Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2006 25 vinnusíðurnar - Nú heimurin er so opin fyri øllum – og vit eru opin fyri um­heim­in­um, er so av­gera­ndi neyðugt, at vit ikki krógva okkum burt­ur, men bjóða okk­um fram – og eru kapp­ing­ar­f­­ør­ir, sigur Bjarni Djurholm, lands­stýris­maður í vinnu­málum Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bjarni Djurholm, lands­ stýris­mað­ur, ásannar, at tað grør um gangandi fót í før­ oys­kari vinnu. - Eg haldi, at tað er ó­gvu­ liga positivt, at fólk duga at síggja møguleikar og duga at útvega sær vitan, eisini uttan­fyri landoddarnar. Sum landsstýrismaður í vinnu­málum er Bjarni onga løtu í iva um, hvønn týdning tað hevur fyri vinnulívið og sam­felagið alt, at fólk søkja sær vitan, bæði her heima og uttanlands. Vegurin fram - Ein slík vinnustevna sum Faroexpo bæði gevur vitan, eins og hon spjaðir vitan. Tað er ikki vist, at allar tær fyritøkur, sum eru við á stevnuni, heysta fruktir beinanvegin, men eg ivist onga løtu í, at sum frá líður er hetta vegurin at ganga – og samanlagt gevur hetta okkum heilt vist nakað at byggja á, bæði til vinnu og samfelag. Hann vísir á, at slík til­tøk eis­ini hava sínar ”síðu­ gevins­ tir­­nir”, sum hann tekur til, og í hesum førinum sipar lands­stýris­maðurin eitt nú til ferðavinnu, flutning og tæn­astu­virk­semi, sum av sær sjálvum verður knýtt at slíkum tiltøkum sum Faro­ expo. Hann leggur dent á, at eitt gott netverkið hevur so ó­meta­liga stóran týdning í heim­in­um í dag. - Alt byggir á samskifti, upp­lýs­ing og vitan. Slík til­ tøk sum hesi geva ein til­før­ n­ing, har møguleikar eru fyri nýskapan – og at bróta upp úr nýggjum. Kappingarføri Landsstýrismaðurin vís­ ir á, at nú heimurin er so opin fyri øllum – og vit somuleiðis eru opin fyri umheiminum, er so av­gerandi neyðugt, at vit ikki krógva okkum burtur, men bjóða okkum fram – og eru kappingarførir. - Vit eru partur av al­tjóða­ gerð­ini, og hetta setir í fyr­ sta lagi krøv til okkara vin­ nu – og til okkum øll, men í síðsta enda trúgvi eg, at hetta kemur at tæna okk­ um. Vit kunnu ikki renna undan altjóðagerðini, tí hon ban­kar eisini á dyrnar hjá okk­um. Tískil mugu vit verða til reiðar at taka ímóti av­bjóð­ing­ini, sum stendst av hesum. Land­sstýrismaðurin sigur, at øll ynskja, at føroyski bú­skap­urin verður sjálv­ber­ andi, og tí kunnu vit ikki bara ”snara” inneftir, men eisini stýra úteftir – og líta út í heimin, sum er uttanum okkum. Vinnur og menning Hann vísir á, at gongdin í føroyskari vinnu er hon, at aðrar vinnur í størri mun enn áður eisini eru farnar av kasta av sær til føroyska búskapin, og hetta fegnast hann sum landsstýrismaður í vinnumálum um. - Hetta sigi eg ikki fyri á nak­ran hátt fyri at seta niður á fiskivinnuna, sum hevur – og framvegis er – okkara størsta útflutningsvinna. Men í samlaða búskapinum síggja vit, at aðrar vinnur rætt­i­liga eru farnar at muna, og tað er ikki minst gongdin í hesum vinnum, sum er við til at fremja ta menning, sum er í samfelagnum, sig­ ur Bjarni Djurholm, lands­ stýris­maður Vøksturin í nýggj­ um vinnum frem­ ur menning kkara vinnulív Við lívligum og frískum sangi settu tær sín serstaka dám á setanina av Faroexpo Mynd: Vilmund Jacobsen Eftir setanarrøðu og sang beyð Árni Joensen øllum til vælbúgvið borð við breyði, viðskera, øðrum góðum bakstri og leskandi Mynd: Vilmund Jacobsen