týsdagur 24. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
17
vinnusíðurnar
Tá bygdu vit annan enda
um og broytingar eru eisini
gjørdar í niðastu hædd. Nú
er so restin gjørd.
Umbyggingin hevur sjálv
andi darvað virkseminum
nakað, men ikki meir enn
tey høvdu væntað og tað
hevur gingið sum ætlað.
Tá ið hetta er liðugt,
verður farið undir at fríðka
og hampa SMS uttan og
tað arbeiðið verður liðugt
einaferð seint í vár.
Og nú ásannar stjórin, at
møguleikarnir at byggja út
eru við at tømast.
- Eg ivist í um SMS kann
gerast stórt størri enn tað
er nú. Tað er í hvussu so
er ikki nakað, vit hugsa
um nú. Nú ræður um at
fáa hetta liðugt, so fáa vit
at síggja, hvat framtíðin
hevur at bjóða, sigur Niels
Mortensen.
Tað skerst ikki burtur, at
SMS er er ein sølumiðstøð,
sum stendur sterkari og
sterkari í hugaheiminum hjá
fólki, ikki bara í Havnini,
men eisini hjá fólki úti um
landið.
Men hvussu síggja tey
framtíðina hjá miðbýnum
í Havn. Nú SMS letur
uppaftur, eru eisini einir
fýra, fimm handlar í mið
býnum fluttir í SMS og
tað kann tykjast sum um at
hann spakiliga tømist fyri
handlar og lív.
- Vit hava altíð mett SMS
sum ein part í miðbýnum,
tí vit halda, at vit eru mitt
í býnum.
Men hvønn leiklut Áarveg
urin og Niels Finsensgøta
fáa í framtíðar býarmyndini
í Havn, er ringt at spáa um,
heldur hann.
Niels Mortensen ásannar,
at hetta er ein dýr útbygging,
men hvussu nógv hon kost
ar, vil hann ikki siga.
Kortini ber til at siga,
at hetta er sjálvandi eitt
úrslit av, at vit hava havt
blíðan byrð einastu árini og
at vónirnar til framtíðina
eru bjartar.
Men Niels Mortensen
sigur, at tað er neyðugt at
endurnýggja seg fyri at
varðveita eina framgongd,
so framgongd skal til fyri
at kunna endurnýggja seg,
men endurnýgging skal
eisini til fyri at skapa fram
gongd.
vikuna
Talan er kanska
um sterkastu
handilsfyritøkuna
í landinum, sum í
morgin letur dyrnar
upp eftir enn eina
stóra umbygging
Roknskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var annars ikki tað,
sum lá í kortunum, tá
kreppan leikaði harðast á.
SMS var eitt av virkjunum,
sum als ikki megnaði at
svara fíggjarligu skyldur
nar, sum fyrst og fremst
vóru tengdar at stóra hand
ilsbygninginum.
Ein sanering fekk tó
javnvágina í rakstrinum at
koppa rætta vegin, og síðani
hevur tað koryt við fullari
ferð hjá Hans Mortensen og
íslendska Baugur, sum eru
høvuðspartaeigarar í fyri
tøkuni. Kravið til avkastið
var munandi minni eftir
saneringina. Búskaparligi
aldudalurin var um at vera
søga, og fyrstu fimm árini
kundi felagið – eins og
nógvar aðrar av føroysku
fyritøkunum – njóta gott av,
at saneringar undir ávísum
fortreytum vóru skattafríar.
Hetta tí gomul skattlig
hall ikki vórðu mótroknað
í betraðu eginognini, sum
ein sanering gav.
Eginogn á 100 mió
At talan í dag er um eina
sera væl konsolideraða fyri
tøku, er eginognin besta
boð um. Hendan var við
árslok 2005 góðar 101
mió kr., og fyri eina hand
ilsfyritøku í Føroyum er
hetta tal ikki bara stórt.
Men øgiliga stórt. Verður
samstundis lagt aftur, at
felagið hesi seinastu fýra
roknskaparárini hevur útluta
31 mió kr. í vinningsbýti, er
eingin, sum ivast í, at talan í
dag er um góða forrætning,
sum teir báðir Mortensen
feðgarnir stjórna.
Skilnaður varð í 2003
gjørdur
millum
sjálvt
SMS og ognirnar – les
bygningin – í felagnum.
Bygningurin varð seldur
til Fastognarfelagið, sum
SMS upprunaliga átti 90%
av, men har ognarluturin
hjá handilsfyritøkuni nú er
50%.
Og eisini her tykist talan
vera um góða íløgu. Hóast
SMS sjálvt er bundið at
P/F Fastogn við eini árligari
leigu upp á 13 mió kr., so
vil ein slík sundurliðing alt
annað líka gera tað lættari
at seta kreftirnar á rætta
stað í rakstrinum av SMS.
Peningarenslið
gevur møguleikar
Og hóast góðu úrslitini
og stóru eginognina, so er
eisini greitt, at rúm eru fyri
batum í hesum. Rentingin
av eginpeninginum hevur í
sjálvum sær ikki verið so
ovurhonds góð, sum hon
áður hevur verið, og tí skal
talið á botnlinjuni økjast, tí
mett eftir seinastu báðum
roknskapunum
hevði
avkastið verið hægri, um
pengarnir bara stóðu á bók.
Men við einum peninga
streymi upp á meira enn
kvarta milliard er fyrsta
fortreytin tó eisini til staðar.
At peningarenslið er nóg
stórt,
gevur
fyritøkuni
hópin av møguleikum at
optimera raksturin. Ein
av hesum møguleikum er
uttan iva umbyggingin,
sum sjálvandi verður gjørd
av P/F Fastogn, men har
tað ætlandi er SMS sjálvt,
sum fær fremsta ítøkiliga
fyrimunin.
Eginognan hevur
rundað tær 100
P/F SMS
Høvuðstøl (tkr.)
2002
2003
2004
2005
Søla
214.130
234.016
255.197
261.369
Bruttovininngur
45.118
51.650
45.650
42.080
Ársúrslit
10.054
10.874
7.914
4.684
Støðisogn
148.841
54.594
45.799
54.900
Ogn í umferð
24.708
88.145
77.221
79.967
Eginpeningur
732.304
98.705
101.620
101.306
Fíggjarjavnvág
173.549
142.739
123.020
134.867
Lyklatøl
Ognaravkast
10
12
4
1
Eginpeningsavkast
14
11
8
4
Soliditetur
42
69
83
75
Gjaldførislutfall
104
200
361
240
P/F Fastogn
Høvuðstøl (tkr.)
Ársúrslit
4.157
4.693
Støðisogn
206.509
217.457
Skuld
208.825
219.005
Ala tosk á Árnafirði
Um hálvan annan mánað fer Faroe Salmon at ala tosk á
Árnafirði. Ætlanin er at seta umleið 100.000 yngul út.
Yngulin, sum er undan toski av Føroya Banka, hevur
gingið í kørum hjá Fiskaaling. Toskurin á Bankanum
veksur skjótari enn annar toskur, og hjá Faroe Salmon
vænta tey, at tann fyrsti toskurin kann takast um umlið
tvey ár. Roknað verður við, at toskurin fer at viga umleið
fýra kilo tá, um alt gongur, sum tað skal.
(Kelda: Norðlýsið)
Gott ár
Eftir tvey heldur vánalig ár vendi gongdin hjá føroysku
partrolarunum í fjør, og fleiri pør fiskaðu fyri millum 25 og
30 mió. krónur. Í ár er uppaftur betur, og 2006 verður eftir
øllum at døma tað besta hjá føroyska partrolaraflotanum
nakrantíð. Fiskiskapurin hevur verið góður, og prísirnir
hava eisini verið av teimum bestu nakrantíð. Tað sæst aftur
á manningarpartinum, sum hjá teimum bestu fer at liggja
um 600.000 krónur í ár.
(Kelda: Vinnuvitan)
Í dag er SMS nógv meiri spennandi
enn tað nakrantíð hevur verið og
Niels Mortensen, stjóri, er serliga
hugtikin av, hvussu høgum støði
handlarnir eru á.
Mynd: Jens Kristian Vang