Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 206 - 25. oktober 2006 ] Í vikuskiftinum fór borðtennis í gongd aftur, tá skipað var fyri kapping í Eysturskúlanum. Luttøkan var góð, og gleðiligt var at síggja nýggja borðtennisfelagið av Sandi luttaka á fyrsta sinni. BORÐTENNIS Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Um vikuskifti var hol sett á aftur landskappingina í borðtennis. Lagt var fyri í Eysturskúlanum í Havn har 1. Grand Prix umfar bleiv avgreitt. Um 70 luttakarar vóru møttir og má tað sigast at verða í lagi, tá ið hugsað verður um veðrið, sum var leygardagin. Helst vóru fleiri úr suðri og aðrastaðni frá, ið settist afur, tá ið tey hugdu út gjøgnum vind­ eygað leygarmorgunin. Kappingin byrjaði klokk­ an tíggju, tá fyrstu fimm bólkarnir løgdu til brots. Sjálvt um fleiri leikarar enn vóru illa fyri, serliga av at hava siglt um Suðuroyarfjørð og Skopunarfjørð í ódnar­ veðrið, so sást hetta ikki á temum tí teir løgdu alla orku í fyri at vinna. Klokkan eitt var síðani farið undir teir síðstu bólk­ arnar, og góðar tríggjar tímar seinni vóru teir sein­ astu bólkavinnararnir funn­ ir, og so var klárt at gera støðuna upp. Serliga stuttligt var at síggja enn eitt nýtt felag luttaka. B71 av Sandi hevði hesaferð fleiri leikarar við, og ætlanin hjá felagnum er at hava enn fleiri til næstu kappingarnar. Í fjør var felagið Royn eisini við aftur fyri fyrstu ferð eftir ein steðg í nøkur ár. Kappingarnar gerast sjálv­andi meir spennandi, tá fleiri feløg eru við í kappingunum, samstundis sum tað verður hugaligari og stuttligari hjá leikarunum at vera við og at kappast móti leikarum frá fleiri ymiskum plássum. Oyggjaleikir verða á Rhodes næsta summar, so áhugavert verður at fylgja gongdini í kappingini, tí uttan iva verður kappingin ímillum leikararnar hørð um at sleppa við. Bólkavinnarar gjørdust: A: Petur Niclasen, Tór B: Rói Agnarson, Tór C: Sheila Strøm, TBF D: Heini Mortensen, TBF E: Levi Winther, Tór F: Jónas Syderbø, Tór G: Tóki Thorsteinsson, Tór H: Margeir Kjærbo, TBF I: Andrias á Roykheyggi, Tór J: Árnfríður Olsen, Royn Støðan í Grand Prix kappingini eftir 1. umfar: Smápinkur 1. Anna Mikkjalsdóttur TBF 180 stig 2. Durita Jensen TBF 98 stig 3. Sofía Maria Ferjá TBF 96 stig Smápiltar 1. Bjørgvin Sveinbjørnson Royn 82 stig 2. Petur Muller TBF 80 stig 3. Jónas Wentslau TBF 70 stig Pinkur 1. Lív Øster TBF 94 stig 2. Sára Olsen TBF 92 stig 3. Eva Wilhelm TBF 90 stig Piltar 1. Eyðfinnur Jensen Royn 150 stig 2. Árnfríður Olsen Royn 80 stig 3. Hans Højgaard TBF 74 stig Smágentur 1. Rakul Mikkjalsdóttur TBF 340 stig 2. Birita Mortensen TBF 210 stig Smádreingir 1. Jákup Thomasen TBF 370 stig 2. Jónhard Ferjá TBF 320 stig 3. Páll Heri Nolsøe TBF 310 stig Gentur 1. Susie Midjord TBF 350 stig 2. Sheila Strøm TBF 350 stig 3. Joan Thomasen TBF 350 stig Dreingir 1. Fróði Jensen TBF 410 stig 2. Rói Agnarsson Tór 400 stig 3. Hallur Thorsteinsson Tór 390 stig Kvinnuunglingar 1. Marin í Dali TBF 400 stig 2. Heidi Olsen Tór 200 stig Mansunglingar 1. Sigurð Carlsson Tór 450 stig 2. Pætur Albinus Tór 430 stig 3. Sjúrður Ferjá TBF 360 stig Meistaradeildin 1. Petur Niclasen Tór 500 stig 2. Ragnar Egilsson Tór 470 stig 3. Jóan Petur Holm Tór 380 stig Battini funnin fram aftur Obi skal skora á Skála Skála ítróttarfelag hevur gjørt sáttmála við Okeke Obele Onyebuchi. Obi, sum hann verður nevndur, kom í fjør til føroyskan fótbólt, og fyrsta árið var hann við til at tryggja B36 meistaraheitið. Ikki minst vísti hann seg sum ein framúr góðan innskiftara, og fleiri ferðir megnaði hann at toga antin eitt ella trý stig til felagið. Komandi ár verður tað tó á Skála, at nigerianski framherjin skal spæla. Árið í ár gekst ikki serliga væl, og í alt gjørdist talan bert um trý mál fyri B36, har hann aloftast var at síggja á beinkinum. Obi hevur í Serbia spælt undir nýggja Skála-venjaranum, Dragan Kovacevic, og hesin ivast ikki í, at nýggi maðurin verður ein styrkur fyri álopið á Skála. Fram kann við sigri leggja seg á odda í meistaradeildini saman við ÍF, meðan Nøvan enn roynir at vinna sítt fyrsta sett í meistaradeildini FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo ÍF og Fram eru einastu ósigr­ aðu liðini í meistaradeildini hjá monnum. Munurin á liðunum er bara tann, at ÍF hevur leikt tríggjar dystir, meðan Fram bert hevur leikt tveir. Mikukvøldið er aftur ein dystur á skránni í meist­ aradeildini hjá monnum, tá Fram tekur ímóti botn­ liðnum Nøvuni. Fram hev­ur vunnið báðar sínar dyst­ir í ár, og tí mugu teir metast sum stórfavorittar ímóti Nøvuni. Nøvan hevur enn ikki vunnið eitt sett í bestu deildini, eftir at teir í fjør gjørdust partur av meistaradeildini hjá monn­ um. Teirra fyrsta mál í ár er at vinna eitt sett, og tí er ólíkt, at teir kunnu gera nakað við Fram í kvøld. Við einum sigri kann Fram leggja seg undir lið­ una á ÍF í oddinum, og um ella tá hetta hendir, so eru heili fýra stig niður til nummar trý í deildini. Dysturin millum Fram og Nøvuna er í Hoyvíkshøllini, og hann byrjar kl. 19.00 í kvøld. Marcin til HB Leingi hevur ljóðað fyri vist, at Marcin Dawid skal verja HB-málið komandi ár. Hetta bleiv váttað á HB- heimasíðuni í gjár. Bárður Johannesen, sum hevur vart HB-málið seinastu 8 árini, hevur boðað frá, at hann gevst við Formula-fótbólti, og tí var greitt, at nýggjur málverji skuldi finnast. Hendan hevur HB so funnið í VB/Sumba. Marcin Dawid hevur seinnu árini prógvað, at hann avgjørt telist millum stinnastu málverjarnar í landinum, og hann átti sín avgjørda leiklut í, at VB/Sumba eisini skal spæla Formula fótbólt í næsta ár. Fram kann leggja seg á odda Landskappingin í borðtennis byrjaði í vikuskiftinum. Stuttligt var at síggja enn eitt nýtt felag sum part av kappingini. B71 av Sandi var nevniliga við á fyrsta sinni.