Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 206 - 25. oktober 2006 So kom hann – fyrsti kavin. Og tað eigur at fáa allar bilførarar at rakna við – koyra eftir umstøðunum sjálvandi, men at vera serstakliga árvakin í ferðsluni. Tað kann ikki sigast nóg oftani við bilførarar kring alt landið, nú tað er farið at hvítna og vegirnir gerast hálir: verið uppaftur meira ansin í ferðsluni. Tí áðrenn tit varnast tað, so hava tit mist tamarhaldið á bilinum og eru til stóran vandi fyri onnur og tykkum sjálvi. Her verður serstakliga mint á tey mongu støðini, har børn og ung ferðast til og frá dagstovni og skúla. Síðani teir mongu gonguteigarnar fyri ikki at tosa um mongu handlarnar, sum liggja við veg við nógvar ferðslu. Nú ferðslumál annars verða umrødd kemur fram, at føroyski ungdómurin er í nógv størsta vanda sammett við okkara grannalond. Sambart RfF doyggja lutfals­ liga fleiri fólk í ferðsluni í Føroyum í mun til hini Norðurlondini. Sambart talvu yvir deyð í ferðsluni millum 15 og 24 ár í tíðarskeiðnum 1997 og 2005, liggja Føroyar óhugnaliga nógv fremst. Vegna manglandi kanningar í Føroyum ber ikki til at útgreina tølini, men sambart RfF kemst tað møguliga av, at í hinum londunum er vanligari at fólk ganga, súkla ella taka bussin ella tokið. Tað er avmarkað, hvussu nógvur peningur verður brúktur uppá fyribyrging, kunning, kanningar og tiltøk í ferðsluni her heima. RfF ger eitt stórt arbeiði men vit eftirlýsa eins og RfF eisini eini ferðslutrygdarætlan fyri allar Føroyar, har allir impliseraðir partar eru við so ella so. Ì og við at undirstøðukervið er vorðið so nógv útbygt, og vit í dag kunnu koyra til næstan allar bygdir, krevur hetta eisini, at vit venda øllum ferðslumálum enn einaferð og spyrja, hvussu tey skulu tillagast framtíðini. Hvørja ferðslumentan vilja vit hava og hvørja fáa vit, nú m.a. ungdómar kunnu koyra úr Gásadali til Viðareiðis og heimaftur á nátt – til og úr dansi t.d? Samfelag okkara er vorðið grund­ leggjandi broytt hvat ferðslumynstrinum viðvíkur, at tað er so sjálvsagt, at vit taka spurningin um eina trygdarferðsluætlan fyri alt landið upp. Gott í tykkum á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tit arbeiða við hesum dagliga, og tí eru tað nettupp tit, sum skulu fylgja við og gera myndugleikar og onnur varug við ferðslumál sum heild. Sosialurin Ferðslumentan og broytingartíðir Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Her fyri legði undirritaði, vegna Tjóveldisflokkin, fyri aðru fer í hesum val­ skeiðnum fram uppskot um at broyta lógina um fyri­tíðarpensión soleiðis, at lægsta fyritíðarpensión verður tikin av. Ìstaðin skulu tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensión fáa tað, sum í dag svarar til meðal fyritíðarpensión. Síðan hava ikki færri enn 29 fak­ feløg gjørt vart við, at tey taka fult og heilt undir við uppskotinum. Og er hetta ein greið ábending um, hvussu neyðugt tað er at fáa hesa broyting framda. Málið er ikki viðgjørt í tinginum enn, men leggur landsstýrismaðurin í al­mannamálum líka í tað. Hann hevur longu verið úti og boðað frá, at lægsta fyri­tíðarpensión skal ikki avtakast enn. Fyrst skal eitt átak setast í verk á Arbeiðsmarknaðardeildini hjá Almannastovuni. Eitt átak, sum hevur til enda máls at fáa fyritíðarpensionistar út á arbeiðsmarknaðin. Lands­stýrismaðurin ætlar at styrkja deildina soleiðis, at tað skal vera møguligt at fáa fyritíðarpensionistar til arbeiðis. Tað er sjálv­ andi best fyri flestu okk­ ara at arbeiða heldur enn at fáa pensión. Men loyvir ein sær at ivast í, at lands­ stýrismaðurin hevur orðað hesa ætlan saman við nøkr­ um á Almannastovuni. Tey, sum hava royndir innan økið vita fullvæl, hvussu torført tað er at útvega størv til førleikatarnað fólk, tey vita hvussu strilti tað gongur, at fáa arbeiðspláss at taka slík fólk í arbeiði. Fólk, sum kenna økið vita eisini, at primera ar­beiðs­ uppgávan hjá Arbeiðs­ mark­n­aðardeildini er at hjálpa fólki at fáa arbeiði, sum enn ikki hava fingið pensión játtaða. Og nú skulu tey so eisini taka sær av teimum, sum hava fingið pensiónina. Vit tosa ikki um fimm ella tíggju fólk, vit tosa um gott 500, sum hava lægstu fyritíðarpensión, og møguliga um nøkur, sum fáa meðal. Krevur fólk og tíð Nú veit eg væl, at hvørki landsstýrismaðurin ella nakar annar bara droym­ir um at fáa allar fyritíðar­pension­ istar út á arbeiðsmarknaðin. Men skal nakar logikkur vera í, at siga at slíkt átak er alternativ til uppskot Tjóðveldisfloksins, so tosa vit væl um, at nakrir hundrað fyritíðarpensionistar koma út á arbeiðsmarknaðin 2007. Og gera vit tað, so skal Arbeiðsmarknaðardeildin ikki bara styrkjast, so skulu flestu starvsfólk á Almannastovuni leggja ver­ andi arbeiði nið­ur og fara í starv á Arbeiðs­markn­ aðardeildini. Ja, deildin skal í hvussu er hava oman fyri 50 starvsfólk, um nak­að sum helst høpi og samsvar skal vera í. Ein arbeiðsmarknaðardeild við 8-10 fólkum, eg veit ikki hvat HPS ætlar, hevur ongan verðsins møguleika at fáa fleiri hundrað fyri­ tíðarpensionistar út á arbeiðs­ marknaðin 2007. Bara tað at finna arbeiðs­plássini krevur eina rúgvu av tíð og starvsfólkum. Og so er eitt ótal av arbeiðsuppgávum umframt. Oman á alt kemur so eisini, at eitt slík átak er ótrúliga kostnaðarmikið. Tosa vit um virðilig ar­beiðs­ til­boð, tosa vit um virði­liga løn, so skal rokn­ast við, at landskassin skal lata umleið eina arbeiðs­manna­løn fyri hvønn fyritíðar­pen­sionist, ið kemur út á arbeiðs­ marknaðin. Nøkur arbeiða ikki fulla tíð, og verður kostnaðurin tá ein brøkur av arbeiðsmannalønini. Vit skulu ikki rokna við, at arbeiðsplássini gjalda serliga nógv av lønini. Í hvussu er ikki fyrstu árini. Vit tosa tí um eitt ótal av milliónum árliga til at løna teimum, sum koma út á arbeiðsmarknaðin. Vit tosa eisini um fleiri milliónir til teirra, sum skulu hjálpa hesum fólkunum at fáa arbeiðsmøguleikarnar. Les­ari skilur uttan iva, at talan er her um tankar ella ætlanir, sum ikki hava nakað sum helst samband við veruleikan. Tosa vit um færri Allarhest hava tey, sum hava tosað við landsstýris­ mannin um hetta mál, hugs­ að um nógv færri fyri­tíðar­ pensionistar sum poten­ tiellar arbeiðstakarar. Og skilur ein eisini væl, at so er. Eingin fegnast meira, enn ein sjálvur um tað, at átøk verða sett í verk fyri at fáa førleikaskerd út á arbeiðsmarknaðin. Men so mugu vit eisini minnast til og ásanna, at eitt slíkt átak ikki kann metast sum eitt alternativ til okkara upp­ skot um at avtaka lægstu fyritíðarpensión. Her er talan um tvey ymisk átøk, sum bæði kunnu sjósetast í senn, sum kunnu koyra paralellt uttan at vera forð­ ing hvørt fyri øðrum. Tað er skilagott at styrkja Arbeiðsmarknaðardeil­d­ina á Almannastovuni soleiðis, at man har verður betri førur fyri og fær betri stundir til at fáa førleikaskerd út á arbeiðsmarknaðin. Eitt átak, sum við tíðini fer at hava við sær, at færri fáa játtað fyritíðarpensión. Vit skulu tó ikki gloyma, at talan er um ógvuliga krevjandi arbeiðsuppgávur, sum ikki kunnu gangast við 50 ella 100 bara soleiðis. Tað ber ikki til at blæsa ein slíka deild upp eftir fáum mánaðum og síðan rokna við, at nú koma flestu fyritíðarpensionistar í arbeiði. Hugsa um fyritíðar­ pensionistarnar Fari tí at nýta høvi til at biðja Hans Paula Strøm um, ikki at hugsa so nógv um at forða lógaruppskotum Tjóðveldisfloksins. Fari inniliga at heita á lands­ stýrismannin um at hugsa um trongu støðuna, okkara fyritíðarpensionistar eru í. Serliga teir, sum fáa lægstu fyritíðarpensión. Teir eru lægst lønti bólk­ urin í samfelagnum í løt­ uni, tí er alneyðugt at fremja tær broytingar, sum Tjóðveldisflokkurin hevur skotið upp. Tað er alneyðugt at fremja tær beinanvegin. Einki, púrt einki, forðar fyri, at landsstýrismaðurin samstundis arbeiðir fyri sínum ætlanum um at styrkja Arbeiðsmarknaðardeild­ ina á Almannastovuni. Ger hann bæði tingini, so hevur hann við einum styrkt mun­ andi um støðuna hjá teim­ um, sum fáa lægstu fyri­ tíðarpensión. Annars kann ein ikki lata vera við at gera vart við hvussu hugstoytt tað er, at politiska viðgerðin av lógaruppskotum frá t.d. Tjóðveldisflokkinum ikki fer fram í tinginum. Landsstýrismenninir hava tikið yvir starvið hjá ting­ monnum, og eru tað teir sum avgera lagnuna hjá lógaruppskotunum. Hans Pauli má vísa fyritíðar­ pensionistunum virðing tingmaður Finnur Helmsdal