Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Rólant Waag Dam er ítrottar­ skrivari hjá Sosialinum. Um­ framt at arbeiða sum blað­ maður og ítrottar­skriv­ari á Sosialinum, so hevur hann eisini starvast í Útvarpinum, har hann hevur gjørt ítrott­ar­ tíðindi. Farna vikuskiftið endaði fót­ bóltsárið í Føroyum, og tí hava vit prátað við Rólant og biðið hann koma við fimm leikarum, sum hann heldur hava staðið seg best í ár, og grundgivið hví teir eru hansara val. Um valið – Tað er ein trupul uppgáva, eg havi fingið, nú fimm leikarar skulu nevnast fram um aðrar, sum hava staðið seg væl. Øll hava sína meining um, hvør hevur staðið seg best, men eg havi gjørt tað valið at nevna ein leikara úr hvørjari ketu á liðnum, sum eg meti hevur staðið seg væl í ár. Tað vil siga ein málverja, ein verju­leikara, ein miðvallarleikara og ein áleypara. Fimti leik­arin er so ein ungur leikari, sum eg haldi hevur gjørt tað gott í ár, og sum vit eisini kunnu rokna við í framtíðini, sigur Rólant Waag Dam um valið av leikarum. Fótbóltsárið í ár er av og Planet.fo hevur tí biðið ítrottarskrivaran hjá Sosialinum, um at velja fimm leik­ arar, sum hann heldur hava staðið seg væl í Formuladeildini í ár Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Christian Høgni Jacobsen, NSÍ Sum áleypara havi eg valt Christian Høgna Jacobsen. Hann var fyrsti leikarin, eg hugsaði um, tá teir fimm skuldu veljast. Toppskjútti í landskappingini og eitt púra natúrligt val, sum gevur seg sjálvt. Ein sera kvikur, ágang­ andi og málsøkin harri, og ein marra hjá einum og hvørjum verjuleikara. Christian Høgni Jacobsen hevur eisini tann eginleikan, at hann stríðist væl í verju­ partinum eisini og hevur fleiri defensivar eginleikar, sum hava gjørt hann gull verdan fyri NSÍ í ár. Jákup á Borg, HB Jákup á Borg er mítt mið­ vallar­val. Tíggju mál hevur hann skotið og hevur hann lagt upp til mangt slíkt eisini. Jákup á Borg hevur sýnt veru­ ligt stórspæl í høgra borði hjá HB. Skjótur, bólt­tryggur og eitt frálíkt skot hevur hann eisini. Hevur avgjørt mangan dystin fyri HB í ár, og millum allar størstu orsøk­ irnar til, at høvuðs­staðar­ felagið nú stendur við gulli­ num um hálsin. Alex José dos Santos, B36 Til verjuna havi eg valt Roberto Carlos hjá B36. Alex José dos Santos hevur aftur í ár spælt eitt framúr gott kappingarár. Størsta partin av árinum hevur hann spælt á vinstra bakki, men seinastu dystirnar hevur hann spælt longri frammi við Jóhan V. Gunnarsson aftanfyri, og tað hevur eisini riggað serstak­ liga væl. Santos varð valdur at vera ársins leikari hjá B36 í fjør, og árið í ár hevur ikki verið verri hjá brasiliumanninum. Ein ógvuliga støðugur leikari, sum at kalla ikki spælir ein ringan dyst. René Tórgarð, EB/Streymur René Tórgarð havi eg valt sum besta málverjan. Havnar­maðurin í EB/Streymi vísti í fjør, at hann er ein dugnaligur málverji og hevur í ár víst veruligt stórspæl. Stórur og sterkur er hann. Kemur væl út og hevur ótrúlig reaktiónsevni. Ein fongur fyri felagsliðið og heldur hann sama støði fram­ yvir, sum tey bæði undan­ farnu árini, so er hann eitt upplagt val, tá ein avloys­ari til Jákup Mikkelsen skal finnast á landsliðnum. Arnbjørn Hansen, EB/Streymur Arnbjørn Hansen hevur í ár veruliga sligið sítt navn fast í føroyska fótbóltsheiminum. Hann hevur í sínum dystum skotið 11 mál í landskapp­ ingini og eitt hattrick í steypa­ kappingini móti HB. Tað ger hann til toppskjúttan í EB/ Streymi. Um Arnbjørn Hansen er at siga, at hann er kvikur og dugir væl at dribla. Og hóast Arnbjørn ikki telist millum teir størstu leikararnar á einum fótbóltsvølli, so er størsta styrki hansara í luft­ spælinum, har fáir spælarar hanga so væl og longi í luftini sum kollfirðingurin. Fimm teir bestu fótbóltsleikararnir í Formuladeildini