Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 206 - 25. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Góð íløga Fyri einum góðum ári síðani keypti A.P. Møll­ er-Mærsk ein part av einari stórari oljuverk­ ætlan í Kolombia, og nú bendir nógv á, at hetta var ein sera góð íløga, skrivar Børsen. Sambært blaðnum kann danska felagið fáa einar 100 milliardir krónur burtur úr íløguni tey næstu 15- 20 árini. Tað er brasilska felagið Petrobras, sum borar fyri Mærsk, og tað felagið sigur seg hava sera góðar vónir um úr­ slitið. Í danska felagnum vilja tey harafturímóti einki siga um útlitini. Tey vátta bara, at Pe­­tro­ bras borar fyri Mærsk. Charles kannast Sum hertogi av Cornwall fær Charles prinsur løn frá hertogadøminum. Henni hevur hann goldið skatt av, men nú er illgruni um, at hann hevur ikki goldið skatt av sínum kapitalvinningi og heldur ikki felags­ skatt. Sky News veit at siga, at ein serlig skatta­ kanningarnevnd hevur biðið fíggjarmálaráðið í London greiða frá, hví prinsurin ikki hevur goldið tann skatt, sum hann skal gjalda sam­ bært lógini. Samstundis hevur nevndin biðið um innlit í øll inntøku- og skattaviðurskifti hjá prinsinum. Sky News sigur, at kemur nevndin eftir, at Charles hevur snýtt skattavaldið, kann hann fáa eina stóra eyka­ rokning. Jeltsin sjúkur Fyrrverandi russiski for­ setin Boris Jeltsin liggur á sjúkrahúsi í Týsklandi, har hann skal kannast fyri hjartað. Fyri tíggju árum síðani fekk Jeltsin eina sokallaða bypass- skurðviðgerð í Moskva, og síðani hevur hann verið til regluligar kann­ ingar á einum sjúkrahúsi í Berlin. Jeltsin hevur verið heilsuveikur í mong ár, og hansara heilsa bleiv ofta umrødd, meðan hann var russ­ iskur forseti frá 1991 til 1999. Harafturímóti hevur hann verið lítið frammi í fjølmiðlunum, síðani hann fór frá. – Handan pelikanin var eftir øllum at døma ikki nøgd við 5,5 kilo av fiski bretskur fuglafrøðingur Undirtøkan hjá bretska arbeiðara­ flokkinum er nú tann minsta í 20 ár. Var parlamentsval í Bret­ landi í dag, hevði arbeið­ara­ flokurin fingið ein dyggan frammaná. Er ein mein­ ingakanning hjá blaðnum The Guardian eftirfarandi, hevði flokkurin fingið 29 prosent av atkvøðunum og heili 10 prosentstig minni enn tann konservativi and­ støðuflokkurin. Sambært The Guardian hevur stuðulin hjá arb­eið­ araflokkinum ikki verið so lítil síðani 1987, tá Marga­ reth Thatcher vann fyri triðju ferð. Í kanningini fáa tey konservativu 39 prosent og liberaldemokratarnir 22 prosent. Kríggið í Irak og áhald­ andi kreppur í stjórnini hava ikki bøtt um umdømið hjá Tony Blair, forsætis­ ráðharra og flokkinum, sjálvt um eygleiðarar eru á einum máli um, at lands­ fundurin herfyri eydnaðist væl, og at fleiri aftur fingu álit á Blair og flokkinum. Her er eisini vert at hava í huga, at kanningin hjá The Guardian samsvarar ikki rættiliga við aðrar kann­ ingar, sum eru gjørdar teir seinastu dagarnar, tí sam­ bært teimum er undirtøkan heldur frægari, enn kann­ ingin hjá The Guardian vísir. Blair á botni Tann seinasta meiningakanningin er ikki serliga hugaligur lesnaður hjá Tony Blair, forsætisráðharra. Fólk í einari lund í London fingu eina ógvuliga sjáldsama sjón seinnapartin í gjár. Tað kendist, sum at hugnin hvarv í St. James's lundini í London eina løtu seinna­ partin í gjár, tá fólk gjørd­ ust vitni til ein sjáldsaman tilburð í fuglaheiminum. Ein dúgva, sum gekk og pikkaði breyðmolar og annað smátt, varnaðist eftir øllum at døma ongan vanda, fyrr enn ein pelikan kom og tók hana upp í nevið. Fólk, sum sóu til­ burðin, greiddu frá, at dúgv­ an stríddist fyri lívinum í einar 20 minuttir, áðrenn tað eydnaðist pelikanini at svølgja hana. – Pelikanin gloppaði nevinum einar tvær ferðir, meðan dúgvan stríddist. So eydnaðist tað henni at venda dúgvuni, so hon kundi svølgja hana eftir høvdinum. Dúgvan flags­ aði, líka til hon fór niðurum, greiddi myndakvinnan Cathie McNaughton frá. Bretskir fuglafrøðingar eru ovfarnir av, at pelikanin tók dúgvuna. – Allar lærubøkur siga, at pelikan livir av fiski, so hetta var sera óvanligt, sigur ein talsmaður hjá ein­ um bretskum fugla­frøði­ felagsskapi. Hann vísir á, at pelikanirnar í St. James's lundini fáa 5,5 kilo av fiski um dagin, men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið hjá øllum. Pelikanir hava verið í St. James's lundini líka síðani 1664, tá Charles II kongur fekk fuglarnar frá russiska sendiharranum. Í dag eru tær fimm í tali. Pelikan svølgdi dúgvu Amerikanski herurin kann vinna øll kríggj, sigur verjuovastin. Hóast USA er í kríggi í Irak og Afghanistan, forðar tað ikki fyri, at landið eis­ini kann klára eitt kríggj afturat, sigur Peter Pace, verjuovasti. Hansara støða er greið: – USA kann vinna eitt kríggj afturat, sama nær og hvar, sigur hann og leggur afturat, at amerikanska hermegin er so stór, at hon er før fyri at átaka sær eitt kríggj afturat í morgin, um tað skal vera. Generalurin avsannar so­ statt gitingar um, at USA kann einki gera við eitt nú Norðurkorea, so leingi amerikanski herurin hevur so nógv herfólk í Irak og Afghanistan. Hinvegin ásann­ar Peter Pace, at skuldi USA verið noytt upp í eitt kríggj afturat nú, hevði hetta kríggið uttan iva kravt fleiri sivil manna­ lív enn hini bæði, tí tær flestu fregnartænastu­kreft­ irnar verða brúktar aðra­ staðni. – Men tað er eingin ivi um, hvør hevði vunnið, leggur Peter Pace afturat. USA klárar eitt kríggj afturat