týsdagur 24. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
21
vinnusíðurnar
Tróndur Patursson
sum teknaði frálíka
listarverkið í
trappuuppgongdini
í SMS í 1987 er
aftur upp á spæl.
Rimaverkið í
trappunum verður
prýtt við spirali og
linjuføringum við
íblástri frá havinum.
Hondverkarar
frá Nomatek gera
handverksliga
arbeiðið
Listarmaðurin stendur og
eygleiðir hondverkararnar
frá Nomatek, sum liggja
á knøunum og stríðast.
Teir hava nærum arbeitt í
døgndrift seinastu tíðina og
lagt alla orku í at prýða
trappurnar á torginum í
SMS frá miðhæddini til
ovastu hæddina.
Listarligi parturin skal
ikki liggja eftir, og fyrr var
tað vatnið og súlan, sum
prýddu trappuuppgongina
frá kjallaranum til mið
hæddina, men nú verður tað
mesta gjørt av nýggjum.
Tróndur Patursson stendur
fyri listarliga partinum í dag,
eins og hann gjørdi í 1987,
tá listarliga standmyndin
í trappuuppgongdini varð
smíðað. Hetta listarverkið
kemur framvegis at verða
standandi.
- Hetta er ein umbygging
av tí sum var áðrenn, vatnið
er burtur, súlan sum var
í miðjuni er burtur, og
tað kemur ein nýggj súla
í staðin, greiðir Tróndur
Patursson frá.
Tá listarverkið varð gjørt
í 1987, varð handverksliga
arbeiðið gjørt í Danmark,
men hesuferð er tað Noma
tek, ið stendur fyri hand
verkinum.
- Tað hava arbeitt fýra
mans frá Nomatek, og eg
má siga, at teir hava verið
einastandandi dugnaligir,
sigur Tróndur Patursson.
Við íblástri frá
havinum
Seinasta mánaðin hevur
hann lagt teimum lag á
so hvørt, sum teir hava
boygt jarnið til, sum verður
sett inn í rimaverkið. Ein
sektión av rimaverkinum
verður tikin í senn, tí eingin
sektión er heilt líka.
Javnir bogar og beinar
linjur fylgja mynstrinum
hjá listarmanninum.
- Tað man vera eitt hálvt ár
síðani, at tekningarnar vórðu
gjørdar, men handverksliga
arbeiðið hevur staðið upp
á í umleið ein mánað.
Tíðin gerst oftani knøpp,
tá slíkt skal gerast í verki,
tí hondverkarar noyðast
ofta at bíða eftir hvørjum
øðrum, greiðir Tróndur frá.
Vit spyrja Tróndur Paturs
son, hvaðani íblásturin til
slíkt listarverk kemur frá.
- Spiralurin er útgangs
støðið, og hann súmboliserar
orkuna í havalduni, so tú
kanst siga, at íblásturin
kemur
frá
nattúruni,
soleiðis sum hann so ofta
ger í øðrum listarverkum
eisini, sigur hann.
Glasmálningar í fleiri
litum skulu setast inn í
rimaverkið, og listarmaðurin
greiðir frá, at linjuføringin
á grikskum verður rópt
acantus.
Hondverkarar í
samdøgursarbeiði
Sum áður nevnt hava fýra
ungir menn frá Nomatek
staðið fyri tí handverksliga
partinum. Tróndur Paturs
son rósar teimum fyri sera
gott handverk.
- Hetta hevði illa latið
seg gjørt uttan dugnaligar
hondverkarar, sigur hann.
Á Nomatek eru tey
von við at gera útgerð til
fiskavirkir og annan ídnað,
so hetta er ein heldur øðrvísi
uppgáva fyri teir.
- Vit hava at kall arbeitt
í samdøgursarbeiði, tann
eina dagin arbeiddu vit 26
tímar út í eitt, sigur tann
eini av handverkarunum.
Sum skilst hevur hart
leikað á hjá flestu hand
verkarunum, sum arbeiða
í SMS í hesum døgum, og
fleiri av teimum ið koma av
bygd eru fluttir til Havnar
hesa seinastu tíðina.
MT-Højgaard er høv
uðsentreprenørur,
men
hevur fleiri undirveitarar.
Nógvir
arkitektar
eru
eisini við í arbeiðinu, men
høvuðsarkitektur er danin
Dan Wajnman, sum eisini
hevði ein stóran leiklut, tá
fasa eitt í umbyggingini av
SMS fór fram í 2002.
Fasan sum nú er í gongd
er fasa 2, og seinni skal
seinasta fasan, fasa 3, gerast,
sum verður ein umbygging
av Apotekinum.
Við íblástri frá havalduni
verða trappurnar prýddar
Listarmaðurin Tróndur Patursson (h.m.) hevur fingið hollan stuðul frá dugnaligum hondverkarum á Nomatek til at prýða trappurnar í SMS.