Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 25. oktober 2006 5 tíðindi Sessin aftur Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevur sett sær fyri, at vældømið skal hava umboð aftur í Løgtingið. Tað hevði valdømið frá 1954 til 2002, tá Eysturoyggin fekk einasta umboðið, sum flokkurin hevur á Tingi. Nú hevur felagið í Suðurstreymoy gjørt av at fara undir eitt átak, sum skal vinna Suðurstreymoy tingsessin aftur. Lagt verður fyri á aðalfundinum tann 2. november klokkan 19 á Landsbókasavninum í Havn. Matiné í Havn Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Tá fer klassiski guitarleikarin Ragnar Olsen at spæla verk hjá m. a. Bach, Berkely, Granados, H.V. Lobos og Llobet. Ragnar Olsen, sum er skopuningur, hevur fingið guitarútbúgving á tónlistaskúlanum í Esbjerg. Hann hevur verið á skeiðum hjá eitt nú John Mills og Alvaro Pierre og eisini hjá Timo Korhonen. Í løtuni er Ragnar lærari á Føroya Musikkskúla. Búskaparráðið sig­ur, at reglan um at út­lend­ in­g­ar bara kunnu eiga ein triðing av ein­um fiskiskipi, er løtt at sleppa uttan­um og elvir til strá­manna­ virk­semi. Men upp aft­ur verri er, at hetta leið­ir tankarnar burt­ ur frá tí, sum hevur veru­­lig­­an týdning Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Óskil, sum nú er í fisk­i­vinnu­ pol­i­tikki­num førir bara til, at bæði skip og fígg­­ing­ar­ stovn­ar fáa ein ovurstóran og heilt óneyðugan vága. Tað staðfestir Bú­skap­ar­ ráð­ið. Búskaparráðið hevur gjørt eina frágreiðing í sambandi við at Lands­stýris­mál­a­ nevnd­in hjá Løgtinginum er farin at kanna keyp og sølu av fiskiskipum. Ráðið sigur, at eitt eyðkenni við skipa­fígg­ ing í Føroyum er , at fíggingarstovnarnir kun­nu ikki taka veð í fiski­loyv­in­ um, sum eru knýtt at einum skipi. Spurningurin er so, hvus­ su peningastovnurin kann tryggja seg um so er, at lánið eisini skal brúkast til at fíggja fiskiloyvini hjá ein­um skipi. Er lánið ikki bara grundað á virðið í sjálvum skipi­num, men eisini á virðið á fiskiloyvinum, vil ein peningastovnur oft­ast seta krøv, sum av­mark­ar møguleikarnar hjá reið­ar­ an­um at ráða yvir egnum og­n­um. - Tess minni veð er í sjálvum skipinum, tess meiri víttgangandi vilja treyt­ir­nar verða, sigur Bú­skap­ar­ráðið. - Treytirnar kunnu so­statt vera heilt frá lítlari av­mark­ ing til avgerðandi ávirkan á reið­aríið. Peningastovnar avmarka ræð­is­rættin hjá reið­ar­un­um Búskaparráðið sigur, at er veðhaldið í skipinum ikki nóg stór trygd, hevur fígg­ ing­ar­stovn­ur­in fleiri møgu­ leik­ar. - Tann mest sjálvsagdi møgu­leik­in er, at pen­ing­a­ stovn­ur­in krevur eyka trygd í øðrum ognum hjá reið­a­ rí­n­um. - Alt eftir, hvussu um­fatandi hendan eyka trygd­­in er, má hetta met­ ast sum at rásarrúmið hjá reiðarínum verður av­mark­ að, tí tað kann ikki læna upp á ognina, sum longu er sett í veð. Ein annar møguleiki, sum er meiri víttgangandi, er, at peningastovnurin krev­ ur eina negativa veð­halds­ vátt­an. - Við hesum bindur reiðaríið seg til ikki at seta ogn­ir­nar, sum eru umfataðar av veðhaldsváttanini, í veð fyri øðrum lánum. Búsksparráðið sigur, at tað er greitt, at jú fleiri ogn­ir eru umfataðar av eini slíkari veðhaldsváttan, tess størri ávirkan hevur lán­i­ stovn­ur­in á reiðaríið. Endar tað við, at ein slík neg­ativ veðhaldsváttan um­fat­ar alla ognina hjá reið­ar­í­n­um, kann reiðaríið í veruleikanum ikki taka onnur lán, uttan at pen­inga­ stovn­ur­in góðkennir tað í hvørj­um einstøkum føri. - Ein negativ veð­halds­ vátt­an ber sostatt í sær, at ræðisrættindini hjá reið­arí­n­ um verða munandi av­mark­ að, alt eftir, hvussu nógvar ogn­ir eru umfataðar av vátt­ ani­ni. Og at enda kann pen­inga­ stovn­ur­in tryggja seg við at krevja veðhald í parta­pen­ ing­in­um. Men hetta er ikki nøkur eyka trygd, tí kann reiðaríið ikki betala skuld­ ina aftur, hevur parta­pen­ing­ ur­in onki virði. Men hinvegin kann pen­ ing­a­stovn­ur­in við hesum trygg­ja sær ávirkan á reið­ arí­ið. Eigur ikki at koma óvart á nakran Kortini leggur Bú­skap­ar­ráð­ ið afturat, at hetta eru nøkur dømi, men í veruleikanum kun­nu peningastovnar seta reiðaríum treytir í øll­um sniðum og øllum saman­ hang­um. Og nakrar treytir á­virka ræðisrættin hjá reiða­ rí­n­um minni og aðrar ávirka hann meiri. Men Ráðið staðfestir eisini, at nú fiskiloyvini í veru­leik­an­um eru blivin frítt umsetilig virðir, eigur tað ikki at koma óvart á nakr­an, at peningastovnarnir seta slíkar treytir. Fiskiloyvini í dag eru í dag frítt umsetilig virðir, sum ofta verða seld og keypt fyri peningaupphæddir, sum liggja langt omanfyri virð­ið á skipunum, sum tey hoy­ra til. Tá ið loyvini ikki kunnu set­ast í veð, verður roynt at finna aðrar vegir fyri at peningastovnurin kann stillast sum um at loyvini vórðu sett í veð. Og Búskaparráðið er sannført um, at tað er meiningsleyst at myndu­g­ leik­arn­ir geva loyvi til at fisk­i­loyvi eru frítt umsetilig, men kortini forða reiðarum at seta tey í veð. Hinvegin leggur Ráðið dent á, at tað er ikki bara tað, at fiskiloyvi ikki kunnu setast í veð, sum ger, at pen­ inga­stovn­ar­nir seta treytir, sum trygga teimum ávirkan á reiðaríið. Tað er torført at veita lán við grundarlagið í fiski­loyv­ in­um, tí virðið á teimum broyt­ist alla tíðina. Virðið á fiskiloyvinum á­virk­ast av fisk­i­vinnu­poli­ tikki­num hjá Føroyum og hjá øðr­um londum við. Virðið á­virk­ast eisini av gongdini í fiskiskapinum og av gongd­ ini í fiskaprísinum. - Tað er tí heilt klárt, at ein peningastovnur, sum fíggjar fiskiloyvi, yvir­tek­ur ein part av váðanum hjá reiðaríðnum. Tí er tað ikki ónatúrligt, at pen­ing­a­stovn­ urin roynir at ávirka við­ur­ skift­ini í reiðarínum, sigur Bú­skap­ar­ráð­ið. Stóran og óneyðugan vá­ða Annars heldur Bú­skap­ar­ráð­ ið, at skilið -ella óskilið- har fiskiloyvi verða keypt og seld fyri upphæddir, sum fara langt upp um virð­ ið á skipinum, er ikki skyn­ samt. Virð­ið á loyvunum kunnu vera óviss og flótandi. Tí førir skilið, sum nú vald­ ar, bara til, at vinnan og pen­ing­a­s­tovn­ar­nir fáa ein ovurstóran og heilt ó­neyð­ ug­an váða. Búskaparráðið heldur, at tað hevði minkað um váðan hjá fiskivinnuni um virðið av fiskiloyvum ikki kundu verðið keypt og seld, sum tey vera í dag, men ístaðin vórðu uppkravd leypandi. - Hetta kundi verðið gjørt við einari regluligari sølu av fiskidøgum, ella við eini leypandi uppkrevjing av eini tilfeingisrentu, sum bert verður uppkravd, tá ið fiskivinnnan hevði eitt ó­van­ligt avlop. - Ein sovorðin uppkrevjing átti at verið tengd at eini í­tøki­lig­ari meting, sum eis­ ini leggur upp fyri teirri ó­skyn­somu siðvenju, sum hig­ar­til hevur valdað á øki­ num. Førir til strá­man­ na­virk­semi Annars vísir Búskaparráðið til regluna um at útlendingar bara kunnu ein triðing av ein­um føroyskum fisk­i­ skipi. - Hendan reglan er løtt at sleppa uttanum, hon kann ikki handhevjast og hon før­ ir til strámannavirksemi. Men uppaftur verri heldur Ráð­ið tað vera, at reglan leið­ir tankarnar burtur frá tí, sum veruliga er kjarnin í hes­um máli. - Tað avgerðandi er ikki um reiðarin býr í Runa­ vík ella Reykjavík. Tað avgerðandi er um til­feingi­s­ rent­an verður tillutað pri­vat­ um reiðarum ella føroyska sam­fel­ag­num, sum eigur til­feing­ið. Búskaparráðið heldur, at tað er ongin ivi um, at ein skip­an, har vinnan betalir fyri rættin at gagnnýta fiska­til­feing­ið, fer at gera vin­nu­na effektivari. -Men tað er un­drun­nar­ vert, at politiski myndu­g­ leik­in letur tað standa til tann, sum selur eitt fiski­ skip, at krevja virðið av fiski­loyvi­num upp frá keyp­ ar­an­um. - Fiskatilfeingið tilhoyrir sam­felag­ið. Fyri rættin at gagnnýta tilfeingið, eiga reiðarar at gjalda eitt brúk­ ar­a­gjald. - Til landskassan, stað­fest­ ir Búskaparráðið at enda. Búskaparráðið staðfestir, at tað avgerðandi er ikki um reiðarin býr í Runavík ella Reykjavík. Tað avgerðandi er um tilfeingisrentan verður tillutað privatum reiðarum ella føroyska samfelagnum, sum eigur tilfeingið. Ráðið sigur, at ongin ivi er um, at skal vinnan betala fyri rættin at gagnnýta fiskatilfeingið, fer at tað at gera hana effektivari Óskil førir til stóran og óneyðugan váða