týsdagur 24. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
26 tíðindi
Yvir 700 fólk vóru
savnað til stórt
gallakvøld á Tvøroyri
sunnukvøldið,
har Føroya Banki
hátíðarhelt 100 ára
føðingardagin hjá
bankanum. Salt,
Brekku Brothers
og Lena Andersen
syrgdu fyri tónleiki
num, meðan Føroya
Banki hevði fingið
so navnframar menn
sum Jacob Haugaard
og Finn Nørbygaard
at standa fyri und ir
haldinum
VINNUSÍÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tann 1. mars 2006 vóru
100 ár liðin síðani Før
oya Banki varð settur á
stovn. Hann hevur líka
síðani verið partur av før
oyska
bankaheiminum,
men tó ikki einsamallur.
Sjóvinnubankin
varð
stovnaður tann 6. mars
1932. Aðrir bankar hava
verið við í kappingini um
bankaheimin eisini. Eftir
djúpu búskaparkreppuna í
1990’unum vórðu teir báðir
stóru bankarnir lagdir sam
an, navnið á samanlagda
bankanum gjørdist Føroya
Banki við búmerkinum hjá
Sjóvinnubankanum.
Í samband við at Føroya
Banki fyllir 100 ár, hevur
bankin valt at skipa fyri
fleiri stórum gallakvøldum
kring landið, og fyrsta av
hesum gallakvøldum var á
skránni sunnukvøldið, tá
yvir 700 fólk vóru komin
saman í høllini í Trongis
vági.
Gott undirhald
undan steðginum
Bogi Andreasen og Synergi
hava havt høvuðsábyrgdina
av at leggja alt tiltakið til
rættis, men umleið 100
fólk hjálpa til fyri at fáa
alt at hanga saman. Hotel
Føroyar hevði gjørt matin,
og alt tiltakið vardi í tríggjar
tímar.
Johnny í Grótinum, leið
ari á menningardeildini í
Føroya Banka, heldur, at til
takið riggaði ótrúliga væl.
- Tiltakið var sera væl
eydnað. Alt gekk eftir ætl
anini, og eg haldi, at gest
irnir vóru sera væl nøgdir
eftir tiltakið.
Uni Arge, samskiftis
ráðgevi bankans, og Ól
uva
Zachariasen
vóru
frásøgufólk á gallakvøld
inum, sum var skipað í
tveimum pørtum. Fyrst
komu fólk inn í høllina,
og har var alt pyntað í lilla,
og tveir stórskíggjar vóru
settir upp, so at fólk betri
kundi fylgja við í tí, sum
fór fram. Í fyrra partinum
var gott undirhald á skránni.
Kvøldið byrjaði við einum
trummushowið
stjórnað
av Una Debes og Bjarka
Meitil, har nakrir dansarar
úr fimleikafeløgunum í
Havn og Runavík framførdu
ein dansileik.
- Eg helt hetta vera eina
góða byrjan uppá kvøldið.
Góður tónleikur, tá vit komu
inn, og so dugdu hasar
genturnar veruliga væl at
dansa. Trummushowið hjá
Una Debes var eisini sera
stórsligið, sigur Johnny í
Grótinum.
Eftir eina undirhaldandi
byrjan við nógvum lívi,
dansarum og trummum, so
bleiv ein filmur vístur á
stórskíggja. Hesin filmurin
var fyrsti av trimum hetta
kvøldið, og hesin part
urin var um søguna hjá
Føroya Banka og Sjóvinn
ubankanum fram til seinna
veraldarbardaga.
Júst eftir filmin spældi
bólkurin Salt tveir sangir.
Salt var ein góð uppliving.
Tey sungu tveir sangir. Ein
friðarligan sálm, og so ein
eitt sindur villari sang.
Tá Salt hevði verið á
pallinum, bleiv næsti film
urin vístur. Hesin var um
Føroya Banki 100 ár
Føroya Banki hevði fingið donsku skemtararnar Finn Nørbygaard og Jacob Haugaard at undirhalda hetta kvøldið. Teir vóru á pallinum eftir steðgin, og teirra
framførsla var sera góð.
Kvøldið byrjaði við einum góðum trummushowið, sum Uni Debes stjórnaði
Stjórar og starvsfólk í Føroya Banka taka ímóti gestum í høllini í Trongisvági