mikudagur 25. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 25. oktober 2006
9
tíðindi
Skeiv kvinna
Læknarnir á størsta sjúkrahúsinum í Norðurevropa, Sahlgrenska Universi
tetssjukehuset í Götaborg ásanna í samrøðu við Aftonbladet, at teir hava
gjørt eitt syrgiligt mistak. Ein 50 ára gomul kvinna kom til regluliga
kanning á sjúkrahúsinum, men av einari ella aðrari orsøk vórðu royndir
hennara blandaðar saman við royndirnar av einari aðrari kvinnu. Tað gjørdi,
at læknarnir tóku annað bróstið hjá henni, sjálvt um tað var frískt.
Samráðast um svartkjaftin
Hósdagin og fríggjadagin verður fundast um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skal
skipast í 2007. Talan er um fyrsta regluliga fundin, síðani strandarlondini – t.e. Føroyar,
ES, Ísland og Noreg – komu ásamt um heildarkvotu og býti millum londini. Høvuðs
endamálið við fundinum í ár veðrr eftirmeta skipanini fyri umsiting av svartkjaftastovni
num. Ein skipan, sum millum annað inniber, at heildarkvotan skal minka við í minsta
lagi 100 tonsum um árið frá 2007 at rokna.
Nú kemur út bók um
tann kenda rokskipar
an Jóan Petur hjá
Mouritsi. Rithøvund
ur er Absalon Absalon
sen, og útgevari er
forlagið Løkur Lítli,
sum høvundurin
sjálvur eigur
BÓKAÚTGÁVA
Jóan Petur hjá Mouritsi
varð føddur í Vági 1894.
Stillisliga livdi hann, og
stillisliga legði hann árar
nar inn undir Vesturgrøn
landi í 1963 í koyggjuni á
seinasta skipinum, hann
førdi.
Í bókini verður sagt frá
um smádreingin, sum lær
arin einki væntaði sær av,
men sum longu 12 ára
gamal sýndi manndóms
mót og áræði og tók teir
vaksnu á bóli.
Sum unglingi var hann
sera ágrýtin. Hann var altíð
millum teir bestu ella best
ur at fiska á skipi í sjálv
drátti. Sum skipari var
hann altíð millum teir
fremstu, og hann veiddi ta
størstu nøgdina, nakað
føroyskt snørisskip fekk
eftir einum ári.
Hann var bara 22 ár, tá
hann fyrstu ferð førdi skip.
Tað várið vórðu teir niður
skotnir á Bankanum, men
manningin varð bjargað á
undursaman hátt. Øll tey
12 skipini, sum tá vórðu
søkt við Føroyar eftir ein
um samdøgri, verða um
rødd í bókini, og nógvir av
monnunum, ið vóru við,
eru nevndir
Sum sjómaður megnaði
Jóan Petur fleiri ferðir tað,
sum fyri øðrum kann tykj
ast ógjørligt, ikki minst
seinnu ferðina hann upp
livdi, at skipið fór til botns.
Eisini ta ferðina varð øll
manningin bjargað undir
ógvuliga torførum umstøð
um..
Sera áhugavert er at lesa
um henda sáttliga og lítil
látaða mannin, sum ongan
háva gjørdi um seg sjálvan,
men sum ikki duldi, at eina
ódnarnátt í havsneyð á
Suðurlandinum upplivdi
hann tað besta, honum
nakrantíð var fyri, tá tann
livandi Gud og Kristi
fullgjørda verk á krossinum
gjørdust hansara álit í
einum og øllum.
Sagt verður frá mongum
sjáldsomum og áhugaverd
um hendingum, og nógvir
persónar verða umrøddir.
Stórur partur av okkara
siglingar- og vinnulívssøgu
verður lýstur, eisini við
nógvum myndum. Sumt av
tí hevur sjálvandi serligt
tilknýti til Vágsbygd, har
ein mongd av fólki úr øllum
landinum vóru í vinnu um
ta tíðina.
Hópur av áhugaverdum
veiðutølum eru tikin við.
734 persónar og 155 skip
og bátar eru nevnd. Høvuðs
persónurin er Jóan Petur,
men ein partur í bókini er
um Dánjal hjá Mouritsi, og
ein annar er um Mourits
hjá Jóan Peturi. Tað setur
sín dám á bókina, at høv
undurin hevur kent teir
tríggjar og hevur sjálvur
verið sjómaður í 52 ár og
siglir enn.
Bókin, ið ber heitið »Jóan
Petur hjá Mouritsi«, er 386
blaðsíður. Hon verður gjørd
hjá Einars Prent og verður í
bókabúðunum um hálvan
novembur.
Kostnaðurin
verður 360 kr, men hon
kann tó bíleggjast frá
útgevaranum fyri 300 kr.
Fólkatal í Suðuroy
1801 – 1911
Í 1999 gav Torgir Strøm í
Porkeri út bøkurnar Fólk í
Suðuroy 1584–1840. Hetta
var tilfar, sum Johan O.
Samuelsen, sjómansskúla
lærari, hevði savnað úr
kirkjubókum, tingbókum,
pantiprotokollum, jarðar
bókum, kongsbókini og
fólkateljingum, og sum
Torgir skrivaði inn á teldu
og síðani gav út. Hetta er
vælegnað tilfar hjá ættar
granskarum.
Torgir hevur nú í fleiri ár
skrivað fólkateljingar í Suð
uroy inn á teldu. Síðani
hevur hann gjørt broyting
ar, rættingar og tillagingar
til hesar fólkateljingar (tann
fyrsta frá 1801 og seinasta
frá 1911). Hetta Fólkatal,
sum nú verður givið út, er
soleiðis ein tillaging úr
fólkateljingunum. Er okk
urt komið skeivt fyri í
fólkateljingunum, er hetta
rættað. Nøvnini eru tey
somu, men stavsetingin er
ikki altíð tann sama sum í
fólkateljingunum. Heitini
eru føroysk, og í staðin fyri
aldur á fólki er føðingar
dagur og ár skrivað. Ymsar
broytingar eru gjørdar við
uppseting soleiðis, at tann
raðfylgjan, sum er í fólka
teljingunum, ikki altíð er
fylgd.
Bøkurnar hava fingið
heitið Fólkatal fyri at gera
mun á hesum bókum og
beinleiðis
avskrivaðum
fólkateljingum. Hesar bøk
ur eru at meta sum eitt slag
av framhaldi av bókunum
Fólk í Suðuroy 1584-1840,
serliga ætlaðar fólki, sum
fáast við ættarkanning,
men vónandi eisini til gleði
fyri onnur áhugað.
Í fjør komu 4 bøkur út í A4 stødd:
Fólkatal fyri Sumba, Víkarbyrgi, Agrar og Lopra 96 síður
Fólkatal fyri Vág 80 síður
Fólkatal fyri Porkeri og Nes 71 síður og
Fólkatal fyri Hov og Fámjin 78 síður
Í ár koma 3 bøkur út í A4 stødd, og tær eru:
Fólkatalið fyri Trongisvág og Tvøroyri 111 síður
Fólkatalið fyri Sandvík, Froðba og Øravík 105 síður
Fólkatalið fyri Hvalba 103 síður
Bøkurnar fáast við at ringja á telefon nr. 315854, nr.
373176 ella nr. 223274 ella skriva teldupost til: pouhan@
post.olivant.fo ella til: torgir@kallnet.fo. Bøkurnar fáast
eisini í bókabúðunum.
Tíðindaskriv
Skattalættin ikki bara borgarligur
Løgmaður ásannaði,
at tað eru ikki øll í
flokkinum, sum eru
eins fegin um skatta
lættan í samgongu
skjalinum. Men hann
heldur kortini, at
skattalættin ikki er so
borgarligur, sum fólk
vilja vera við. Millum
annað tí samgongu
avtalan eisini gav eina
hækkan til Samhalds
fasta
Landsfundur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt av evnunum, ið longu
undan landsfundinum hjá
Javnaðarflokkinum fekk
umrøðu, var skattalættin,
sum er feldur í samgongu
skjalið.
Fleiri vildu vera við, at
talan var um borgarligan
politikk, so tað forslær, tí
skattalættin var mestur hjá
høgu inntøkunum. Og onn
ur hildu tað vera skeivt, at
eitt samgonguskjal verður
orðað, har skattapolitikk
urin verður fastlagdur fleiri
ár fram í tíðina, hóast bú
skaparligu
fortreytirnar
ikki eru kendar, tá avtalan
verður gjørd.
Og serliga hesum seinasta
gav løgmaður – sum eisini
er floksmaður – viðhald í
á landsfundinum.
– Eg eri samdur við teim
um, sum siga, at tað er ikki
rætt at gera avtalu um eitt
nú skattalætta fyri eitt fýra
áraskeið, tí búskaparstøðan
kann skjótt broytast, og tí
skal ein skattalætti avtalast
ár um ár. Eitt nú talar bú
skaparstøðan í dag ikki
beinleiðis fyri skattalætta,
tí upphitingin er stór, og vit
hava undirskot á okkara
handilsjavna.
Hinvegin er Jóannes
Ejdesgaard ikki samdur í,
at tað bert eru høgu lønir
nar, sum hava fingið ágóð
an av skattalættanum.
– Okkara progressivi
skattastigi ger, at lágar inn
tøkur rinda lægri skatta
prosent enn høgar inntøk
ur. Men ein rindar toppskatt
av seinast vunnu krónun
um, tá árliga inntøkan fer
upp um tað mark, sum er
ásett fyri hægsta skattapro
sent.
– Tað er eingin loyna, at
ein vanlig arbeiðaraløn
liggur sera tætt at markinum
fyri føroyskan toppskatt og
fer helst upp um uttan
yvirtíðararbeiði. Velur arb
eiðarin at arbeiða eitt sind
ur yvir, so verður øll yvir
tíðin skattað við hægsta
skattaprosenti. Og tað er
júst hetta, sum skatta
lættarnir skulu broyta og
hava broytt. Lønarvøkst
urin í sær sjálvum ger tað
neyðugt at dagføra skatta
stigan, tí annars lækkar
markið fyri toppskatti. Við
skattalættanum fer at bera
til hjá lág- og miðalinntøk
um at arbeiða yvir uttan at
gjalda toppskatt oman fyri
50%. Men hin vegin, so vil
ein skattalætti til hesar
bólkar altíð merkja, at eis
ini hægri inntøkur fáa sítt
burturúr. Tað er innbygd í
sjálva skipanina,
Fingu eisini sítt
Og hartil vísti løgmaður
eisini á, at Javnaðarflokk
urin eisini fekk sín part, tá
avtalan varð gjørd.
– Saman við hesari av
talu gjørdu vit eisini av, at
arbeiðsmarknaðareftirløna
rgrunnurin skuldi hækkast
við einum fjórðingprosenti
frá hvørjum parti hvørt
árið tó við hálvum prosenti
frá hvørjum parti komandi
ár. Hetta hevur m.a. havt
við sær, at Samhaldsfasti
frá 1. januar næsta ár fer
upp um 2.000 kr., um mán
aðin. Tá fer ein stakur pen
sjonistur, sum ikki hevur
aðrar inntøkur, at fáa góðar
9.000 kr. um mánaðin og
ein hjún, bæði pensjonistar
við ongum øðrum inntøk
um, góðar 15.000 kr. um
mánaðin. Vallyftið okkara
var 10.000 kr. fyri tann
staka og 16.000 kr. fyri
hjúnini, segði løgmaður
millum annað á landsfundi
num um vikuskiftið.
Bók um Jóan Petur hjá Mouritsi