Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 206 - 25. oktober 2006 ] Í síðsta dystinum í EM-undankapping í Norðurírlandi fekk føroyska liðið javnleik. Við eitt sindur av hepni kundu teir tó vunnið henda dystin. Teir høvdu eisini møguleikar at fáa enn fleiri stig. FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Síðstu vikuna hevur før­ oyska U-17 landsliðið verið til EM-undankapping í Norð­urírlandi, har teir hava verið í bólki saman við Sveis, Kypros og vertunum úr Norðurírlandi. Áðrenn fráferðina úr Føroyum høvdu føroyingar vónir um at fáa stig, men venjarin, Pætur S. Cle­ mentsen, ásannaði, at fyrsti dysturin, sum var ímóti Sveis, fór at vera trupul. Hann metti hinv­ egin, at stigini skuldu fáast í dystunum ímóti Norður­ írlandi og Kypros. Sum so fekk Pætur eisini rætt. Føroyar tapti teirra fyrsta dyst ímóti Sveis, men úrslitið var sera gott. Í fyrra hálvleiki kláraði føroyska liðið at halda málið reint, og okkara lið hevði eisini ein stóran møguleika at leggja seg á odda, tá ein av leikarunum gjørdist einsa­mallur við sveisiska málverjanum. Sveisiski mál­­verjin bjargaði tó møgu­ leik­anum, og tí var støðan 0-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki legði Sveis bragdliga fyri, og eftir góðar 10 minuttir gav hetta úrslit. Teir løgdu seg á odda 1-0, og henda støðan helt sær restina av dystinum. Vit frætta tó úr Norðurírlandi, at føroyska liðið trýsti Sveis síðstu løtuna, og at teir spældu ein góðan dyst ímóti einum av heilt góðu liðunum í Evropa. Góður dystur á Windsor Park Leygardagin skuldi før­ oyska liðið so spæla á Wind­sor Park, sum er tjóðarvøllurin hjá Norður­ írlandi. Her skuldu teir møta Norðurírlandi, og før­ oyingarnir vónaðu at fáa stig í hesum dystinum. Pæt­ ur Clementsen helt henda dystin vera tann besta hjá føroyska liðnum. – Hetta var heilt víst besti dystur hjá okkum á túrinum. Norðurírarnir høvdu bóltin nógv, men vit stóðu ótrúliga væl defensvt. Í fyrra hálvleiki skaptu teir bert ein stóran møguleika, og ta ferðina stórbjargaði málverjin hjá okkum. Í hinum endanum skaptu vit tveri stórar møguleikar, sum kundu givið mál, men heldur ikki henda dystin var eydnan við okkum Sum so ofta áður taptu Føroyar eisini henda dystin, men norðurírarnir máttu bíða heilt til yvirtíðina, áðrenn teir fingu málið. Dyst­urin endaði 1-0 til vert­ irnar, og síðstu 10 minutt­ irnar høvdu teir lagt Føroyar undir eitt stórt trýst. Enn einaferð má sigast, at føroyska liðið var óhepp­ ið. Teir vóru farnir til Norðurírlands eftir einum stigi, men enn var hetta ikki komið. Javnleik ímóti Kypros Men stigið skuldi tó koma. Í síðsta dystinum møtti Før­ oyar Kypros, og hesi bæði liðini skuldu spæla um triðja plássið. Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og teir vóru væl betra liðið í fyrra hálvleiki. Hetta gav eisini úrslit um miðjan hálvleikin, tá Páll Klettskarð legði Føroyar á odda. Nú hevði føroyska liðið endiliga skorað, og nú lá eitt gott úrlsit í luftini. Hálvleiksstøðan var 1-0 til Føroyar, og vit frætta úr Norðurírlandi, at hálv­ leiksleiðslan var fult uppi­ borin. Í seinna hálvleiki var gongd­in tó vend. Nú stýrdi Kypros dystinum, og eftir á leið 20 minuttir gav hetta úrslit. Tá javnaðu kypri­ot­ arnir, og restina av dyst­in­ um trýstu teir fyri at fáa sigurs­málið. Hetta kom tó aldrin, og sostatt fingu Føroyar eitt stig í kapp­ ingini, og hetta er Pætur S. Clementsen sum heild væl nøgdur við. - Ja, vit fóru til Norður­ írlands at fáa stig, og vit koma heimaftur við einum. Hetta eru vit allir væl nøgd­ir við. Við eitt sindur av hepni kundu vit tó fingið enn fleiri stig. Vit tapa í yvirtíðini ímóti Norðurírlandi, har vit eisini spæla ein frálíkan dyst, so eg haldi ikki vit kunnu vera annað enn nøgd­ ir við úrslitið, sigur Pætur Clementsen at enda. Føroyska ferðalagið kem­ ur heim í kvøld, og teir kunnu ikki vera annað enn glaðir fyri úrslitið. Tað er ikki oftari enn so, at eitt føroyskt U-landslið hevur verið í undankapping og er komið heim aftur við einum málmuni á 1-3. Trý lið miðja eftir oddinum KÍF, Dráttur og SÍ kunnu við sigri leggja seg undir liðuna á oddaliðunum ÍF og TB, meðan Mjølnir skal royna at fáa sín fyrsta sigur í ár. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld. Ann­ar teirra er í høllini í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti meistarunum úr Drátti. Bæði liðini hava tvey stig fyri tveir dystir, og tí kunnu bæði liðini við einum sigri leggja seg á odda í deildini sam­ an við TB og ÍF. KÍF má tó metast at vera favorittur eftir góða byrjan upp á kapp­ing­ arárið, har tær millum annað hava vunnið FK- kappingina og hava tryggj­að sær pláss í steypa­finaluni. Dráttur hevur tó eitt sterkt lið, og tí kunnu tær sakt­ans vinna dystin í Kolla­ firði. Bæði liðini vóru eisini í dysti í vikuskiftinum, og í báðum førum endaði við tapi. Dráttur tapti heima á Giljanesi ímóti SÍ, meðan KÍF tapti á Tvøroyri. Tí er líkt til, at liðini fara at leggja nógv fyri í teirra royndum at koma aftur á rætta kós í landskappingini. Í hinum dystinum tek­ ur SÍ ímóti Mjølni í Sør­ vági. SÍ fekk sín fyrsta sigur í vikuskiftinum, tá tær vunnu á Drátti. Mjølnir hevur enn einki stig fingið eftir ósigur á Kambsdali leygardagin, og tí fara tær heilt sikkurt vestur til Sørvágs eftir einum sigri. Eftir sigurin á Drátti er líkt til, at SÍ er komið á røttu kós í landskappingini, og tí mugu tær metast at vera stórir favorittar at vinna dystin í Sørvági í kvøld. Dysturin í Sørvági byrj­ar kl. 19.00, meðan dysturin í Kollafirði byrj­ ar kl. 19.45. ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 – Við eitt sindur av hepni kundu vit fingið enn fleiri stig. Pætur S. Clementsen, venjari hjá U-17 landsliðnum U-17 javnleik ímóti Kypros Føroyska U-17 landsliðið fekk javnt ímóti Kypros í gjárkvøldið. - Tað er ikki oftari enn so, at eitt føroyskt U-landslið hevur verið í undankapping og er komið heim aftur við einum málmuni á 1-3, sigur Pætur S. Clementsen, venjari.