mikudagur 25. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 206 - 25. oktober 2006
tíðindi
Sangskrivaraverkstaður
Tólv sangskrivarar úr úr Danmark og Føroyum hava í
døgunum 27. til 31. oktober eina sonevnda work-shop,
har fokus verður sett á íblástur og samstarv. Tað er danska
artist-felagið, sum stendur fyri verkstaðnum, er verður
amerikanski troubadour’urin, Brett Perkins, vegleiðari
á hesum. Føroysku luttakararnir á hesum verða Eivør
Pálsdóttir, Guðrið Hansen, Eyðfinn Jensenn, Dánjal á
Neystabø, Jóan Petur á Stongunum og Rannvá Jacobsen.
Fólkatal í Suðuroy 1801 – 1911
Torgir Strøm úr Porkeri gevur nú út bóklingar við upplýsingum
um fólkatalið í Suðuroynni. Torgir hevur áður givið “Fólk í
Suðuroy 1584-1840”, ið var tilfarum, sum Johan O. Damuelsen
hevði savnað. Nýggja útgávan er grundað á fólkateljingar í
Suðuroynni. Í fjør komu út fýra bøkur við fólkateljingum úr
Sumba, Víkarbyrgi, Øgrum, Lopra, Vági, Porkeri, Nesi, Hov og
Fámjin. Í ár verður talan um fýra bøkur afturat, og fevna hesar um
Trongisvág, Tvøroyri, Sandvík, Fróðba, Øravík og Hvalba.
Meginfelag teirra
brekaðu helt 25 ára
føðingardag sín í
Norðurlandahúsinum
í gjár. Løgmaður
setti tiltakið, Doris
Hansen greiddi
frá søguni, Jógvan
Fríðriksson hugleiddi
evni brekað og lands
rættardómarin,
Holger Kallehauge,
greiddi frá viðurskift
um og rættindum hjá
teim brekaðu í altjóða
høpi
MBF
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað var løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, sum setti føð
ingardagshaldið hjá Meg
infelag teirra Brekaðu í
gjár. 25 ár eru liðin síð
ani felagsskapurin fyri
fyrstu ferð sá dagsins
ljós, og í tí sambandi var
skipað fyri einum stórum
føðingardagshaldi í Norð
urlandahúsinum, har fyri
lestrar, tónleikur og okkurt
til matna var á skránni.
Jóannes Eidesgaard vísti
til søguna um miskunnsama
samariubúgvan og segði,
at tað ofta er ov langt frá
hugsan til gerð.
– Virðini mugu býtast
soleiðis, at øll fáa okkurt
gott burtur úr, og støðan
hevði verið munandi verri,
um onki MBF, segði løg
maður í setanarrøðu síni.
Skúlin ikki fyri øll
Doris Hansen hevur skrivað
bókina “Søgan um hini”, og
greiddi frá søgu felagsins.
Hon vísti á, at tað eru tær
ytru umstøðurnar, sum er
avgerandi fyri, hvussu stórt
brekið hjá tí einstaka er.
Doris Hansen helt, at nógv
er hent á økinum seinastu
árini, men enn er langt eftir
á mál vísti hon á.
– Sjálvt um vit hava eina
lóg sum sigur, at skúlin er
fyri øll, so er veruleikin ein
annar, segði Doris, og seinni
stuðlaði Leila Solmunde
henni eisini í hesum, tá hon
greiddi frá bóklinginum,
sum verður útgivin nú, har
tað kemur fram, at tað eru
langt frá allir skúlar, sum
eru atkomiligir hjá fólkum
við breki.
– Eitt gott samfelag fyri
brekað, er eitt gott samfelag
fyri øll, vísti Doris Hansen
á, at enda í røðu sínari.
Breki og skeiva smíli
Í millum ymsu røðararnar
var tónleikur, og áðrenn
Jógvan Fríðsriksson fekk
orðið, sluppu áhoyrararnir
at leggja oyru til væl
klingandi horntónleik við
klaverfylgispæli afturvið.
Jógvan Fríðriksson ávar
aði beinanvegin ímóti, at
hansara fyrilestur ikki var
fyri erkvisnar sálir. “Brek
við einum skálkabrosi”
kallaði hann hugleiðingar
sínar, og tað var sanniliga
við einum skálkabrosi at
hann lýsti evni “brek”.
Jógvan prestur greiddi
frá, at vanliga virðingin fyri
brekaðum í dag, er sum við
eini pappeskju við gløsum
í. Vit mugu vera øgiliga
varin hvussu vit fara við
eskjuni, tora ikki heilt at
taka í og nerta við, sum vit
annars høvdu gjørt, men
tað mugu vit leggja av.
Jógvan Fríðriksson tosaði
nógv um sjálvspei, og
hvussu umráðandi tað var
at hava henda eginleikan.
– Sjálvspei er frígerandi
orka, og skálkabrosið tekur
neiliga broddin av ymiskleika
og fordómum, segði hann.
Í sama viðfangi vísti
hann á, at tað helst hevði
tænt øllum, um vit og MBF
løgdu tað sjálvtignarliga
á hillina, og Jógvan Fríð
riksson minti á orðini hjá
Møllehave um, at humor
minkar um frástøðuna mill
um menniskju.
Mugu vera sjónlig
Tá
Jógvan
Fríðriksson
hevði fingið skálkabrosið
fram á øllum áhoyrarunum,
fekk Holger Kallehauge
orðið. Holger Kallehauge
er fyrrverandi landsrættar
dómari.
Hann bar heilsu frá DSI
og DTU, sum eru felags
skapirnir
hjá
donskum
brekaðum, og ynskti MBF
hjartaliga tillukku við deg
num.
Skemtandi segði hann,
at tað ikki var hvørjum til
lutað fylla sama dag sum
ST, men at tað gav høvi til
at tosa um brekað í einum
altjóða sjónarhorni.
Holger Kallehauge var
minti á nøkur viðurskifti,
ið gera seg galdandi hjá
øllum brekaðum.
25 ár við
einum
skálkabrosi
Allir hesir vóru og lýddu á fyrra
part av tiltakinum, men eftir
steðgin sum var, so hvurvu næstan
allir av onkrari undarligari orsøk
Leila Solmunde og
Holger Kallehauge lýða
á ein av fyrilestrunum