Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2006 23 vinnusíðurnar givið nakað lønandi fund. Hetta hevur havna­meist­ arin og fyrrverandi borg­ arstjórin í Runavík, Jákup Lamhauge eina greiða mein­ ing um. Sum ein av teimum, ið dagliga hevur verið við í arbeiðinum at veita vørur og tænastur til oljupallar og skip, sum bora eftir olju á landgrunninum, veit hann, hvat tað vil siga, at krav er í oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini skulu brúka føroyska havn til partar av borivirkseminum. Góð tænasta Jákup Lamhauge sigur, at nógv av tí virksemi, sum teir standa fyri í sam­bandi við eina slíka boring sum hesa seinastu, er nakað, sum skal gerast, líka mikið um tað er her ella aðrstaðni. Og talan er ikki um stórar upphæddir, tá hugsað verður um, at tað hevur kostað hálva milli­ard at bora seinasta brunnin. Í tíðarskeiðinum frá juli til oktober hevur tað kostað borisamtakinum góða hálva millión at brúka fasilitetir og tænastur hjá Runavíkar havn. Her er talan um fastsetin­g­ ar, brúgva- og havnagjald, leigu av havnaøki, vatn, vøru­­goymslu osfr. –Tá hetta verður drigið fram í kjakinum sum eitt dýrkandi element, so er hetta so lítil partur av samlaða kostn­ aðinum, at tað átti ikki at sáað iva um tað rímuliga í krøvunum til keikantin sigur Jákup Lamhauge, sum eisini vísir á, at tað hevur bara tikið 6 tímar at sigla úr Runavík til boripallin. Varð útgerðarhavnin í Aberdeen ístaðin, so hevði hetta tikið einar 18 tímar. Og tá hevði verið neyðugt við fleiri skipum. Haraftat kemur at í Runavík fær tú avgreitt alt um eina leið. Umframt virksemi hjá Runa­ víkar havn kemur so eisini tað virksemi, sum Atlantic Supply Base stendur fyri, her er talan um allar tangarnar og so tað avgreiðsluvirksemi, sum Skipafelagið hevur um hendi í sambandi við logistikkin. Sjálvur heldur Jákup Lamhauge, at tað mátti verið lagamanni hjá einum oljusamtaki, sum borar á landgruninum, at brúkt vørur og tænastur, sum kunnu latast frá útgerðarhavnini í Runavík. Hann hevur eisini varhugan av, at feløgini eru sera væl nøgd við teirra tæntastur. At talan er um leiting ger so eisini, at talan er ikki um tað heilt stóra virksemi á landi. Tað er longu avtalað, at BP-samtak, sum fer at bora næsta ár, skal brúka Runavík sum útgerðarhavn. Havnameistarin í Runvík, sum ikki er ein og hvør. Sum fyrrverandi borgarstjóri í hesum grógvandi vinnu­ mið­deplinum veit hann eisini, hvat tað vil siga, at vit føroyingar eru við í oljutilgondini og sleppa at menna okkum sohvørt henda nýggja vinnan fær fastatøkur her um okkara leiðir. Runavíkar havn, Atlantic Supply Base og Skipafelagið bjóða seg fram aftur at taka ímóti oljufeløgunum, sum bora á landgrunninum. BP samtak fer at brúka útgerðarhavnina í 2007. Myndir: AWJ, Atlantic Supply Base og Runavíkar havn