týsdagur 24. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 205 - 24. oktober 2006
vinnusíðurnar
- Skulu vit framhald
andi hava vøkstur
og eitt livandi sam
felag, mugu vit stuð
la uppundir slíkt
tiltøk sum hetta, ið
víðka um okkara
sjónarring, sum er
so týdningarmikið
fyri eitt samfelag sum
Føroyar, segði Bjarni
Djurholm, landsstýris
maður, tá ið hann
setti Faroexpo í morg
un
Faroexpo 06
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Bjarni Djurholm,
landstýrissmaður í vinnu
málum, sum setti altjóða
vinnustevnuna Faroexpo í
Ítróttarhøllini í Runavík í
morgun.
Bjarni takkaði fyrst fyri
skiparunum, sum standa
aftanfyri tiltakið, fyri, at
hann sum landss týrismaður
varð boðin at hava ”the
opening speech”, sum hann
segði á enskum.
Stóran týdning
Hann segði, at hetta er aðru
ferð, at Faroexpo verður
sett í Runavík, og har høvi
verður hjá føroyskum fyri
tøkum á henda hátt at hitta
útbjóðarar úr øðrum lond
um.
Landsstýrismaðurin legði
dent á tann týdning, tað hev
ur, at føroyingar soleiðis
taka til sín vitan – og kunnu
geva vitan frá sær til aðrar.
- Eitt slíkt tiltak sum
hetta hevur stóran týdning
fyri Føroyar og fyri lokal
samfelagið.
Hann segði, at tað hevur
stóran týdning fyri framhald
andi vinnuligan vøkstur, og
vísti á, at Faroexpo-tiltakið
sampakkar væl við tann
politikk, sum landss
týrið
hevur sett út í kortið - ein
politikk, sum bygg ir á upp
lýsing, samskifti, vitan og
vøkstur – umframt menn
iskjansligar resoursir, sum
hann eisini tók til.
Sjónarringurin
Bjarni Djurholm segði,
at skulu vit framhaldandi
hava vøkstur og eitt livandi
samfelag, mugu vit stuðla
uppundir slíkt tiltøk sum
hetta.
- Soleiðis víðka vit okka
ra sjónarring, sum er so týd
ningarmikið fyri eitt sam
felag sum Føroyar, segði
hann.
At enda í røðu síni
endurtók landsstýrismað
urin tøkkina til tey, sum
hava tikið stig til og standa
aftanfyri
vinnustevnuna
Faroexpo.
Vit kunnu legg ja aftrat,
at tað er Eysturoyar Vinnu
lívsfelag,
sum
stendar
aftanfyri tiltakið - og til
at stinga úr í kortið, hevur
felagið ein stýrings bólk,
sum umboðar felagið og
Runavíkar kommunu sum
vertskommunu.
Suð sang
Eftir setanarrøðuna hjá
landsstýrismanninum sungu
og undirhildu fýra sangarar
úr bólkinum Suð.
Hetta var lívligur og frísk
ur sangur, sum avgjørt setti
sín dám á løtuna í morgun.
Tá ið setanarrøða og sang
ur vóru av, bjóðaði Árni
Joensen úr Oyndarfirði,
vinnulívsmaður og fyrrver
andi borgarstjóri, øllum til
vælbúgvið morgunmatar
borð. Borðreitt varð bæði
við breyði og viðskera
umframt øðrum góðum
bakstri aftur við kaffi og
øðrum leskandi.
Faroexpo stóran týdning fyri o
- Við slíkum vinnustevnum
víðka vit okkara sjónarring,
sum er so týdningarmikið
fyri eitt samfelag sum
Føroyar, segði Bjarni
Djurholm, tá ið hann í
morgun setti Faroexpo í
Ítróttarhøllini í Runavík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroya Sparikassi er høvuðsstuðul aftanfyri Faroexpo og mentanarvikuna. Longu stundisliga í
morgun vóru teir vælmannaðir á básinum
Mynd: Vilmund Jacobsen