týsdagur 24. oktober 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2006
27
tíðindi
gongdina hjá Føroya Banka
og hjá Sjóvinnubankanum
fram til samanleggingina.
Beint undan steðginum
kom ein av okkara fremstu
sangarinnum, Lena Ander
sen, eisini á pallin. Hon
sang ein eitt lag, og var
hon eisini sera væl móttikin
hetta kvøldið.
Síðani kom maturin inn
á borðið. Hetta ver eitt
lætt ábit á einum borðiski.
Meðan gallagestirnir ótu,
spældu Brekku Brothers
lættan jazztónleik.
Undirhald fyri
allar pengarnar
Eftir steðgin byrjaði Lena
Andersen seinna partin við
enn einum lagi.
Tá Lena er liðug at syngja,
verður triði og síðsti film
urin vístur á stórskermi.
Hesin var um støðuna hjá
bankanum í dag. Hann
legði dent á, hvar bankin
er nú, og hvussu gongdin
hevur verið síðsta árið hjá
Føroya Banka.
Tá hesin filmurin var
liðugu, kom løtan, sum
flest øll høvdu bíðað eftir.
Jacob Haugaard og Finn
Nørbygaard komu inn á pall
in, og teir undirhildu snøgt
sagt fyri allar pengarnar.
- Ja, hasir báðir danirnir
vóru stuttligir. Jacob Hau
gaard hevur jú røtur í Før
oyum, so hann royndi seg
eitt sindur á føroyskum
eisini, og hetta var sera
stuttligt. Sum heild haldi
eg, at hetta kom sera væl
við hjá gallagestunum, og
flest øll flentu í kíki eftir
skemtingarsomu dønunum,
greiðir Johnny í Grótinum
frá.
Tá navnframu danirnir
høvdu verið á palli, mundu
flest øll halda, at nú var
liðugt fyri hetta kvøldið.
Men enn einaferð høvdu
fyrireikararnir eitt yvirrask
ilsi til gestirnar. Eftir at
nevndarformaðurin Jóhan
Páll Joensen hevði takkað
gestunum fyri kvøldið,
fóru fýra mans upp á pall
in at syngja ein síðsta
sang. Hesir vóru stjórarnir
báðir, Janus Petersen og
Suni Schwartz Jacobsen
og formaðurin Jóhan Páll
Joensen og nevndarlimurin
Sigmar Jacobsen.
Annað av frásøgufólku
num, Uni Arge, hevði gjørt
orðini, meðan Kim Hansen
hevði gjørt lagið til sangin.
Hesin sangurin var gjørdur
serliga til gallakvøldini.
Okkurt spennandi
í væntu
Hetta var bara fyrsta av
gallakvøldunum, sum Før
oya Banki skipar fyri, og
bankin er sera væl nøgdur
við fyrsta kvøldið, sum var
hildið á Tvøroyri.
- Eg haldi, at alt gekk eftir
ætlanini. Skráin bleiv hildin
til fulnar, og eg haldi eisini,
at allir gestirnir vóru væl
nøgdir, tá alt var liðugt. So
sum heild má hetta metast
sum eitt sera væleydnað
kvøld, sigur Johnny.
Sum sagt so vera galla
veitslur aðrastaðni í landi
num í vikuni, og í gjárkvøld
ið var næsta hátíðarhaldið á
skránni á Skála. Týskvøld
ið verður eitt í Klaksvík,
meðan
Havnin
verður
karmur um tvey gallakvøld
mikukvøldið og hóskvøld
ið.
- Um alt gongur sum á
Tvøroyri, so hava komandi
gestirnir veruliga nakað at
gleða seg til, tí har var stak
hugnaligt, sigur Johnny í
Grótinum at enda.
Hann leggur tó afturat, at
á tí síðsta gallakvøldinum
hóskvøldið
verður
enn
eitt
yvirraskilsi.
Hann
vil tó ikki siga enn, hvat
hetta inniber, men sigur,
at Føroya Banki hevur eitt
yvirraskilsi, sum vónandi
verður væl móttikið.
Óluva Zachariasen og Uni Arge syrgdu fyri, at øll hugnaðu sær. Tey vóru nevniliga vertir hetta
góða kvøld í høllini í Trongisvági.
Dansarar úr fimleikafeløgum úr Havnini og Runavík dansaðu eftir trummurútmunum
At enda høvdu
fyriskipararnir
eitt yvirraskilsi til
gallagestirnar. Tey
høvdu fingið stjórarnar
báðar og tveir av
nevndarlimunum
uppá pallin at syngja
eitt lag, sum Uni Arge
hevði skrivað. Hetta var
ein sera góður endi á
kvøldinum. Her síggja
vit Sigmar Jacobsen,
Jóhan Páll Joensen,
Janus Petersen og Suna
Schwartz Jacobsen
meðan teir syngja.