mikudagur 25. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 25. oktober 2006
7
tíðindi
Broyta framsýning
Seinastu tíggju árini hevur Fornminnissavnið
havt somu framsýning, men nú er gjørt av
at broyta hana, og tí verður framsýningin í
Brekkutúni í Hoyvík stongd til hálvan mai. Tá
verður tann nýggja klár. Ætlanin hjá savninum
er, at tann nýggja framsýningin skal gera meiri
burtur teimum eldru pørtunum av okkara søgu
og tí fornfrøðiliga tilfarinum, sum savnið eigur
á goymslu. Í sama viðfangi fáa gólvini og
ljósskipanin ábøtur.
100 tkr. til B71
Tað var ikki eiti á gáva, sum B71 fekk frá Sands
Kommunu, nú felagið aftur hevur vissað sær sæti
í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Á móttøku í
gjárkvøldið læt kommunan gávur til bóltfelagið í
oynni og til Ragnvald Joensen, sum her fyri stóð seg
so sera væl á Special Olympics. B71 fekk ein málning
umframt ein kekk á 100.000 kr. Ragnval fekk ein kekk
á 5.000 kr. Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, fegnaðist á
móttøkuni um góðu úrslitini hjá Ragnvaldi og hjá B71,
eins og hann vísti á týdningin, sum eitt virkið ungdóms-
og frítíðarlív hevur fyri trivnaðin í oynni.
–
Menniskjur
við
breki mugu vera sjónlig,
tí politikararnir taka sær
ikki av teimum ósjónligu
trupulleikunum, vísti fyrr
verandi landsrættardómarin
á, og legði aftrat, at tað
eru ongir lættir sigrar hjá
minnilutabólkum.
Holger
Kallehauge
greiddi eisini frá sáttmál
anum sum ST skjótt skal
góðkenna, og sum skal
tryggja brekaðum somu
rættindi sum øll onnur, og
allar reglur eru greiðar og
allýstar.
– Við konventiónini verður
forboð fyri at diskriminera
brekað fólk, og trupulleikin
við, at vit eru ein ósjónligur
minnilutabólkur
verður
eisini loystur við hesum,
greiddi Holger Kallehauge
frá.
Samfelagið ber brek
Síðstur á pallinum var
sjálvur formaðurin í Megin
felag teirra Brekaðu. Leila
Solmunde greiddi frá bók
linginum um atkomu, sum
hevur fingið navnið “Skráin
– yvirlit og vegleiðing um
atkomu”.
Henda bókling fekk for
kvinnan í Kommunufelag
Føroya, Rósa Samuelsen,
handað frá Leilu Solmunde,
og tað sama fekk Heðin
Mortensen, formaður í
Kommunusamskipan Før
oya.
Leila Solmunde staðfesti,
at tað er samfelagið, sum
ber eitt brek og ikki tey, tá
tað ikki er pláss fyri øllum.
Føðingardagshaldið hjá
Norðurlandahúsinum
í
MBF endaði við, at boðið
var til pinnamat og vín.
Vert er annars at hefta seg
við, at fleiri landsstýrismenn
vóru uppmøttir til føðingar
dagshaldið og lýddu á með
an løgmaður setti tiltakið.
Men eftir steðgin var at
kalla ongin teirra eftir og
lýddi á.
Jógvan Fríðriksson heldur, at breki eigur at takast við einum
skálkabrosi
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setti føðingardagshaldið
hjá MBF. Framman fyri situr ein deyvatulkur