Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2006 19 vinnusíðurnar Ikki veiðibann Danski matvøru- og fiskimálaráðharrin, Hans Christian Schmidt, vil ikki hoyra talan um at gera eftir tilmælinum frá ICES um at banna øllum toskafiskiskapi í Norðsjónum. Sambært ICES er stovnurin so illa fyri, at hann tolir als onga roynd. Danski ráðharrin sigur, at eitt bann fer at revsa teir, sum hóast alt hava hildið avmarkingarnar, og tað heldur hann vera skeivt. Tí fer hann til Bruxelles at mæla ES frá at taka undir við ICES. Onga hjálp Tey seinastu tíggju árini hevur italska flogfelagið Alitalia fingið 35 mia. krónur úr italska ríkiskassanum fyri at hóra undan, men nú langar stjórnin hjá Romano Prodi lokið á kassan. Í fjør veitti stjórnin felagnum trygd fyri einum stórum láni, sum sambært leiðsluni skuldi fáa felagið á rætta kós fíggjarliga. Nú vísir tað seg kortini, at felagið hevur størri hall í ár enn í fjør, og tað hevur fingið stjórnina at leggja lokið á kassan. Club 100 telur 14 fyritøkur Tveir bankar, trý flutningsfeløg og gamla skipasmiðjan. Tað eru feløgini, sum saman við almennum partafeløgum og feløgunum innan fiskivinnuna hava rundað tað stóra talið í eginognini Roknskapir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eginognin sýnir fíggjarligu styrkina hjá fyritøkunum, og gevur í nøkrum førum eina góða mynd av søguni hjá hesari. Søguni, tí ein sterk eginogn í sjálvum sær ikki er nakar garantur fyri einum skynsamum rakstri. Men hon gevur eina mynd av, hvussu væl fyritøkan er fyri at taka ímóti teimum bakkøstum, sum altíð vilja koma. Í øðrum førum sigur hetta einki um søguna. Men tað kann siga nakað um, hvussu áhugin fyri at seta pening í fyritøkuna er. Ella hvønn tørv eigararnir meta, at eginpeningurin skal nøkta. Undir øllum umstøðum, so lýsir eginpeningurin munin millum ogn og skuld í felagnum. Og er tí eitt úttrykk fyri tað, sum bókaða virði á fyritøkuni er vert hjá eigarunum. Og mett eftir eginognini eru tær 14 virðismestu fyritøkurnar í landinum hesar. PF/ Føroya Banki 1.086.109 PF/ Føroya Sparikassi 917.330 PF/ Føroya Tele 331.446 PF/ 14 248.357 PF/ Vinnan 210.434 PF/ Tjaldur 181.128 PF/ Smyril Line 176.072 PF/ Vesturvón 159.647 PF/ Vágatunnilin 157.451 PF/ Atlantic Airways 136.880 PF/ Havsbrún 134.436 PF/ Skipafelagið Føroyar 121.334 PF/ Føroya Fiskiídnaður 117.523 PF/ SMS 101.306 Talið og virðið á fiskivunnu­ partabrøvunum á Oslo Børs økir dagliga. Jógvan Hugo Gardar, Oslo. Meir enn 40 milliardir norskar krónur (35,5 milli­ ardir føroyskar krónur) er virðið á fiskivinnu­parta­ brøvunum sum eru skrásett á virðisbræva­mark­naðinum í Oslo, Oslo Børs. Hetta ger samstundis at Oslo Børs er við at gerast størsti markn­aðurin fyri fiski­vinnu­ partabrøv í heiminum. Sambært Dagens Nær­ ingsliv er helmingurin av hesum virðinum Pan Fish-partabrøv. Síðani kemur fyritøkan Austevoll Seafood, ið hevur eitt virðið uppá sjey milliardir. Lerøy Seafood Group er í dag ein rættiliga stór fyritøka, sum ikki longur bara ger fiskapinnar og flak, men sum eisini setir pengar í millum annað aling. Hendan familjufyritøkan er í dag góð fyri 4,6 milli­ ardir krónur. Hinvegin hev­ur ikki alt gingið rættan veg hjá fyritøkuni sum JFK samstarvar við. Aker Seafoods hevur eina tíð ligið og vippa um 1,4 milliardir. Fyritøkan Codfarmers kom í farnu viku uppum 400 milliónir krónir, nakað sum er eitt sindur meir enn tann meir kenda Domstein- fyritøkan. Marine Farms verður mett til 460 milliónir krónur. Og nú verður so bíða eftir fleiri fyritøkum sum Norway Royal Salmon, SalMar og Aker Biomarine hjá Kjell Inge Røkke hevur eisini sett sær fyri at verða skrásett á Oslo Børs. Fiskaluktur á virðisbræva­marknaðinum