týsdagur 24. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 205 - 24. oktober 2006
vinnusíðurnar
Lars Müller:
Førir familju
siðvenjuna víðari
32 ára gamli Lars
Müller verður
eigari av heili fimm
handlum, tá ið SMS
letur upp aftur í
morgin. Sostatt
ger hann veruliga
vart við seg innan
handilsheimin.
Ágrýtni handils
maðurin er sonur
Kára Müller, men
er tó sera ósamdur
við pápa sínum um
handil
Lars Müller eigur skjótt
fimm handlar. Talan er
um handlarnar Skálkur,
Gellan, Sportmaster, Exit
og Jack & Jones. Tað er
ikki tilvildarligt, at allir
handlarnir eru í SMS.
- Eg eri uppvaksin í Havn.
Eg eri eisini uppvaksin í
SMS. Tað var nattúrligt,
at eg skuldi gerast hand
ilsmaður. Tað havi eg altíð
vita. Pápi mín, Kári Müller,
er handilsmaður, og hann
átti klædnahandilin Feðgar,
har ið eg arbeiddi, greiðir
Lars frá.
Feðgarnir ikki eins
Lars heldur, at hann
hevur
fingið
áhugan
fyri handilsvinnuni frá
pápanum. Men annars eru
hann og pápin sera ólíkir
sum persónar. Hetta merkir
eisini mátan, ið teir reka
handil.
- Eg og pápi eru so
grundleggjandi
ósamdir
um, hvussu tú skalt reka
handil. Vit enda altíð í
kjaki um tað. Vit er púra
kontra til hvønn annan í
mongum førum. Men tað
er stuttligt at síggja, at pápi
mín hevði framgongd í
sínari tíð, meðan eg havi
framgongd
við
einum
øðrum leiðsluhátti í dag,
sigur Lars.
Lars fór til Keypmanna
havnar at læra til krambakall
hjá Oxford Clothing og Mr.
12´eren. Í 1994 kom hann
uppaftur og arbeiddi hjá
pápa sínum inntil 2000. Tá
keypti hann Skálk og skuldi
standa á egnum beinum.
- Tvey tey fyrstu árini
gekk alt av skriðuni. Eg
haldi, at eg var ov vanur
at hava eitt bakland í pápa
mínum, og tað var torfært
at leysríva seg frá tí. Men
síðani 2004 hevur gingið
væl hjá okkum, sigur Lars.
Nýggju handlarnir
Í september 2005 lat barna
handilin Exit upp. Tað er
kona Lars Hanna Mohr
Müller, sum rekur hann.
Fyri einum mánað síðani
keypti Lars eisini Sport
master. Nú lata so Jack &
Jones og Gellan upp, og
tað er nakað, sum Lars er
spentur uppá.
- Jack & Jones verður
ein kulur, skjótur handil,
har ið tú fært klæðir til ein
góðan prís. Gellan eru vit
sera spent uppá. Tað hevur
leingi mangla ein ordiliga
feitur damuhandil, og hesin
skal nøkta tørvin. Vit fara at
leggja stóran dent á hendan
damuhandilin.
Millum
merkini, sum handilin fer
at selja, eru Lee, Acne,
Tiger of Sweden, Samsøe
& Samsøe og Puma, sigur
Lars.
Lars greiðir soleiðis frá
um sítt søluástøði:
- Vit ynskja at raka breitt
við okkara vøru. Eisini
leggi eg stóran dent á, at
kundarnir hava tað gott í
okkara handlum. Starvs
fólkini skulu hava tað gott,
tí at tað merkist eisini á
kundunum, um starvsfólkini
trívast væl, sigur hann.
Tilvitaðir føroyingar
Lars metir, at SMS er heilt
greitt besta stað at reka
handil í Føroyum.
- Tað er ikki nóg mikið,
hvar ið tú liggur. SMS er
besta stað í Føroyum. Tó
vilja vit fegin náa úttum
til bygdirnar við at stuðla
ítróttarfeløgum og tílíkt,
vísir Lars á.
Lars
hevur
gjøgnum
árini havt nakrar lærlingar
í sínum handli. Hann metir
sjálvur, at teir eru eini 5-10 í
tali. Hann hevur ikki trupult
við at finna starvsfólk til
sínar handlar. Hann hevur
lagt merki til ein broyting
í brúkarahugburðinum hjá
vanliga føroyinginum:
- Føroyingar eru vorðnir
meira tilvitaðir um teirra
klædnaskáp. Útsølur eru
ikki tað heilt stóra longur,
tí at fólk vilja hava tað
nýggjasta.
Tað
gongur
als ikki longur at keypa
gamla vøru inn og selja
hana. Fólk vilja hava tað
allarnýggjasta.
Hendan
tørvin vilja vit fegin nøkta
við
skjótum,
smartum
handlum, sigur Lars.
Heldur við HB
Til seinast vil Lars heilsa
føroyameistarunum í mans
fótbólti.
- Eg eri HB´ari, og tað vil
eg fegin hava loyvi til, hóast
eg eri leiðari av nógvum
handlum. Eg vil fegin
ynskja teimum til lukku við
føroyameistaraheitinum. Eg
havi nógvar EB/Streymarar
arbeiðandi hjá mær, og tað
hevur mangan verið gott
prát burturúr. Teir hingu tó
ikki so nógv við høvdinum,
tá ið teir komu til arbeiðis
mánamorgunin, sigur Lars
smílandi.
Lars Müller og konan Hanna Mohr
Müller. Lars eigur nú fimm handlar.
Hanna er leiðari í barnahandlinum
Exit
Mynd: Jens Kr. Vang
Aftur við pengunum
Fyri trimum árum síðani varð Dick Grasso koyrdur
úr starvinum sum stjóri á børsinum í New York, eftir
at tað var komið fram, at hann hevði tryggjað sær
sjálvum meiri enn 200 mió. dollarar í løn og pensjón.
Líka síðani hevur statsadvokaturin Eliot Spitzer
arbeitt við málinum, og nú hevur ein dómstólur gjørt
av, at Grosso skal rinda børsinum minst 95 mió.
dollarar aftur. Hann hevur longu boðað frá, at hann
fær at kæra dómin.
Tror á skipasmiðum
Tey seinastu árini hava so nógvir polskir skipasmiðir
leitað sær til Vesturevropa at arbeiða, at nú er stórt trot
á skipasmiðum í Pólandi. Tað hevur havt við sær, at tær
polsku skipasmiðjurnar klára ikki at lata skip til tíðina.
Gongdin kann bíta tær vesturevropeisku skipasmiðjurnar í
halan. Tær hava tørv á polsku arbeiðsmegini, men nógvar
teirra lata sínar skrokkar byggja í Pólandi og noyðast nú at
bíða eftir teimum.
Lars Müller
Aldur: 32 ár
Kona: Hanna Mohr
Müller
Børn: Jákup Mohr Müller
og Rebekka Müller
Handlar: Skálkur,
Jack & Jones, Gellan,
Sportmaster og Exit
Starvsfólk: 27 í tali
FAKTA