Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 205 - 24. oktober 2006 vinnusíðurnar Oljuvinna Jan Müller jan@sosialurin.fo Sunnudagin setti bori­pall­ urin Stena Don kós heim­ aftur til Noregs. Eftir at hava arbeitt á Brugduleiðini síðani miðjan juli mánað varð nú loksins riggað av á hesum sinni. Pallurin kom á Nólsoyarfjørð at gera arbeiðið endaliga liðugt, áðrenn lagt varð til havs. Veðrið varð heldur ikki av tí besta á Brugduleiðini í farnu viku, og tí varð mett rætt heldur at rigga endaliga av her undir landi. Í kjalarvørrinum av tí laka úrslitinum – kolvetni vórðu ikki funnin – hevur orðaskifti tikið seg upp um framtíðar oljuleitingina við Føroyar og í hesum sam­ bandi eisini um tær skipanir, sum hava verið galdandi hesi seks árini síðani fyrstu loyvini vórðu latin. Ein av hesum skipanum er kravið um føroyska kei­ kant tvs. at útlendsku olju­ feløgini, sum bora á land­ grunninum, skulu brúka føroyska havn og flogvøll og føroyskar vørur og tæn­ astur í tann mun hesar eru kappingarførar. Nú um dagarnar valdi útvarpið í nýggju sendirøð síni 62 norður at seta fokus á oljuvinnuna, har spurningurin varð reistur, um ikki oljufeløg kunnu fara at seta krøv fram um at sleppa undan at brúka eitt nú føroyska keinkant, nú leitingin enn ikki hevur Varðveitið krøv til keikantin - Vit halda okkum kunna veita eina góða tænastu til oljufeløgini, ið bora, og tær útreiðslurnar, sum feløgini hava her hjá okkum, eru evarska lítlar samanborið við, hvat ein brunnur kostar. Og so eru eisini nógvir fyrimunir við at kunna brúka okkara vørur og tænastur sigur havnameistarin í Runavík, sum ávarar ímóti at taka krøvini til keikantin av. Vinnusíðurnar hava tosað við hann.