mikudagur 25. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 206 - 25. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 27. oktober kl.
16 til 18 letur ein framsýning
við málningum og grafikki
hjá Jónu Rasmussen upp
í Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Vit kenna Jónu Rasmussen
mest frá tí grafisku síðuni
– hendan framsýningin er
meira merkt av litum. Fram
sýningin fevnir um eina tíð,
har Jóna Rasmussen hevur
arbeitt við málningum, nakað
av grafikki er tó eisini við á
framsýningini. Dóttir Jónu,
Sigrið Rasmusen, kemur at
syngja undir ferniseringini
saman við gestatónleikara.
Framsýningin verður opin
til 9. november, týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Jóna Rasmussen í Focus
Í døgunum frá 27. oktober til 9. november hevur Jóna Rasmussen, listakvinna, framsýning í
Galerie Focus
Mynd: Jens Kristian Vang
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 27. okotobur
kl. 17.00 byrjar eitt MC-
tiltak uppi í Miðlon við
Hoyvíksvegin. Tað er MC-
felagið Holy Riders, ið skipa
fyri ymsum til undirhalds og
framsýningar.
Sangluttøkur
Tríggjar sangløtur verða á
pallinum í erva, har Theodor
Petersen syngur fríggjadagin
kl. 18.00. Leygardagin 28.
oktobur kl. 11.00 syngja
systrarnar Vanja. Laila og
Barbara og kl. 14.00 syngur
Lisa Frederiksberg.
Framsýningar o.a.
Við høvuðsinngongdina er
framsýning av ymsum motor
súkklum. Eisini verður borð
dekkað við Biker-Bíblium
og øðrum bíbliuútgávum
frá felagsskapinum “Bible
for the nations”. Í hesum
døgum verða lutaseðlar
seldir til fram fyri felagið
Holy Riders og sum stuðul
til nýggjar útgávur av Biker-
Bíblium, og so hevur Holy
Riders eisini eitt blandað
úrval av reklamulutum, sum
verða seldir sum stuðul til
felagið. Lisa Frederiksberg
selur eisini sína nýggju
fløguútgávu og signerar, um
ynskist.
Harley Davidson
Føroyar sýnir fram
Sum eitt eyka tiltak, verður
Harley Davidson Føroyar
eisini við í tiltakinum, og
sýna teir fram nýgjastu
2007 útgávurnar av HD-
súkklum, umframt blandað
úrval av vørum frá hand
ilssamtakinum “4 Bik
ers”, har m.a. nógv góð
leðurklæðir fáast, umframt
ymsa trygdarútgerð til motor
súkklur.
Øll eru hjartaliga væl
komin til tiltakið.
Holy Riders MC
Føroyar skipa
fyri MC-tiltaki
Jóna Nicolajsen, sum í
mong ár hevur virkað bæði
sum venjari og leikari í B71,
býr nú í Tromsø í Norra.
Fótbóltin hevur hon tó ikki
gloymt, tí hon er í uppskoti
til ársins kvinnuliga leikara
í Tromsø umráðnum;
Troms Footballkrets.
Á heimasíðuni hjá Trom
sø økissambandi stendur,
at higartil eru 25 fólk í
uppskoti til ársins leikarar,
dómarar og venjarar. Sagt
verður, at til ber at atkvøða
oktober mánað út. Síðani
skal ein nevnd gera av,
hvørji fáa heitini.
Tey, sum kundu hugsað
sær at atkvøtt fyri Jónu,
kunnu senda ein teldupost
til:
troms.football@
football.no. Sí nærri inni
á heimasíðuni; http://www.
fotball.no/troms/t1.asp?p=
53496&x=1&a=178371
Hendir tað, at Jóna gerst
ársins leikari í Tromsø,
verður hon fyrsti B71-ari,
ið fær henda heiður uttan
fyri landoddarnar.
Skopuningur ársins
leikari í Tromsø?
Jóna Nicolajsen er
í uppskoti til ársins
kvinnuliga leikara í
Tromsø umráðnum í
Norra
Í dag, mikudagin 25. oktober,
verður Joen Jacob Hansen
í Klaksvík 75 ár. Hann er
ættaður av Vágsheygnum.
Foreldrini vóru Simona,
sum var ættað úr Gerðum,
og Hanus Hansen, sum
var ættaður úr Glasstovuni
í Árnafirði. Tey búsettust
á Vágsheygnum og fingu
níggju børn: Oliva (1915),
Anna Kristina (1916),
Jóhanna Malena (1919),
Berta (1921), Olga (1923),
Erik (1924), Kristoffur
(1927), Joen Jacob (1931) og
Marita (1940). Oliva, Berta,
Olga, Erik, Kristoffur og
Jakku búsettust í Klaksvík.
Anna Kristina búsettist í
USA, Johanna Malena í Vest
manna og Marita í Svøríki.
Jakku fór ungur til
skips. Hann sigldi við norð
monnum, við skipum hjá
Kjølbro, har hann í fleiri ár
var við Skálabergi, og í seksti
árunum við línuskipunum
hjá Innistovu monnunum.
Jakku er hegnismaður.
Í 1968 fór hann rættu
liga tilkomin í læru sum
tannteknikari í tannlækna
stovuni hjá svágrinum Fróða
Lassan. Hann hevur fingist
við tannteknikaraarbeiði sein
astu knappliga fjøruti árini.
Áhugan fyri sjólívinum
hevur Jakku ongantíð mist,
og honum hevur dámað væl
at verið á floti.
Jakku er fryntligur og
fyrikomandi maður. Hann
giftist í 1957 við Rannvá
Lassen. Hon er ættað úr
Víkunum. Foreldur hennara
vóru Jóhanna Sofía og Erik
Lassen. Rannvá og Jakku
bygdu í Gerðum. Snøggu
og hugnaligu húsini, sum
Jakku so ofta sæst putlast
uttanfyri, standa á horninum
Oyravegur/Kráargøta.
Rannvá og Jakku eiga tvey
børn – Símun Jákup (1960)
býr í høvuðsstaðnum, og
Eyðfríð (1963) býr niðri.
Abbabørnini eru seks í tali.
Jakku vaks upp á Vágs
heygnum í nánd av plenuni.
Allir dreingir har á leið
royndu seg sum fótbólts
spælarar. Jakku var ein
teirra, sum hevði góð evni
at spæla bólt, og hóast hann
var ungur, tá ið hann fór til
skips, so eydnaðist honum
at vera við til at vinna fleiri
føroyameistaraheiti. Í 1947
var hann á dreingjaliðnum,
sum varð meistari, og hann
var við á 1. liði, sum varð
meistari í 1952, 1953 og
1954.
J
Jakku hjá Simonu 75 ár
Lesið Sosialin - so eru tit við