týsdagur 24. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 205 - 24. oktober 2006
vinnusíðurnar
- Eg eri stak ónøgdur
við siteringina.
Hon er tikin úr
samanhanginum, og
samrøðan var fleiri
vikur gomul, sigur
Jákup Lamhauge,
analytikari hjá Eik
Bank, um greinina í
Berlingske Business,
sum endurgav
hann fyri at siga, at
leysatíðindi vóru
um, at nógv olja var
funnin við Føroyar
Olja
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fleiri vóru bilsin, tá úrslitið
frá boringini á Brugduleið
ini varð kunngjørt týsdagin.
Tí tríggjar dagar áðrenn
hevði danska blaðið Ber
lingske Tidende á sínum
vinnusíðum borið tíðindini
um, at olja var funnin í
stórum nøgdum.
Í greinini “Oliefeber i
Nordatlanten” verður Jákup
Lamhauge, analytikari hjá
Eik Bank, siteraður fyri at
siga, at hann hevur hoyrt
leysatíðindi um, at borurin
hjá Stena Don hevur rakt
við eitt risastórt oljufelt.
Positivu tíðindini ávirkaðu
millum annað kursin hjá
føroyska
oljufelagnum
Atlantic
Petroleum,
ið
gjørdist toppskorari á danska
virðisbrævamarknaðinum
stutt eftir, at greinin stóð í
danska blaðnum.
Bilsin og ónøgdur
Men greinin hjá danska
blaðnum var gass, og Jákup
Lamhauge stóð eftir við
svarta Per. Tí eftir stóð
spurningurin, hvussu ein
analytikari hjá Eik Bank, ið
dagliga fæst við at keypa og
selja virðisbrøv, kundi fara
so skeivur í síni meting.
- Eg var ikki sørt bilsin, tá
eg las greinina í Berlingske
Business. Fyri tað fyrsta
var samrøðan gjørd fleiri
vikur, áðrenn greinin kom í
blaðið. Tað vil siga áðrenn,
at Sosialurin bar tíðind
ini um, at eingin olja var
funnin, sigur Jákup Lam
hauge.
Sambært Jákupi Lam
hauge visti hann ikki, at
samrøðan skuldi nýtast til
eina grein.
-
Blaðmaðurin
segði
ongantíð, hvør hann var.
Eg helt, at hann var eitt
viðskiftafólk, ið spurdi seg
fyri. Eg segði bara, sum
var, at nógv leysatíðindi
vóru, millum annað í
norsku fjølmiðlunum, sum
staðfestu, at olja var funnin,
greiðir Jákup Lamhauge
frá.
- Eg eri stak ónøgdur við
siteringina. Hon er jú tikin
úr samanhanginum, sigur
analytikarin hjá Eik Bank,
ið vísir á, at leysatíðindini
um oljuna í Føroyum var
ein lítil eykasetningur í eini
longri samrøðu um millum
annað privat danskar pen
siónsgrunnar,
ið
vóru
áhugaðir í at seta pening í
Atlantic Petroleum.
Onnur tíðindi
ávirkaðu
Jákup Lamhauge ivast ann
ars í, hvussu stóra ávirkan,
endurgevingin um leysa
tíðindini hevur havt á kursin
hjá Atlantic Petroleum.
Hann vísir á eina aðra grein,
sum stóð í sama blaði, um
at fleiri pensjónsgrunnar
hava sett pening í Atlantic
Petroleum, millum annað
pensjónsgrunnurin PKA, ið
umsitur pensjónsinngjaldið
hjá donskum sjúkrarøkt
arfrøðingum og sosialráð
gevarum. PKA setti 27,5
milliónir krónur í føroyska
oljufelagið.
- At ein pensjónsgrunnur
setir so nógvar pengar í eitt
oljufelag skapar álit millum
aðrar investorar, og hevur
sostatt ávirkað kursin. Hesi
tíðindini vórðu eisini nógv
endurgivin í øðrum donsk
um fjølmiðlum. Tað var bert
í Føroyum, at leysatíðindini
um stóra oljufundið, vórðu
endurgivin, vísir Jákup
Lamhauge á.
Oljan, ið
hvarv
- Eg var ikki sørt bilsin, tá eg las greinina í Berlingske Business. Fyri tað fyrsta var samrøðan gjørd fleiri vikur, áðrenn greinin kom
í blaðið. Tað vil siga áðrenn, at Sosialurin bar tíðindini um, at eingin olja var funnin, sigur Jákup Lamhauge, analytikari hjá Eik
Bank
Marknaðarrák
Partabrøv hildu áfram at hækka
í farnu viku. Dow Jones vísitalið
er hækkað upp um stigið í 2000,
og S&P500 vísitalið yvir 500
tey størstu partabrøvini í USA er
hækkað væl upp um tað, tað var
áðrenn lækkingina í mai mánað.
Sama myndin er galdandi flest alla
staðni. Í Evropa eru tað bert Noreg
og Finnland, sum ikki eru komin
upp um stigið í mai. Sum heild
er alheims partabrævamarknaðurin
hækkaður 14% síðan hann var lægst
í juni, og 12% higartil í 2006.
Hendan gongdin er stuðlað av
góðum inntøkum hjá virkjunum,
eins og hon hevur verið síðan 2003.
Sostatt er kursgongdin í tráð við
inntøkurnar hjá virkjunum. Tó er
14% upp á 4 mánaðir ein skjót
hækking, og lækkingin í mai, sum
var tann størsta í 3 ár, kann hava
lopið hvøkk á íleggjarar. Tí er
ikki óhugsandi, at vit fáa eina lítla
rætting niðureftir í partabrøvunum
innan alt ov leingi.
Lánsbrævarentur hækkaðar
Lánsbrævarenturnar hækkaðu aftur
í farnu viku. Danska 10-ára rentan
er nú 3,95%. Hetta er tað sama
sum 1-árs rentan, og bendir á, at
lánsbrævaíleggjarar hóast alt ikki
óttast prísvøkstur í løtuni.
Góðir roknskapir
Nú er tíð til roknskapirnar fyri 3.
ársfjórðing. Amerikonsk virkir vóru
sum vanligt fyrst úti, og har hava
173 av teimum 500 virkjunum í
S&P500-vísitalinum
kunngjørt
roknskap. Úrslitið higartil stuðlar
undir hækkandi partabrævakursum.
Inntøkurnar eru øktar 18% hetta
seinasta árið, og hetta er 3%
meir enn íleggjarar væntaðu. Á
okkara leiðum eru roknskapirnir
eisini byrjaðir at koma. Serliga er
sjóneykan sett á smærru donsku
peningastovnarnar, sum hava havt
sera góð úrslit seinastu árini. Hesa
vikuna kunnger m.a. Ringkjøbing
Landbobank roknskap.
Hesa vikuna
Hetta verður væntandi aftur ein
áhugaverd vika á virðisbræva
marknaðunum. Aftrat roknskapum
verða eyguni havd við amerikanska
tjóðbankanum, sum hevur fund
týskvøldið. Um tey geva ábendingar
um, at rentuhækkingarnar ikki eru
av, kann hetta tálma partabrøvum.
Partabrøv hækka enn
Vika 43
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.