandi. Men tá kom upp, at teir vóru kristnir menn, vórðu teir tiknir av døgum. Dagurin í morgin 20. oktober andaðist Sofus Olsen eftir stutta sjúkralegu. Sofus, sum hevur givið okkum so nógv – góð ráð innlendis og gott samskifti úteftir – listini hollur stuð­ul og ikki minst heimbygdini Sandi við stórfingnu seinastu gáv­ uni – listasavninum. Sofus var gløggur, vandin og reiðiligur. Hann var treiskur og stoltur, ein góður stoltleiki, sum við sær førdi vandni og høg góðskukrøv til alt, sum hann tókst við. Erligur var hann, og bersøgin kundi hann vera, og so var hann lítillátin og trúgvur sum fáur. Foreldur míni og Sofus vóru vin­ fólk, og tí havi eg kent hann, síðan eg var smágenta. Eg havi nú ansað listasavni Sofus­ ar heima á Sandi, síðan tað læt upp í summar. At ansa hesum vakra savni er mær ein sonn frøði. Listin, sum enn er komin, er útvald góð, og bygningurin friðsælur, ljósur og vakur. Har er gott at vera, og gott var, at Sofusi untist at síggja savnið virka. Sofus, tá ið tíðindini um ætlan tína at byggja okkum sandingum og før­oyingum øllum listasavn heima á Sandi, ætlaði eg at skriva tær nøkur orð alment, men eg himpraðist, júst tí at tú vart sum tú vart, vóru vit, øll sum kendu teg, varin, tí eingin vildi gera nakað, sum tær kanska ikki dámdi, skuldi tað vera, skuldi tað vera púrasta í ordan. Havi hugsað um tað seinni, men ikki fyrr enn nú, eg ikki fái orð á teg aftur, geri eg tað. Tíbetur havi eg kortini havt høvi at siga tær tað. Gávan tú hevur givið kann ikki metast ov høgt, listasavnið hevur virði, sum bara veksur, og upp­ alingarvirðinum, sum hetta savnið fer at hava, ivist eg ikki í. Takk góði Sofus fyri, at tú gjørdi hol í sjógv við at lata okkum stórfingna savnið eftir Gunhild og teg. Sofus var tilkomin maður, tá ið hann giftist, og Gunhild og hann áttu ikki børn saman. Men hann hevur ikki verið einsamallur - so langt frá. Hann var sjálvandi góður við øll Gunhildar, og ommubørn henn­ara vóru hansara abbabørn, eins og hann var »abbi« hjá lang­ommu­ børnunum, og so var hann ikki minst familjukærur, so øll, sum varðaðu av systkjum hansara, hevði hann eisini serligan tokka til, og tey kanska eina mest Annika og Marianna hava verið honum hjálp og stuðul, nú hann eldist og búði einsamallur. Tykkum øllum hava vit samkenslu við. Vit eru mong, sum fara at minnast Sofus við virðing og takksemi. Súsan Sofus farin Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi og abbi okkara Poul Sigurd Nielsen Trongisvágur, ættaður úr Fámjin andaðist leygardagin 21. oktober, 85 ára gamal á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Kistan fer úr kapellinum á Suðroyar Sjúkrahúsið, ónskvøldið 25. oktober kl. 18.00 í Tvøroyrar kirkju. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju tórsdagin 26. oktober kl. 14.00. Sálmabókin verður nýtt. Familjunnar vegna Páll og Alvi Sangløta á Viðareiði Nú undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar er komin, opn­ ar hetta fyri møguleikum, sum fyrr vóru heldur enn ikki tvørligir at gjøgnum­ føra. Komandi leygarkvøld 28. oktober kl. 19.30, verður sangkvøld í Saron á Viðar­ eiði, har øll eru vælkomin. Áherðsla fer serliga at vera løgd á góðan felagssang við góðum spæli afturvið. Sungnir vera sangir, sum hava verið sungnir gjøg­ num nógv ár. Eisini verður pláss fyri nýggjari sang­um. Hóast áherðsla fer at vera løgd á felagssang, so letur ein av fyrireikarun­um, Jóannes S. Hansen, okkum vita, at støðgað verður á onkuntíð, har solistar og onnur vitjandi koma at syngja. Aftaná sangløtuna bjóð­ ar samkoman í Saron til drekkamnunn.