Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 206 - 25. oktober 2006 tíðindi Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, heldur tað vera umráðandi, at politiski myndugleikin stendur saman um og heldur fast um ta menning, sum er í vinnuni Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur­ holm, at gongdin í før­oys­k­ ari vinnu er, at aðrar vinnur enn høvuðsvinnan í størri mun enn áður eru farnar at kasta av sær til føroyska bú­skap­in. Sum landsstýrismaður í vinnumálum segði hann seg fegnast hesa gongd. - Eg sigi hetta ikki fyri á nakran hátt at seta nið­ur á fiskivinnuna, sum fram­veg­ is er okkara nógv størsta út­ flutn­ing­s­vinna, men fyri at vísa á tað positiva, at gongd er í øðrum vinnum eisini. Hann vísti á, at í samlaða búskapinum eru aðrar vinnur far­nar at ”muna”, og tað er ikki minst í hesum vinnum, vit síggja ta menning, sum er í samfelagnum. - Lutfalsligi parturin hjá øðrum vinnum er soleiðis vorðin størri. Fiskur telir í dag eini 60% í samlaða búskapinum, meðan eini 30% stava frá øðrum vinnum. Ein spegilsmynd Landsstýrismaðurin sigur, at hóast afturgongd var í høvuðs­vinnuni í eini 2-3 ár, vaks arbeiðsloysið merk­ il­iga lítið, og tað sigur okk­ um, at fólk eisini fingu úr­ tøku í øðrum vinnum enn høv­uðs­vinn­uni. - Parturin, sum høvuðs­ vinn­­an tjenar til búskapin, mink­­ar kanska ikki í krón­ um og oyrum, men lut­fals­ ligi parturin av samlaðu inn­tøku­ni er vorðin minni sein­astu árini. At føroyingar seina­stu árini nú eisini eru farnir at skipa fyri altjóða vinnu­stevn­um, er gott dømi um, at meira rørir seg mill­ um manna enn tað, vit eru von við, heldur hann. Í hesum sambandi sipar Bjar­ni Djurholm eitt nú til altjóða vinnustevnuna Faro­ expo, sum í hesum døg­um er í Ítróttarhøllini í Runa­ vík. - Hetta er ein spegilsmynd av tí, sum hendir í sam­felag­ num, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at vit í dag hava nógvar føroyingar, sum á ymiskan hátt virka burturi í heimi – við fyritøkum, fyri før­oys­kar fyritøkur ella í starvi hjá øðrum, sum hava eina útlendska fyritøku. Góðir karmar Bjarni Djurholm vísir á, at ein vinna, sum støðugt er veksandi í Føroyum, er ferða- og flutningsvinnan, sum helst umboðar størs­ta einstaka partin av øðrum vinn­um enn høvuðs­vinn­ uni. - Jú, tað er gleðiligt, at grundarlagið undir bú­skap­ in­um gerst meira fjøltáttað, so­leið­is at tað ikki verður so av­ger­andi tengt at gongdini í fiskivinnuni. Landsstýrismaðurin held­ ur tað vera umráðandi, at politiski myndugleikin eis­ ini stendur saman um og held­ur fast um ta menning, sum er. - Vit mugu soleiðis tryggja vinn­­uni kapp ingarførar karm­­ar við eitt nú hó­skilig­ ari vinnulóggávu, skatta­lóg­ gá­vu og avgjaldslóggávu, so­­leið­­is at vit eru kapp­ing­ar­ før­­ir mótvegis teimum, vit kapp­­­ ast ímóti, sigur Bjarni Djur­­holm. Vinnan skal hava kappingarførar karmar - Tað er gleðiligt, at grundarlagið undir búskapinum gerst meira fjøltáttað, soleiðis at tað ikki verður so avgerandi tengt at gongdini í fiskivinnuni, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum Mynd: Vilmund Jacobsen Heidi spyr Javnstøðunevndin og nevndin, ið virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, skutu herfyri upp , at løgtingsmenn lata sessin frá sær í einar tvær til fýra vikur næsta ár, so fleiri kvinnur, sum eru varatinglimir, kunnu slepp a inn um tinggátt. Nú spyr Heidi Petersen, tingkvinna hjá Tjóðveldisflokkinum, Jóannes Eidesgaard, løgmann, hvat hann heldur um upp skotið, og um hann er sinnaður at gera nakað fyri at fáa tað framt í verki. Country úr Klaksvík til Vág Norðurlandahúsið skipar fyri konsertferð við Peter Abrahmsen & Bell Pepp er Boys, Glymur og Stanley Samuelsen. Konsertirnar verða í Atlantis í Klaksvík, Norðurlandahúsinum í Havn og í Vági. Peter Abrahamsen og hansara Bell Pepp er Boys hava seinastu 10 árini spælt í Danmark og øðrum Norðurlondum. Sjálvir siga teir seg hava “underholdning med en vis kant” og tónleikastílurin er líkist mest kontri blandað við fólkatónleiki. Lutfalsligi parturin í búskapinum hjá øðrum vinnum er vorðin størri. Fiskur telir í dag eini 60% í samlaða búskapinum, meðan eini 30% stava frá øðrum vinnum Mynd: Vilmund Jacobsen