mikudagur 25. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Tað snýr seg um teg
Hugskotið til Boksina byggir á
vælumtókta sangspælið
“SingStar®”. Hetta er eitt
telduspæl, har tú syngur í besta
karaoke stíli. Tað ræður um at
raka teir røttu tónarnar, og harvið
verða í “pitc”, sum tey siga. Alt
eftir hvussu væl tú dugur at raka
tónarnar, fært tú stig frá telduni.
Men tað verður eisini ein dóms
nevnd sett, fyri at meta um, hvør
ið eigur tí bestu framførsluna.
– Tað er ikki so, at tú noyðist
at verða ein super, professionell
ur sangari fyri at luttaka. Hetta
er fyrst og fremst eitt stuttligt
tiltak, og tað ræður eisini um, at
framføra uppá ein áhugaverdan
og øðrvísan máta, sigur Høgni.
Tað sum er serliga stuttligt við
hesum spælinum er, at tá ið tú
letur hurðina aftur í Boksini, so
er tað tú sum er stjørnan. Ongin
hoyrir teg, so tú kanst veruliga
loyva poppstjørnuni í búkinum
framat. Og tá ið tónleikurin
byrjar at spæla, hoyrir tú eisini,
at talan er um tær góðu upptøk
urnar, sum tú ert von/vanur at
hoyra, men hesaferð er tað
hvørki Pink ella Beyonce sum
skal syngja...Nei, tað er tú sum
leggur rødd til sangirnar.
Sostatt hevur tú møguleikan at
rættað uppá útsetingina av eitt
nú “Round Round” hjá Suga
babes, og vísa teimum, hvussu
lagið skal framførast ordiligt.
Hóast ongin hoyrir teg fram
føra “live”, so verður tín fram
førsla møguliga løgd út á www.
planet.fo, so tá sleppa tíni vinfólk
at hoyra hvussu væl tú dugur at
handfara mikrofonina.
Hugskotið
– Fyrst av øllum vil eg siga, at
við hesum tiltakinum royna vit at
spíla okkum út. Hetta er eitt
krevjandi tiltak, sum hevur kravt
nógva orku. Hetta er ikki bara
ein vanlig lýsingarherferð.
– Tað sum vit vilja við hesum
tiltakinum er, at fáa enn fleiri fólk
inn í okkara sølubúðir kring land
ið. Vit á Føroya Tele settu okkum
niður saman við Petur & Petur.
Saman skaptu vit hetta øðrvísi
hugskot. Vit halda at tað eru ov
fá “skeiv” tiltøk í Føroyum, og
hetta vilja vit fegin verða við til
at broyta, greiður Høgni frá.
– Tað er altíð stuttligt at skipa
fyri tílíkum øðrvísi tiltøkum, tí at
tú fært so gott respons frá fólki
num. Og tað er ongin loyna, at
hetta tiltakið vendir sær fyrst og
Í gjár fór eitt spennandi og øðrvísi tiltak av
bakkastokki. Boksin er heitið á nýggjari
sangkapping, sum Føroya Tele skipar fyri, og longu
nú eru ábendingar um, at hetta tiltak verður
afturvendandi. -Vit hava longu merkt ein stóran
áhuga fyri tiltakinum. Hetta er jú nakað heilt nýtt –
ikki bara í Føroyum, men í verðini – og tað tykist at
ungdómurin tekur heilt væl ímóti hesum, sigur
Høgni Vilhelmsen, samskipari við Planet.fo
Sangkapping
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
– har tú ert stjørnan
“Girls Don't Like Boys
Girls Like Cars And Money
Boys Will Laugh At Girls
When They're Not Funny”