týsdagur 24. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 205 - 24. oktober 2006 ]
ÍF vann tveir dystir
hjá meistaradeild
kvinnum í vikuskiftin
um. Hetta hevur fyri
bils tryggjað teimum
eitt fyrsta pláss. SÍ
fekk eisini sín fyrsta
sigur, meðan Mjølnir
enn er uttan stig.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Kappingin hjá meistaradeild
kvinnum tykist javnari í
ár enn nakrantíð áður. Øll
liðini vinna sett í hvørjum
dysti, og øll liðini kunnu
taka stig frá øllum. Hetta
vísir
fyribils
gongdin
í
meistaradeildini
hjá
kvinnum.
Hetta vikuskiftið háttaði
seg tó soleiðis, at ÍF, sum
var uttan sigur áðrenn
vikuskiftið, nú er oddalið
í bestu kvinnudeildini.
Saman við TB hava tær
lagt seg heilt fram í oddin,
men munurin á liðunum
er so lítil, at um antin KÍF,
SÍ ella Dráttur vinna tann
dystin, sum tær hava færri
enn ÍF og TB, so eru tær
eisini javnar í stigum við
oddaliðini.
Einasta liðið, sum enn ikki
er komið á stigatalvuna, er
Mjølnir. Tær hava myndað
oddin
í
kvinnudeildini
í nógv ár, men í ár eru
fleiri ungar komnar aftur
at hópinum. Hesar skulu
spælast inn á liðið, og tí
skal nakað av tíð til, áðrenn
Mjølnir fer at blanda seg í
oddin.
Gott vikuskiftið hjá ÍF
ÍF hevði eitt sera gott
vikuskiftið. Tær spældu
tveir dystir og vunnu
báðar rættiliga trygt. Fyrri
dysturin var ímóti Mjølni
á Kambsdali, og her fekk
ÍF eina góða byrjan. Fyrsta
settið vunnu tær tepurt
25-23, meðan annað sett
gjørdist nakað tryggari.
Her vunnu tær 25-20. Í
triðja setti kom Mjølnir tó
betur við í dystin, og eftir
at liðini høvdu fylgst at
stóran partin av settinum,
so megnaði Mjølnir at
vinna 23-25.
Hetta setti ÍF undir eitt
ávíst trýst. Mjølnir hevði
fingið trúnna uppá, at
tær kundu vinna dystin
og stríddust tí væl fyri
møguleikanum. Fjórða sett
bleiv líka sum triðja sett.
Liðini vóru at kalla púra
jøvn, men at enda fekk ÍF
togað seg framvið Mjølni.
Hetta settið endaði 26-24,
og sostatt hevði ÍF vunnið
ein javnan og spennandi
dyst 3-1.
Ein annar dystur var eisini
á skránni leygardagin, tá
KÍF vitjaði á Tvøroyri. Hesi
bæði liðini høvdu vunnið
teirra fyrsta dyst, og tí var
lagt upp til toppdyst í høllini
í Trongisvági. Kvinnurnar
úr
Kollafirði
byrjaðu
dystin væl, og tær vunnu
fyrsta sett 22-25. Men so
stóð fullkomiliga stilt hjá
KÍF. TB tók yvir dystin,
og næstu tvey settini vann
TB trygt 25-18 og 25-18.
Í fjórða setti var eitt sindur
størri spenningur, men enn
einaferð var TB drúgvara
liðið, og hesaferð vunnu
tær 25-21. Sostatt hevði
TB vunnið fult stigatal eftir
tveir dystir.
Sunnudagin skuldu bæði
ÍF og TB aftur í dyst, tá júst
hesi bæði liðini møttust á
Kambsdali. TB hevði fult
stigatal, meðan ÍF var tvey
stig aftanfyri eftir teirra
sigur á Mjølni leygardagin.
Henda dystin var ÍF betra
liðið. Fyrsta settið var sera
spennandi og javnt, men
endaði við einum 25-23
sigri til ÍF. Í øðrum setti
vísti ÍF veruligan klassa,
tá tær hølvaðu TB av 25-
17. Nú stóð illa til hjá TB,
men tær hildu fast í vónini
í triðja setti. Ilt er at meta
um, hvat hendi, men liðini
vóru hamskift hetta settið.
Nú var túrurin komin til
TB at hølva ÍF av. Úrslitið
gjørdist 25-15.
Hetta vildu kvinnurnar
úr Fuglafirði tó ikki hava
sitandi á sær, og tær gjørdu
aftur bart í fjórða setti og
vunnu 25-15. Sostatt vann
ÍF báðar sínar dystir hetta
vikuskiftið, og nú hava tær
4 stig á fremstu rók.
Brak í Vágunum
Síðsti
dysturin
hetta
vikuskiftið
var
grannadysturin
ímillum
Drátt og SÍ á Giljanesi
sunnudagin. Dráttur hevði
vunnið sín fyrsta dyst
móti ÍF, meðan SÍ hevði
tapt í Kollafirði. SÍ skuldi
sostatt royna at koma á
stigatalvuna, meðan Dráttur
við einum sigri kundi koma
á fram á fremsta pláss.
Tað sást týðiliga í fyrsta
setti, at bæði liðini vildu
vinna, og tey fylgdust væl
at kalla alt settið. At enda
eydnaðist SÍ at vinna 25-27.
Í øðrum setti var munurin
væl størri. Aftur var SÍ
sterkara liðið. Hesaferð
gjørdist úrslitið 19-25. Men
so vildi Dráttur eisini spæla
við. Triðja settið vunnu
kvinnurnar hjá Drátti heili
25-14, og so tóktist dysturin
aftur opin. Sørvágskvinnur
vildu tó ikki lova Drátti inn
aftur í dystin, og tær vunnu
fjórða sett 19-25 og fingu
harvið sín fyrsta sigur í ár.
Nú hava ÍF og TB spælt
ein dyst fleiri enn hini
liðini, men mikudagin tekur
KÍF ímóti Drátti, meðan
Mjølnir vitjar í Sørvági.
Aftaná
hesar
dystirnar
fæst enn ein ábending um,
hvørji lið kunnu gerast heilt
sterk í meistaradeildini hjá
kvinnum í ár.
- Taka tað,
sum tað
kemur
Flogbólts
kvinnurnar hjá
ÍF høvdu eitt gott
vikuskiftið, tá tær
vunnu báðar sínar
dystir. Við hesum
sigrunum eru tær
nú komnar upp á
fyrsta plássið.
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Flogbóltskvinnurnar hjá
ÍF hava eftir trý umfar í
meistaradeildini lagt seg
á odda. Í vikuskiftinum
vunnu tær á bæði Mjøl
nir og TB, og hetta hevur
ført tær heilt fram á
fremstu rók.
- Nú vunnu vit tveir
dystir í vikuskiftinum,
og hetta kom sera væl
við. Sjálvt um vit vunnu
á Mjølni, so spældu vit
ikki ein góðan dyst.
Sunnudagin leiktu vit
ímóti TB, og tá var bet
ri. Har var góð ferð í
dystinum, og eg haldi,
at spælið var sera gott til
tíðir, sigur ein av royndu
leikarunum á liðnum hjá
ÍF, Randi Larsen.
Fólk høvdu ikki tær
heilt stóru vónirnar til
kvinnuliðið hjá ÍF, og
Randi Larsen sigur, at
leikararnir ikki endiliga
miðja eftir fyrsta pláss
inum.
- Málið hjá okkum
hevur ikki endiliga verið
at enda ovast. Vit taka
ein dyst á gangin, og so
fáa vit at síggja, hvussu
langt tað røkkur. Sum
heild haldi eg tó, at flestu
av okkara leikarum eru
nøgdir, um vit enda mill
um trý tey ovastu, sigur
Randi at enda.
Helgi á Mallorca
Helgi Dam Ziska er í løtuni við í stórari talvkapping
á Mallorca. Eftir fyrstu trý umførini hevur Helgi
fingið 2 stig. Hann hevur vunnið á tveimum lægri
rataðum telvarum, meðan hann hevur tapt fyri svenska
stórmeistaranum, Piu Cramling, sum er fjórðhægst
rataða kvinna í talvheiminum. Í kvøld skal Helgi
telva ímóti hollendska stórmeistaranum Friso Nijboer,
sum hevur 2641 ratingstig. Hetta er sterkasti telvari
nakrantíð, sum Helgi Dam Ziska hevur møtt. Talvið
kann síggjast beinleiðis á netinum á heimasíðuni http://
www.directe.fcde.org/ret/tfd.htm.
ÍF upp á fyrsta pláss
Úrslit úr meistaradeildunum:
Meistaradeild menn:
ÍF-Mjølnir
3-2 (24-26, 25-14, 19-25, 25-16, 15-5)
Fleyr-Fram
1-3 (19-25, 25-20, 21-25, 14-25)
SÍ-Nøvan
3-0 (25-12, 25-13, 25-13)
ÍF-Fleyr
3-1 (23-25, 25-17, 25-21, 25-19)
Meistaradeild kvinnur:
ÍF-Mjølnir
3-1 (25-23, 25-20, 23-25, 26-24)
TB-KÍF
3-1 (22-25, 25-18, 25-18, 25-21)
Dráttur-SÍ
1-3 (25-27, 19-25, 25-14, 19-25)
ÍF-TB
3-1 (25-23, 25-17, 15-25, 25-15)
Kvinnurnar hjá ÍF vunnu tveir dystir um vikuskiftið, og tær hava tí lagt seg undir liðuna hjá TB í oddinum við fýra stigum. - Vit
taka ein dyst á gangin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur ein av royndu leikarunum hjá ÍF, Randi Larsen.