Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 206 - 25. oktober 2006 tíðindi Útnorður tónleika­ festivalurin Norður Bryggjan í Keypmannahavn skipar fyri Útnorður Tónleikafestivalinum í grannahúsunum hjá Bryggjuni, Hal D, nú leygardagin 28. oktober Fimm bólkar fara á pall á festivalinum. Tveir av bólkunum eru føroyskir, ein er íslendskur, ein er grønlendskur og ein er danskur. Danski bólkurin er Who Made Who, hetta er eitt av nøvnunum, sum í vikuskiftinum framførdi á Iceland Airwaves í Reykjavík. Bólkurin hevur seinasta árið fingið alt størri fjepparaskara í Danmark og er uttan iva við, fyri at tryggja, at eisini danskir áskoðarar koma á konsert. Tónleikurin er eitt slag av blandipoppi, ið hevur tekur støðið í nógum ymiskum tónleikastílum. Føroysku bólkarnir verða 200 og Makrel, sum teljast millum fremstu føroysku rokkbólkarnir og hava báðir givið fløgu út í ár. Chilly Friday úr Grønlandi er sambært fyrireikarunum, tað størsta grønlendska rokkorkestrið, og sigst at vera væl svingandi og funky. Festivalurin er leygarkvøldið frá kl. 20.30-2.30. Atgongumerki fáa á www.politikenbillet.dk/nordatlanten nud Rasmus Rasmussen verður ikki við Makrel, tá bólkurin hetta vikuskiftið luttekur á Nordatlantisk Musikferstival í Keypmannahavn, í hansara stað kemur Uni R. Debess. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Rasmus Rasmussen var eftir álopið herfyri og dráps­hóttanirnar, ið komu eftir hetta, innlagdur á psykiatrisku deild og fær tí ikki spælt á stóru konsertini hjá Makrel á Útnorður Tón­ leikafestivalinum í Keyp­ mannahavn. Rasmus Rasmussen var á AME tiltakinum í Norð­ urlandahúsinum í fyrra árið valdur til Føroya besta gittarleikara, og hansara leiklutur í Makrel er sera stórur. Sum sangskrivari og sum alt-umfevnandi partur av ljóðmyndini er ótrúliga ringt at ímynda sær Makrel uttan Rasmus. Men hetta vikuskiftið verður hetta altso veruleiki, tá Crawling Blue oddamaðurin Uni R. Debess skal royna at fylla holið eftir Rasmus í Makrel. Rólant av Reyni, ið sam­an við Rasmusi røkir gittarleiklutirnar í Makrel, sigur við Sosialin, at Ras­ mus gav teimum boðini fyri tveimum vikum síðan, og síðan tá hevur bólkurin vant við Una R. Debess. Venjingin gongur sambært Rólanti stak væl. - Vit hava givið Una frí­ ar hendur, tað einasta sum hann skal spæla av Ras­ musa gittarum eru melodi­ linjurnar, sigur Rólant. Teir í Makrel eru greiðir yvir, at Rasmus er ein so mikið egin og serligur gittarleikari, at tað var burtur úr vón og viti at biðja onkran annan spæla líka sum hann. Tí verður útgávan av Makrel, ið spælir leygarkvøldið í Hal D, beint aftan fyri Norður Bryggjuna í Keyp­ mannahavn heldur øðrvísi, enn vit eru von við, og útsetingarnar av løgunum vera heilt serligar. Makrel fer at spæla tón­ leik av teimum báðum fløg­ unum Wonderland og Trans­ cend, men eisini eitt nýtt lag verður á skránni. - Hetta er eitt nýtt Makrel lag, ið Rasmus hevur skriv­ að, sigur Rólant. Fyri tíðina eru limirnir í Makrel búsitandi í ym­iskum londum, og hetta ávirkar venjingina nakað nógv, men í sambandi við hesa framførsluna hevur bólkurin verið samlaður í Føroyum í 14 dagar, har teir hava vant saman. Teir gleða seg nógv til framførsluna í Keyp­manna­ havn. Teir hava spælt í danska høvuðsstaðnum nakrar ferðir, og Rólant sig­ ur, at hetta dámar teimum altíð væl. Rasmus Rasmussen verður avloystur av Una R. Debess í leiklutinum sum gittarleikari og altdominerandi partur av ljóðmyndini hjá Makrel mynd: nud Uni avloysir Rasmus í Makrel