týsdagur 24. oktober 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 205 - 24. oktober 2006 ]
SAMBAND
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
ítróttur
Vit taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu
langt tað røkkur, sigur Randi Larsen hjá ÍF.
Fram og ÍF hava enn
vunnið allar sínar
dystir í mansdeildini.
ÍF hevur tríggjar
sigrar, meðan Fram
hevur tveir. SÍ fekk
sín fyrsta sigur í
vikuskiftinum, tá
teir vunnu trygt á
Nøvuni, sum enn ikki
hevur vunnið eitt sett
í bestu mansdeildini.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
ÍF og Fram stevna beint
ímóti fremstu plássunum
í
meistaradeildini
hjá
monnum. Eftir dystirnar í
vikuskiftinum eru hesi bæði
lið framhaldandi ósigrað.
ÍF hevur nú tríggjar sigrar
eftir ein sannførandi sigur á
Fleyr í gjárkvøldið, meðan
Fram eisini vann ímóti
Fleyr í sínum dysti hetta
vikuskiftið.
SÍ tykist vera komið í
gongd, tá teir vunnu sín
fyrsta dyst fríggjakvøldið.
Mótstøðuliðið var Nøvan,
sum ikki hevur víst serliga
styrki seinasta árið. Sigurin
hjá sørvingum var eisini
sera sannførandi.
SÍ kom í gongd
Fríggjakvøldið
vóru
tveir dystir á skránni
í
meistaradeildini
hjá
monnum. Fyrri dysturin
var í Sørvági, har SÍ tók
ímóti Nøvuni.
Her var ongantíð nakar
ivi um, hvat var betra liðið.
SÍ hevur ikki havt eitt gott
kappingarár higartil í ár.
Teir taptu sínar fyrstu tveir
dystir, so nú høvdu teir
veruliga brúk fyri einum
sigri. Hetta gjørdist heldur
ikki tann stóri trupulleikin
ímóti einum veikum Nøvu-
liðið.
Fyrsta
settið
vunnu
sørvingar trygt 25-12, og
henda gongdin helt sær
at kalla allan dystin. Í
øðrum setti vunu teir aftur
stórt, tá úrslitið gjørdist
25-13. Somu lagnu fingu
menninir Nøvu-leikararnir
í triðja setti, tá teir aftur
máttu lúta 25-13 fyri einum
vælleikandi SÍ-liðið.
Í hinum dystinum tók
ÍF ímóti Mjølnir í einum
dysti, sum á pappírinum sá
sera spennandi út. Mjølnir
fekk betru byrjanina, tá
teir vunnu fyrsta sett tepurt
24-26. Í øðrum setti var
alt vent á høvdið. ÍF’arnir
vundu burturúr Mjølni, og
úrslitið hetta settið gjørdist
25-14 til fuglfirðingarnar.
So svaraðu klaksvíkingarnir
aftur. Í triðja setti vunnu teir
tryggan 19-25 sigur á ÍF.
Hvat hendi eftir tey fyrstu
trý settini er ilt at meta um.
Men eftir hetta stóð ÍF á
øllum. Teir hølvaðu Mjølnir
av í fjórða setti, 25-16, og í
fimta og avgerandi settinum
fingu klaksvíkingarnir aftur
bank. Hetta settið vann
ÍF 15-5, og sostatt vóru
teir enn ósigraðir í bestu
deildini.
Fram næsta sigur á rað
Leygardagin
var
aftur
ein dystur á skránni í
meistaradeildini
hjá
monnum,
tá
bæði
havnarfeløgini
brustu
saman. Áðrenn henda dystin
vóru bæði liðini ósigrað,
men henda dagin var Fram
sterkari enn Fleyr.
Fyrsta settið vunnu teir
19-25, men leikararnir hjá
Fleyr svaraðu skjótt aftur.
Teir vunnu annað sett 25-
20, og so var dysturin aftur
púra opin. Eftir hetta var
Fram tó ov sterkt fyri Fleyr,
og teir vunnu síðstu tvey
settini trygt. Triðja sett
endaði 21-25, meðan fjórða
og síðsta sett endaði við
stórsigri til Fram. Úrslitið
var 14-25.
Sostatt mátti Fleyr taka
til takkar við sínum fyrsta
tapi, meðan Fram nú hevur
vunnið sínar fyrstu tveir
dystir.
ÍF í hopla
Eftir
dystirnar
um
vikuskiftið høvdu Fram
og ÍF lagt seg á odda í
meistaradeildini
hjá
monnum. Tey vóru bæði
ósigrað eftir tveir dystir,
meðan Fleyr, Mjølnir og SÍ
høvdu tvey stig.
Í gjárkvøldið skuldi ÍF
so enn einaferð í dyst,
tá teir tóku ímóti Fleyr á
Kambsdali. Hesin dysturin
var ikki serliga væl spældur.
Nógvir tekniskir feilir vóru
í dystinum, samstundis sum
leikferðin væl kundi verið
hægri.
ÍF var tó betra liðið at
kalla allan dystin, og teir
vunnu eisini ein tryggan
sigur. Fleyr kom tó betri í
gongd, tá teir vunnu fyrsta
sett 23-25. Men so tók ÍF
yvir, og teir vunnu næstu
trý settini trygt. Annað sett
endaði 25-17, triðja sett 25-
21 og fjórða sett 25-19.
Vit frætta úr Fuglafirði,
at sigurin var fult uppiborin,
men at dysturin ikki var
serliga góður.
Eftir
dystirnar
í
vikuskiftinum er ÍF á odda
við fullum stigatali. Fram
hevur eisini fult stigatal,
men teir hava spælt ein dyst
færri enn hini liðini. Sum
gongdin hevur verið hesar
dystirnar, so er nógv sum
bendir á, at ÍF og Fram
fara at berjast um fremstu
plássini. Tað er tó lítil ivi
um, at onur lið eisini fara
at blanda seg í oddin, men
hesi liðini mugu fáa fleiri
stig á stigatalvuna, um hetta
skal lata seg gera.
KÍ nýggjan
hjálpar
venjara
KÍ hevur
sett nýggjan
hjálparvenjara
til komandi
kapp ingarár. Talan
er um Eyðum
Klakstein, sum í
nógv ár hevur leikt
á besta KÍ-liðnum.
FOTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tony Paris heldur fram
sum
høvuðsvenjari
hjá KÍ, og hann fær
næsta árið Eyðun sum
hjálparvenjara.
Eyðun Klakstein er 33
ára gamal. Hann hevur
spælt fótbólt á besta lið
num hjá KÍ í nógv ár, og
seinnu árini hevur hann
eisini verið venjari hjá
yngri liðum í felagnum.
Eyðun hevur seinasta
hálvtannað árið verið
ungdómsvenjari
hjá
KÍ, og hann tekur í
løtuni hægstu venjaraút
búgvingina hjá Fótbólts
sambandinum.
- Vit eru sera fegin um,
at vit hava fingið Eyðun
sum hjálparvenjara hjá
Formulaliðnum. Eyðun
hevur drúgvar royndir
sum spælari, og hann
hevur seinnu árini eisini
víst sínar dygdir sum
venjari, sigur Palli Ziska
son, stjóri í sp/f KÍ.
Fram og ÍF enn ósigrað
Menninir hjá ÍF hava lagt
seg á odda hjá monnunum,
tá teir í gjárkvøldið vunnu
tryggan sigur á Fleyr. Teir
hava vunnið allar sínar
dystir, og tað tykist, sum ÍF
og Fram stevna beint ímóti
oddinum í meistaradeildini
hjá monnum.