Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 25. oktober 2006 11 Nakrar vikur eru farnar síð­ani vanlukkuna á Stord. Eg vil bera mína djúpastu samkenslu til øll tykkum sum hava mist. Hóast ein bara hevur hug til at skúgva syrgiligu hendingina til viks, og koma sær víðari í lívinum, eru viðurskifti rundanum ólukkuna, sum ikki skulu sleppa at standa óátalaði. Spurnartekin um flogtrygdina verða sett Upp í saman hava fjølmiðlar okkara, við flogvitunum uppi í Sortudíki á odda, sett spurnartekin við flog­ trygdina hjá Atlantsflog. Bert fyri at tríva í nøkur dømi: • Ivi verður sáddur um trygd­ina fyrstu ferð, tá Atlantsflog varð kært til SLV fyri at brúka ein pensioneraðan Hans Hansen sum flog­ skipara á einum ferða­ fólkaflogfari. Hóast at ákæran staðiliga varð afturvíst av stjóra, og at enda eisini av SLV. • Ivi varð aftur sáddur um trygdina, tá eitt flog­far hjá Atlantsflog trygdarlendi vegna tekn­ iskar trupulleikar, tvær reisur innan fyri 4 dag­ ar, í Bergen. Í fjøl­miðl­ um okkara vóru trygd­ arlendingarnar skýrdar at vera neyðlendingar. Spurningurin um vænt­ andi trygd verður reistur. Ein neyðlending er ein álvarssom hending, har ein flogskipari einki annað val hevur enn at royna at lenda sum skjótast, hvar tað skal vera. Í mun til eina trygdarlending, har flog­ skiparin hevur góða tíð til at fyriskipa neyð­ug fyrilit. Aftur hesa fer váttar SLV, at Atlantsflog lýkur øll krøv. • OY-CRG fer útav breytini á Stord, og norsku fjøl­ miðlarnir tríva í kóri. Neyðlendingar í Bergen (tíðindi borin út í heim av okkara fjølmiðlum), verða tengdar saman við vanlukkuna á Stord, og í luftini hongur pá­stand­ urin um vánaliga trygd. Ónevndar keldur sleppa framat í tabloid-blaðnum “Verdens Gang”, at greiða frá ræðuligum hend­ingum í flogførum hjá Atlantsflog. Alt sum verður sagt um At­lants­ flog í Noregi, verður kritikk­leyst referera orða­ rætt í heimligu pressu okkara. Hóast SLV, Aker-Kværner og enntá álitisfólk sum flúgva dagliga við Atlantsflog, ikki hava nakað sum helst at finnast at, verða øll hesi tíðindi ókritiskt borin inn í okkara heim. Enntá landstýrismaðurin í vinnumálum sigur at trygdin hjá Atlantsflog er góð, og betri enn hjá so nógvum øðrum flogfeløgum. (Hvussu hann veit tað er forrestin ein góður spurningur.) • Skaðanevndin kemur við eini fyribilsniðurstøðu um at “spoilarar” á OY-CRG ikki vóru virk­nir í vanlukku­eyga­ blikkinum. Fjølmiðlarnir spyrja aftur, um hetta hevur nakað við vant­ andi trygd at gera, men fáa at vita enn einaferð frá SLV, at Atlantsflog lýkur øll krøv. Og tá skaða­ nevndin er komin við eini endaligari niður­ støðu, verður drigið sam­ anum, soleiðis at ein líkn­andi vanlukka ikki skal henda aftur. • Norskir fjølmiðlar fáa onkursvegna at vita frá SLV, at SLV í juni misti álitið á Hans Han­sen, og tískil vildu hava hann frá sum flog­ ovasta. Aftur tengja norsku fjølmiðlarnir og fjølmiðlar okkara hetta saman við væntandi trygd. SLV endurtekur enn einaferð at trygdin er í lagi hjá Atlantsflog. Og at hetta starvsfólkamálið og vanlukkan á Stord einki hava við hvørt ann­ að at gera. Skal spurningur so setast við førleikan hjá SLV? Hvussu ofta hava før­ oysku fjølmiðlarnir, við Út­varpinum á odda, fingið at vita frá SLV, at trygdin er í lagi hjá Atlantsflog? Atlantsflog ger sum SLV, teirra sýnsmyndugleiki, gev­ ur teimum boð um. Eisini tá tað verður sett spurnartekin við ikon okkara innan føroyska flogvinnu síðstu 18 árini, sjálvan Hans Hansen, hvørs lutur í menningini av føroysku flogvinnuni ongantíð skal gloymast. Uttan at drála og uttan at ivast, vóru ásetingarnar hjá SLV settar í verk. Hvussu oftani afturat ætla tit at spyrja Magna um trygdina hjá Atlantsflog? Sýnsmyndugleikin er mín garantur í so máta, og ikki føroysku fjølmiðlarnir ella Magni Arge. Og SLV hevur uppí saman sagt okkum, at Atlantsflog lýkur allar treytir fyri at reka flogvinnu. Um fjølmiðlar okkara ikki taka tað svarið fyri givið, tá má avleiðingin vera at teir seta spurnartekin við SLV sum stovn, og lata Magna, Johan og ikki minst Hans Hansen fáa frið eina løtu. Løgið journalistisk sjálvrós Í 62N varð drigið samanum, og eitt journalistiskt flog­ vit rósti føroysku fjølmiðl­ unum, og ikki minst teim­ um norsku, fyri eitt gott journalistiskt arbeiði, hvat viðvíkur Atlantsflog og van­ lukkuni á Stord. Eg standi bara spyrjandi, tí í vikuni aftaná Stord vóru í Noregi 2 trygdarlendingar og ein neyðlending hjá ávikavist SAS, SAS Braathens og Norsk Heli­ kopt­er. Tíðindini vóru siði­ ligani borin fram í norsku fjølmiðlunum. Men eg leit­­aði til fánýtist eftir grein­­um, har tað var settur spurn­ingur við trygdina hjá SAS, SAS Braathens ella Norsk Helikopter í norsku fjølmiðlunum. Í vár vóru tíðindi frammi um, at sjálvur tekniski stjorin hjá SAS hevði fingið eina missálitisváttan frá SLV. Í tí sambandi finnast ongar greinar ella tíðindastubbar um generelt væntandi trygd hjá SAS, sum koma nær­ námind tí, tey føroysku flog­ vitini klára at vinda burtur úr sær. Kann tað vera tí at norsk­ ur journalistiskur etikkur bert er galdandi, tá norskir fjølmiðlar skulu umtala norsk viðurskifti? Helst er tað so, at tað er lættari hjá norskum jour­ nalistum at seta spurnartek­ in við eitt útlendskt flog­ felag, enn eitt norskt flog­ felag. Her í Føroyum hava vit, at síggja til, enn okkara nationalu undirlutakenslur at berjast við, tí her sýn­ ist tað nógv lættari at seta spurnartekin við eitt før­ oyskt flogfelag enn eitt út­ lendskt flogfelag. Lutfallsliga nógvar flog­ vanlukkur hava verið í Før­ oyum, og ongan­tíð minnist eg at fjølmiðl­ arnir í eftirtíð hava sett spurnartekin við trygdina hjá t.d. Maersk Air, Icelandair ella Donsku Flogverjuni. Framtíðin hjá Atlantsflog í Noregi Eitt er at vanlukkan á Stord hevur loypt hvøkk á fólk, men neiliga umtalan av Atlantsflog hevur, umframt at summir norðmenn aftra seg við at seta seg í eitt ”billigfly” frá Atlantsflog, eisini fingið álvarsligar av­leiðingar fyri Sørstokken flogvøllin. Flugvingin hjá Atlantsflog er flutt til Haugesund, og flogvøllurin á Sørstokken hevur mist helvtina av inntøkum teirra. Hvussu samstarvið mill­­­um Aker-Kværner og At­lants­­flog fer at síggja út í fram­­tíðini er ilt at siga, men út­litini fyri framhaldandi sam­starvi eru sjálvsagt ikki so góð sum framman undan vanlukkuna. Um so er, at Atlantsflog missur sáttmálan, er tað spell at kunna vísa á at ein av orsøkunum var, at føroysku fjølmiðlarnir ikki skiltu tann greiða boðskapin frá SLV, nevniliga at At­lantsflog er eitt flogfelag, sum hevur øll viðurskifti í lagi, og ikki stendur aftan fyri nakað flogfelag í tí danska kongaríkinum. Við áhaldandi spurn­ ingum um væntandi trygd hjá Atlantsflog, væl vitandi um, at trygdin allatíðina hevur verið ílagi, hava føroysku fjølmiðlarnir sett umdømi hjá Atlantsflog í vága. Tit hava eisini loypt óneyð­ ugan fjáltur á øll okkum sum brúka Atlantsflog, uttan at nakrar sakligar grundir hava verið til tess. Revolvarajournalistikkur er viðhvørt uppá sítt pláss, men ikki tá ein við­gerð álv­ arsmál sum t.d. flog­trygd. Journalistar okkara skulu vera glaðir fyri, at ein altjóða eftirlitsmyndugleiki ikki andar teir í nakkan alla tíðina. Himmalin viti hvussu nógvir høvdu verið hirdir til hús vegna væntandi pappírir. Tit hava eitt lógarbundið frælsi til at skræða tykkum um hvat sum helst, seta viðkomandi ella óviðkomandi spurningar, hanga persónar út um tit vilja tað, bera faktuelt skeiv tíðindi enntá, bara tit rætta ella siga orsaka innan fyri rímiliga tíð. Frælsi og ábyrgd plaga at fylgjast, so fari tit inn í tykkum sjálvi, og finni út av, hvørjar ábyrgdir tit hava í mun til Føroya Fólk, Atlantsflog og ikki minnst tykkara fak. Tað hevði verið okkum øllum at sóma. Flogtrygd, hvat er tað? Meðan okkara fjølmiðlar royna at finna útav hvat munurin er á flaps, brems­ um og spoilarum, neyð­ lendingum og trygdar­lend­ ingum, informatiónsljósum kontra ávaringarljósum, tekn­iskari trygd og opera­ tivari trygd hjá Atlantsflog, um BAE-146 er ein góður flugvari ella ikki, virkar flogvinnan víðari um allan heim. Og av og á hendir ein vanlukka. Longu í 2012 vænta tey mest svartskygdu, at ein stór vanlukka fer at henda einaferð um vikuna. Ikki tí at trygdin versnar, men tí at talið av flogferðum verður størri. Áðrenn Wright brøðurnir fóru á flog á fyrsta sinni, var sannlíki fyri, at ein ætlað flogferð gekk eftir vild, akkurát 0%. Sum árini hava gingið, eru dygdin á flogførum og flogskiparum vorðin betri, hvørt óhapp hevur lært okkum okkurt nýtt, og sannlíki fyri at ein flogferð gongur væl er støðugt hækkað, soleiðis at í dag aftra bert fá seg við at fara í eitt flogfar. Men hugtakið 100 % (les eitthundrað procent) flog­ trygd soleiðis sum føroysku fjølmiðlarnir ynskja tað at vera, finnst tíverri ikki. Tí sannlíki fyri at alt gongur væl, sambært hagtølunum, á eini ætlaðari flogferð er 99.999911 %. Næstan 100%, men ikki 100%. Tvs. at tað gamla orðafelli ”Einum óhappi kann ein ongantíð vara seg fyri” enn er galdandi, hóast vit øll ynskja tað øðrvísi. Men aftaná vanlukkuna á Sørstokken verður flog­ trygdin eitt vet betri, tí nú arbeiða Atlantsflog, SLV, skaðanevnd og flog­ verksmiðjan saman um at bera so í bandi, at akkurát hetta slagið av vanlukku í heimshøpi ongantíð aftur fer at henda. Hetta verður helst tað einasta positiva, sum fæst burtur úr syrgiligu vanlukkuni feigdardagin 10. okt 2006. Og samlaða trygdin verð­ur helst betri um fólk­ ini, sum mynda før­oysku flogvinnuna fáa eina virðiliga viðferð í fjøl­miðl­ unum. Tí eingin veit hvørjar avleiðingar áhaldandi fjøl­ miðlatrýst hevur á eitt flog­ felag, og tey starvsfólk ið har starva. Tey eru bara menniskju sum vit onnur... Við etiskum og perspektiv­ erandi fjølmiðlakvøðum Flogtrygd og fjølmiðlar Leon Smith viðmerkingar Jeg er en dansk mand og homoseksuel – bøsse. Med stigende forfærdelse læser jeg læst om homoseksuelles vilkår på Færøerne – en del af det danske rigsfællesskab – og en øgruppe, som jeg via min meget høje skat er med til at finansiere Færøske homoseksuelle er nødt til at gå stille med dørene. For det samfund, de lever i, tolererer dem ikke af moralske og religiøse årsager. Så mens resten af den vestlige verden har bevæget sig frem mod større frihed og tolerance, ja, så lader det til at Færøerne – på linie med en række muslimske lande – vælger at bevæge sig den modsatte vej. Borgerne i Thorshavn kan naturligvis ikke gøres ansvarlige for det rystende overfald på en ung, fær­øsk homoseksuel. Men den fær­ øske befolkning har et med­ ansvar, når homo­­seksu­elle på øerne IKKE er omfattet af anti­­diskriminations­ lovgiv­ning­en. Og den fæ­røske befolkning har et ansvar for, at registreret partnerskab IKKE eksi­ sterer på Fær­øerne i mod­ sætning til resten af de nordiske lande. Jeg har i 19 år levet i fast parforhold med en anden mand. Vi elsker og ærer hinanden og har besluttet at leve vores liv sammen. I de sidste 15 år har vi været gift – vi lever i et registreret partnerskab. Det vil sige, at vores parforhold er anerkendt af det officielle Danmark. Kommunen og staten accepterer vores forhold på lige fod med de forhold, vores hetero­ seksuelle naboer lever i. Naturligvis! På Færøerne ville vores forhold ikke være anerkendt. Færøsk lovgivning fortæller sådan set, at det ikke er okay at være homoseksuel. Desværre! For Færøerne er et sted, jeg faktisk gerne ville besøge. Men ligesom jeg ikke tager til Iran – dér ville de hugge hovedet af mig, fordi jeg elsker en mand – så tager jeg heller ikke til Færøerne for at bruge mine turistkroner – for på Færøerne accepterer man mig heller ikke. Jeg risikerer sågar at få bank. Kære færinger – hvad vil I stille op? Mens I tænker over det, så betaler jeg min skat, mens ordet rigsfællesskab giver mig en stadigt dårligere smag i munden. Til færingerne Frilands Allé 28, 2500 Valby Hans Nørgaard