mikudagur 25. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
fremst til ungdómin. Vit hava valt
at seta aldursmarkið á 12 ár.
Hetta tí, at vit skulu banda fram
førslurnar inni í boksini, og vit
vilja ikki banda upptøkur hjá ov
ungum børnum, sigur Høgni.
- Ert tú undir 15 ár, skal tú
hava loyvi frá tínum foreldrum.
Mannagongdin
Tú skrásetir teg í kappingini.
Hetta kanst tú gera í nærmastu
Telebúðini. Tú kanst luttaka
einsamallur/einsamøll. ella tvey
og tvey. Reglurnar siga, at tú
kanst luttaka einaferð fyri hvørt
telefonnummar.
Luttakararnir kunnu velja
millum fleiri kendar sangir at
framføra, og tá ið luttakararnir
fara inn í boksina, fer sangurin í
gongd. Og so er bara at syngja.
Framførslurnar verða allar band
aðar, og 5 tær bestu í hvørjari
Telebúð verða lagdar á heima
síðuna www.planet.fo.
Her fær ungdómurin høvið at
hoyra upptøkurnar, og so kann
stemmast um, hvør ið hevur
staðið fyri tí bestu framførsluni.
Við at senda eini sms-boð til
1441 kanst man atkvøða uppá
sín favoritt. Atkvøðugreiðslan
verður í døgunum 20. til 22.
november.
Mikudag 22. november fellur
so avgerðin. Føroya Tele fer tá at
hava eitt tiltak í Havnar Bio. Har
verður frumframførsla av nýggj
asta James Bond filminum
“Casino Royale”, men tað sum
verður mest spennandi hetta
kvøldið verður, tá ið vinnarin skal
avdúkast.
Ikki smávegis vinningar
Tann (ella tey) sum enda á ein
um triðja plássi, vinnur eina X-
box. Hetta er ein sera vælumtókt
spælistøð.
Annað plássið gevur tí hepna
(og dugnaliga) luttakarunum eina
ASUS farteldu.
Men høvuðsvinningurin er ikki
minnið enn 15.000 krónur. Tað
kann
fyrikoma nakað løgið, at ein kann
vinna 15.000 krónur bara við at
syngja ein sang, men tey á
Føroya Tele, vilja gjarna spíla seg
út, fyri at gera tiltakið so
dragandi sum møguligt.
-Hetta tiltakið skal ferðast til
allar Telebúðir í landinum. Tað er
av alstórum týdningi, at so nógv
sum gjørligt sleppa at royna seg í
hesi kappingini, tí vit ætla at
hetta skal verða afturvendandi.
Vit vilja gjarna vera við til at gera
handilslívið meiri litríkt, og við
hesum tiltakið meta vit, at vit
røkka hesum endamálið.
Telebúðin í Havn
Týsdagin 24. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 25. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Telebúðin í Klaksvík
Fríggjadagin 27. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 28. oktober 2006 – kl. 10.00 – 14.00
Telebúðin í Saltangará
Týsdagin 31. oktober 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 1. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Telebúðin í Skopun
Fríggjadagin 3. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 4. november 2006 – kl. 10.00 – 14.00
Telebúðin í Miðvági
Týsdagin 7. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 8. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Telebúðin á Tvøroyri
Fríggjadagin 10. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 11. november 2006 – 10.00 – 14.00
Telebúðin í Havn
Týsdagin 14. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Mikudagin 15. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Hósdagin 16. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Fríggjadagin 17. november 2006 – kl. 14.00 – 17.00
Leygardagin 18. november 2006 – kl. 10.00 – 14.00
ferðast soleiðis kring landið: