mikudagur 25. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 206 - 25. oktober 2006
13
Kistan við Poul Sigurd Nielsen í Trongisvági,
ættaður úr Fámjin, fer úr kapellinum á Suðroyar
Sjúkrahúsi, í kvøld kl. 18.00, í Tvøroyar kirkju.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyar kirkju hósdagin kl.
14. Sálmabókin verður nýtt.
Borghild Højgaard, Rituvík, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin 24. oktober, 80 ára gomul.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Kistan við Jon Haraldsen, Vestmanna, fer
úr Landssjúkrahúskappelinum í kvøld kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Vestmannakirkju hósdagin
kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja
minnast Jon, kunnu lata eina peningagávu til
Føroya Blindafelag; konta í Føroya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
26. oktober. Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta
navn, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama
halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað
verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir:
tann sum eigur at verða elskaður.
Mánadagin 23. oktober 2006 fylti
Lise Nolsøe, fyrrverandi yvirlækni á
psykiatriska deplinum á Landssjúkra
húsinum, 70 ár.
Lise, f. Foss, er donsk, ættað úr
Hodder/Thistrup í Suðurjútlandi og
bleiv liðug sum lækni 27 ára gomul.
Kom til Føroya fyrst í 60-unum, har
hon arbeiddi á medisinisku deild á
Landssjúkrahúsinum. Hon hevur
arbeitt í Føroyum í fleiri umførum á
psykiatriska deplinum.
Hon hevur eisini arbeitt á ymiskum
psykiatriskum sjúkrahúsum í Danmark.
Arbeiddi í fleiri ár á Statshospitalinum í
Nykøbing Sjælland. Hevur eisini arbeitt
í Augustenborg, í Risskov, í Esbjerg og
í Hviding, alt innan fyri sálarsjúku. Í
1979 varð hon so útbúgvin serlækni
innan psykiatriina.
Seinastu 10 árini hevur Lise arbeitt
sum yvirlækni á Psykiatriska Deplinum.
Hon var øll hesi árini „fast inventar“ á
Deild 1 og Deild 5, men sjálvsagt vóru
eisini nógvar aðrar uppgávur at loysa,
sum stundum vóru sera krevjandi. Her
verður eisini hugsað um, at tey seinastu
árini hava tað bert verið tveir yvirlæknar
fyri alt økið, so ikki kann sigast annað
enn, at allar hesar krevjandi uppgávur
hevur Lise klárað heilt væl, til hon so
gavst vegna aldur í august í ár. Sum
ein av starvsfeløgunum segði í eini
føðingardagsheilsan til hana: „Og
alligevel føler jeg, tilsammen med de
fleste andre af dine kolleger, at du ved
din faglige arbejdsindsats, dit alment
menneskelige engagement, positive,
optimistiske livssyn, samt humoristiske
måde at være sammen med os på,
tilsammen udgør en vigtig del af det
posale liv på Lægegangen“.
Lise var væl dámd av sjúklingunum,
hon var góð við sjúklingarnar og teir
við hana.
Við sínum stillføra og fyrikomandi
verimáta skapti hon eitt vinarlag
millum seg og sjúklingarnar. Tað sást
best, tá hon gavst – hon fekk hópin av
gávum frá sjúklingunum.
Nú Lise er givin at arbeiða, fer hon ikki
at falla í fátt fyri tað. Hon gongur høgt
upp í listina, er til allar tær framsýningar
sum eru, hon hevur umhugsað at tikið
skeið í “kunsthistorie”. Gongur eisini
til russiskt og til foto. Hon hevur eitt
stórt dyrkilendi í Hodder, har hon
gongur við lív og sál uppí hvussu alt
nørist í besta blóma, har er alt, ein kann
hugsa sær, ið veksur av grønmeti og
fruktum. Hon veltir eplir, øll sløg av
káli, gularøtur øll sløg av berum og
mangt annað. Soleiðis er Lise, alt sum
er livandi og grør, gongur hon fult upp
í við likam og sál.
Í 1971 giftist Lise við Páll J. Nolsøe,
landsskjalavøri, sála, sum t.d. skrivaði
Føroya Siglingarsøgu. Páll doyði í
1996.
Lise eigur ein son, sum eitur Jens og
býr í Klampenborg, og ommudóttrina,
Carla.
Lise var burturstødd føðingardagin.
Lise Nolsøe 70 ár
Til skúlaflokkar og
barnagarðar
Um tit hava hug at uppliva
Sandoynna á ein øðrvísi
hátt, so er møguleikin her.
Listasavnið á Sandi og
Kunningarstovan her hava
lagt høvdini saman og
smíðað eitt tilboð til bólkar.
Hetta er ein sera áhugaverdur
túrur, ið byrjar við at Teistin
fer av Gomlurætt kl. 9.45
um morgunin. Komin til
Skopunar koyra bygdaleiðir
til Listasavnið á Sandi. Inni á
Listasavninum er møguleiki
at
síggja
áhugaverdir
málningar. Farið verður
víðari at síggja Sands kirkju
og so norður í Bygdasavnið í
Koytu. Síðani verður gingið
yvir í Urð at hyggja at Gívr
unarfóti. Bussur fer aftur av
Sandi kl. 13.15, og Teistin
fer av Skopun kl. 14.00.
Túrurin er eitt bólkatilboð,
ið kann lagast til aldurin á
teimum luttakandi, og um
onnur ynski eru, ber væl til
at broyta tilboðið.
Tað ber eisini til at fáa ein
drekkamuð við í tilboðið,
men eisini er møguleiki at
hava matpakka við.
Vendið tykkum til Kunn
ingarstovuna og hoyri
nærri.
Lista- og søgutúrur í Sandoynni
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri pápi, verpápi og abbi okkara
Poul Sigurd Nielsen
Trongisvágur, ættaður úr Fámjin
andaðist leygardagin 21. oktober, 85 ára gamal á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Kistan fer úr kapellinum á Suðroyar Sjúkrahúsið,
ónskvøldið 25. oktober kl. 18.00 í Tvøroyrar kirkju.
Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju tórsdagin 26.
oktober kl. 14.00.
Sálmabókin verður nýtt.
Familjunnar vegna
Páll og Alvi