týsdagur 24. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 205 - 24. oktober 2006
vinnusíðurnar
Millum nógvu nýggju
handlarnar í SMS
er ein espressobarr,
sum hevur serbúgvið
seg til at borðreiða
alskyns sløg av
kaffi, te, iceblend og
sjokulátu. Talan er
um Baresso, ið hevur
danskan uppruna
við íblásturi úr
Suðurevropu og
Fjareystri
Ein skuldi valla trúð, at
tað ber til at gera stórvegis
hóvasták burtur úr nøkrum
so vanligum sum kaffi.
Tað verður sett út á, og
kaffimaskinan
bryggjar
eftir fáum minuttum, síðani
skonkt og drukkið, meðan
skoytað verður ígjøgnum
nýggjastu tíðindini í dag
sins tíðindabløðum. Fáur
man halda stórvegis ser
kunnleika liggja í kaffi
– tað smakkar væl og
kvikar eitt sindur upp í tí
snimmu morgunstundini,
men í ringasta føri verður
tað mett sum ein óvani at
sutla hetta svarta og beiska
grumsið niður í seg.
Anja Sólstein, leiðari fyri
nýggju
espresso-barrin,
Baresso, í SMS ætlar tað
øðrvísi.
- Hetta er nógv meiri
enn bara ein vanlig kaffi
stova,Vit leggja dent á at tey
vitjandi fáa eina uppliving,
sigur Anja Sólstein og
skoytir upp í:
- Hvør kaffikoppur er
eitt hondverk, ikki bara ein
koppur av kaffi.
Umframt kaffi fæst eisini
te, iceblend, drekkisjokuláta
og ymiskir munnbitar aftur
við.
Espressobarr eitt
óskrivað blað
Baresso er ein av 14
nýggju handlum, sum letur
upp í SMS á fyrsta sinni í
morgin. Og hetta konseptið
hevur ikki sæð dagsins ljós
í Føroyum áður.
Tó
hevur
Baresso-
ketan bert eini 6 ár á
baki, hon varð sett á stovn
í Danmark í 2000. Hetta
hendi tá danska parið
Inger og Kenneth Luciani
vendi aftur til Danmarkar
eftir at hava búð í millum
annað Fjareystri í eini 20
ár. Hugtakið espressobarr
er kent í flestu londum,
men um okkara leiðir og
í Norðanlondum í heila
tikið er hugtakið framvegis
nærum eitt óskrivað blað.
- Ein espressobarr er
hvørki ein café ella ein mat
stova, men eitt stað har tú
gert ein stuttan steðg, tekur
time-out fyri at tosa við vinir
ella starvsfelagar – ella bert
fyri at løða battaríini upp
aftur. Tað kann til dømis
vera á veg til ella frá arbeiði,
í morgunmatarsteðginum
ella í frítíðini, ljóðar boð
skapurin frá Baresso.
Víðari verður sagt á
heimasíðuni hjá
www.baresso.com:
- Tað er umráðandi at
skapa eina atmosferu, ið
er merkt av vinarligari tæn
astu og góðum kørmum
fyri tí lítla time-out’inum
hjá tí einstaka. Vit bjóða
kundanum ein gróðrarblett
saman við kaffi og løttum
rættum við óvanliga høgari
dygd. Vit skapa grundarlag
fyri einum uppibornum
andarúmi í gerandisdeg
num, antin fólk eru til
arbeiðis, strúka avstað við
fullari ferð ella hava valt
at njóta Baresso-vørurnar
heima við hús.
Vørurnar kunnu
takast heim við
Anja Sólstein sigur, at
vørurnar sum fáast til keyps
í Baresso eru eisini vørur,
ið kunnu takast heim við og
njótast heima.
- Flestu vørurnar fáast
bæði at njóta á staðnum og
til at taka heim við. Sjálvandi
eru nakrar avmarkingar við
at gera tað heima, tí vit
brúka serligar maskinur og
útgerð her á staðnum, og
fólkini sum borðreiða hava
serliga útbúgving. Men at
taka heim við er so ein
møguleiki afturat, sigur
Anja.
Prísirnir hjá Baresso í
Føroyum fylgja prísunum
í Danmark, og til dømis
kostar ein koppur av Kaffé-
Latte 34 krónur.
Umframt
kaffi,
sum
Anja kallar sálina hjá
Baresso, fáast eisini djús og
cola,vistfrøðiligir sólberja
drykkir, og um morgunin
fæst morgunbreyð.
- Vit leggja dent á at hava
eitt hugnaligt umhvørvi, og
tað skal bæði vera pláss fyri
hugdýping hjá einstøkum
kundum, sum hava tørv á
einum time-out, og fyri til
dømis smærri fundum hjá
starvsfólkum, sigur Anja
Sólstein at enda.
Hvør kaffikoppur er eitt hondverk
Baresso
Nýggjur
Kafé við útsýni yvir Torgið.
Bianco
Nýggjur
Fótbúnaður. Skógvar til gentur og dreingir.
Bindibúðin
Tógvhandil. Føroyskt og útlendskt tógv og bindiuppskriftir.
Bixin
Nýggjur
Barnaklædnahandil. Til børn í aldrinum 0- 14 ár.
Burger King Matstova.
Cosmeto
Nýggjur
Hárfríðkan og vakurleikarøkt.
Demmus
Skósøla við meiri enn 50 árum á baki.
Eitems
Nýggjur
Klædnahandil fyri kvinnur.
Events
Nýggjur
Klædnahandil til femininar kvinnur.
Exit
Barnaklæðir. Børn og ung 0-16 ár.
Expert
Nýggjur
Elektronikk-handilsketa.
Gellan
Nýggjur
Klædnahandil. Fyri ungar gentur.
Heilsa
Heilsukostur, kropsrøkt, parfumarí og make-up.
Hornið
Kiosk
Imerco
Nýggjur
Búnýti og gávulutir. Imerco-ketan telur 140 handlar.
Jack&Jones Nýggjur
Mótaklæðir. Fyri ungar menn.
Júniik
Nýggjur
Klædnahandil fyri kvinnur.
Kall
Samskiftistænastur.
Klivin
Mótahandil.
Klokkan
Prýðislutir, ur, og gávulutir.
Margerita
Nýggjur
Klædnahandil fyri kræsnar tilkomnar kvinnur.
Miklagarður
Matvøruhandil.
Perlan
Matstova.
Rit&Rák
Bókahandil. Bøkur og skrivstovulutir.
Skálkur
Harraklæðir.
Sportmaster
Ítróttarklæðir.
Skilling
Optikhandil.
Sunset
Matstova.
The Body Shop
Kropsrøkt og make-up.
Vero Moda/Only
Nýggjur Mótahandil. Fyri tilkomnar og ungar kvinnur.
Vila
Nýggjur Klædnahandil. Fyri femininar kvinnur.
Teir 31 handlarnir í SMS
Anja Sólstein verður leiðari
í nýggju espresso-barrini
Baresso í SMS