týsdagur 24. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 205 - 24. oktober 2006
vinnusíðurnar
- Tá ið Niels
Mortensen letur
dyrnar upp í
morginárini,
verður tað til eitt
SMS, sum er nógv
meiri fullfíggjað
enn tað gamla og
har professionellir
handlar og mentan
á høgum støði
skulu ganga hond í
hond og lokka nógv
fleiri fólk niðan í
Sølumiðstøðina
SMS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er ongin ivi um, at
vit lata upp aftur, er tað eitt
meiri spennandi SMS, enn
tað nakrantíð hevur verið.
Tá ið stjórin í SMS, Niels
Mortensen, læsir dyrnar
upp í morgin árini, verður
tað við eini rættiliga góðari
kenslsu, at hann býður
fólkið inn um.
SMS
hevur
fingið
eina umfatandi um- og
útbygging og í dag verða
dyrnar lætnar upp til eitt
nýggja sølumiðstøð, sum
er
meiri
professionell,
meiri spennandi og meiri
fullfíggjað enn nakrantíð.
Ein týðandi partur av
sølumiðstøðini hevur verið
at fáa nógv størri nyttu
burturúr ovastu hæddini og
tað hevur gjørt sítt til at
geva rúmd fyri nýggjum
handlum.
- Vit hava fingið handlar
í SMS nú, sum vit ikki hava
havt fyrr og sum vit hava
manglað. Sostatt hava vit
í dag eitt tilboð til okkara
viðskiftafólk, sum er nógv
meiri
fullfíggjað,
enn
nakrantíð fyrr.
Tilsamans
verða
30
handlar í SMS, nú tað letur
uppaftur.
- Tað, sum er mest spenn
andi í tí nýggja SMS, eru
handlarnir og serliga teir
nýggju handlarnir, sum
koma afturat.
Niels Mortensen sigur, at
hann plagar at vera rættiliga
krittiskur, men her má hann
geva seg yvir.
- Eg eri stórliga bilsin av,
hvussu høgt støðið verður í
handlunum í Sølumiðstøðin
og í nógvum førum er talan
um handlar og merki, sum
standa seg sera væl alla
staðni í verðini, har teir
eru.
Og tað koma fleiri nýggir
handlar í SMS.
Trýarin fær ein stóran
Expert handil, sum selir
sjónvørp
og
alt,
sum
har til hoyrir og stjórin í
SMS himprast ikki við at
siga, at hetta er flottasti
Experthandil, hann nakran
tíð hevur sæð.
Samstundis koma fleiri
handlar við klæðum, bæði
til tey yngru og til tey meiri
tilkomnu.
Vit fáa eisini ein IMERCO
gávuhandil í SMS og tað
hava vit altíð manglað. Vit
fáa somuleiðis eisini ein
Cosméto og har fæst bæði
massasju og øll møgulig
onnur húðrøkt o.s.fr.
Og tann, sum fær hug
at hvíla beinini, fær eisini
ein nýggjan møguleika tí
nú letur eisini ein nýggj
kafé upp í SMS, sum nevn
ist Baresso og har ber til
at fáa ein kaffimunn, sum
er kókaður upp á tann
góða gamla mátan og har
handverkið er sett í hásæti.
Handil og mentan
Men SMS er ikki bara handil,
tí sølumiðstøðin skal eisini
verða ein mentanarpallur
hjá føroyingum. Ì sølumið
støðini hevur altíð verið
eitt torg, sum hevur verið
nógv brúkt til tíðir og tað
er ætlanin, at tað skal ikki
brúkast minni hereftir,
Í hesum sambandi eru
nýggj ljós og onnur útgerð
fingin til vega.
Kitty May Ellefsen er
sett sum býlingsstjóri og
ein av hennara fremstu upp
gávum verður at styrkja
mentanarliga partin í SMS
við ymsum tiltøkum við
dygdarmentan á ymsum
økjum, tað verið seg fram
sýningar og framførslur
av ymsum slagi.
Stjórin í SMS sigur,
at
vónin
er
hendan
heildarloysnin,
sum
Sølumiðstøðin
nú
er
vorðin, fer lokka fleiri
viðskiftafólk
niðan
í
SMS.
- Vit hava ikki sum so
sett okkum nakað mál
fyri, hvussu nógv fólk, vit
vilja hava í SMS. Men vit
vænta avgjørt at fáa fleiri
fólk.
- Sum er, hava vit eini
50.000 fólk í SMS um
vikuna. Vit hava nevnt,
at vit miða eftir at fáa
eini 70.000 at vitja okkum
hvørja viku. Men tað er
ikki hetta talið, sum er so
avgerðandi, tí tað eru ikki
øll tey vitjandi, sum koma
niðan at keypa. Men vit
vænta avgjørt, at talið á
teimum, sum koma í SMS
at keypa, fer at økjast
munandi, nú útbyggingin er
liðug, sigur Niels Morten
sen.
Tað eru ikki bara handl
arnir, sum skulu styrkja
grundarlagið undir SMS.
Viðskiftafólkini
skulu
eisini hava umstøður at
sleppa av við bilin og tann
partin hava tey eisini hugsað
um við tað, at tey hava fingið
fleiri parkeringspláss.
Og við einum fólkagrund
arlagi upp á 70.000 fólk um
vikuna, ber uttan himpr til at
siga, at SMS er hin allarbesti
framsýningargluggi
til
mentanarlig tiltøk í øllum
landinum
Eru við at røkka
markinum
Samstundis, sum SMS er
bygt munandi um og út,
er sølumiðstøðin eisini
fríðkað og gjørd ljósari ov
vinarligari at koma inn í.
- Tað hevur ómetaliga
nógv at siga, at vit hava
fingið útsjóndina við, nú
vit hava bygt um og tað
var eisini ein av høvuðs
uppgávunum hjá arkitekt
inum, sigur stjórin.
Um- og útbyggingin, sum
nú er framd, er endin á eini
útbygging, sum byrjaði fyri
fýra árum síðani.
Vænta 70.000 fólk í SMS um
GPS Plottarar, ekkólodd o.a.
Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo
til stuttleika- & útrórarbátin.
Tel. 35 21 82
Email info@vikmar.fo
Sjúkur laksur
Í Noregi hava myndugleikarnir staðfest sjúkuna PKN
hjá laksi í einari á í Nordlandi, og nógv bendir á, at
sjúkan eisini er at finna í laksi longri suðuri. Tí hava
matvørueftirlitið og náttúrustýrið gjørt av at kanna laksin
í tjúgu áum fyri at fáa staðfest, hvussu víða sjúkan hevur
breitt seg. Í fyrstani varð hildið, at laksur doyði, tí ov lítið
súrevni var í áunum, men kanningar staðfestu, at tað var
PKD, ið er nýrasjúka, sum serliga rakar yngulin.
Landa svart
Í síðstu viku ávaraði altjóða havrannsóknarstovnurin ICES
um, at royndin eftir makreli á okkara leiðum er ov stór, og
at veiðan er ikki burðardygg. Almennu hagtølini siga, at
tað vórðu fiskað 458.000 tons av makreli í fjør, men ICES
hevur varhugan av, at tann veruliga veiðan var tvær ferðir
so stór. Á norska havrannsóknarstovninum verður sagt, at
írar og skotar landaðu nógv meiri, enn teir góvu upp. Einki
verður sagt um Noreg og Føroyar.