mikudagur 25. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Ferð okkara
kring knøttin
Ferðafrásøgn – 2. partur
Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal,
horsdal@sosialurin.fo
Á hesum báðum síðunum eru brot úr dagbókum frá okkara
fjakkaraferð kring knøttin. Ferðin byrjaði í august
og endar ávíkavíst í november og desember.
Ferðaætlan
Føroyar, Keypmannahavn,
London, Los Angeles, Tahiti,
Moorea, Rarotonga (Cook
Oyggjarnar), Ný Sæland,
Avstralia, Bali, Singapore,
Maleisia, Teiland, London,
Keypmannahavn og Føroyar.
Ný Sæland
Dagurin í dag hevur bara verið tann VILLASTI.
Vit vaknaðu við kaldan dreym í morgun á sera harða og ísafrysta grasinum, teltið hjá okkum stóð á.
Vit runnu á vesið og fingu hitan við fønaranum. Ja, okkurt máttu vit gera.
Løtu seinni var morgunmatur á skránni. Maturin hjá okkum er enn ok, hóast hann hevur ligið í
einum kassa í okkara SpaceShip. – Ein bilur, sum hevur alskyns hentleikar. Uttan likist hann einum
rugbreyði, men innan er bæði dupultsong, køkur, dvd, fløguspælari, tvey sóltøk og um náttina kann
bilurin gerast til eitt SpaceShip við klárum stjørnuhimmali. Men lika mikið við tí!...
Eftir morgunmatin fóru vit í mudbath - runubað og gosbað - har vit vórðu vaskaðar og skrubbaðar
væl og virðiliga, hóast runa var allastaðni.
Vit sótu so fittar í heitum díki við runu upp um bæði oyru. Eg veit ikki, hvørjum vit liktust. Somuleiðis
var eitt ísakalt bað á skránni. Spyr meg ikki hvi, men tað skuldi so eisini verða ein partur av
njótanini. Eftir eitt heitt brúsubað - hesu ferð við sápu - sótu vit aftur í bilinum og hildu fram við
okkara road trip.
Vit settu kósina móti Taupo, ein litil og hugnaligur býur í Ný Sælandi, sum tó er ov nógv merktur av
ferðavinnuni. Men til sakina... FYRI LÍTLARI LØTU SIÐANI HAVA VIT SKYDIVAÐ. Trúgv tí ella ei,
men vit hava lopið úr einum propellflogfari úr einari hædd á 12.000 føtur. Ella fyri at gera tað lættari
– so næstan fýra kilometrar frá jarðarflatuni. Tað var bara ov vilt!
Um vit skulu vera heilt erligar, so høvdu vit iiiiilt í búkinum áðrenn, men juumspiiiibaaang... nú hava
vit gjørt tað. Vilt, vilt, vilt og aftur vilt.
Áðrenn vit fóru, skuldu vit útfylla eitt skjal og síðan skriva undir. Aftan fyri pappirið var ymiskt at
lesa um trygdina og vandan. Og tá vit skrivaðu undir, kendist tað júst, eins og vit júst høvdu skrivað
okkara testamenti. Men hvussu var og ikki, so sótu vit lítla løtu seinni í pinkulítla flogfarinum.
Eg hugsaði: Hví ólukkan siti eg her? Hvat er hetta gott fyri? Og hvat skal eg prógva? Tað einasta
svarið, eg kundi geva mær sjalvari var: Einki. Hetta gevur onga meining. Eg átti ongantíð at havt
sett meg her í fullari mondering. Men har var eingin vegur aftur. Einasti vegurin niður aftur á jørðina
var við høvdinum fremst út úr flogfarinum. Bókstaviliga í leysari luft.
Sissal var fyrsta 'offrið', og eg næst í røðini. Eg sá bara, hvussu grønari og grønari andlitið á henni
varð. Hon rætti mær eina hond og sendi mær eitt undarligt eygnabrá, sum vildi hon siga: Takk fyri
alt, hetta verður helst seinastu ferð, vit síggjast.
Við eitt fleyg hurðin upp á flogfarinum. Myndamaðurin hekk nærum í leysari luft, men krøkti seg í
okkurt uttan á flogfarinum. 1-2-3 so hoyrdi eg eitt rimmar skríggj, og so var Sissal horvin út í luftina.
Og áðrenn eg visti av, var tað eisini min túrur. Eg fekk ikki tíð til at hugsa nakað sum helst. Eitt visti
eg tó, og tað var, at áðrenn eg leyp, skuldi eg royna at anda inn so djúpt, sum eg kundi, so eg kundi
halda ondini nog leingi, um tað fór at gerast ein trupulleiki at anda á túrinum. TJUBAAANG...so fór
eg út. Runt, runt og runt og so við 250 kilometrum um timan niður aftur. Myndamaðurin royndi at
fáa meg at vinka til tólið og tjums - 45 sekund seinni - fóru vit upp aftur.
Ljósareyði fallskermurin var komin út og riggaði. YES... nú var eg ikki so bangin longur, so seinastu
8 minuttirnar av turinum royndi eg bara at njóta framur vakra utsýnið, sum braðliga lá framman fyri
mær. Eg sá næstan alt Ný Sæland í einum.
Ná, men løtu seinni vóru vit allar longu niðri aftur. Eingin trupulleiki var at lenda við rumpuni fremst
niður á grasið. Vit ímyndaðu okkum annars frammanundan, at beinini fóru at brotna av, tá vit skuldu
lenda. Um vit altso nakrantíð fóru at koma niður aftur í heilum líki. Men eingin trupulleiki, sigi eg
bara nú, vit í besta lag sita og drekka moccachino á einari café.
Eitt upplivilsi fyri lívið og allar tær 1400 krónurnar, sum tururin kostaði, verdar.
Navn: Lív Højsted Horsdal
Fødd: 18.03.85
Bústaður: Hoyvík
Navn: Rannvá Øssursdóttir
Fødd: 08.10.85
Bústaður: Tórshavn
Navn: Sissal Djurhuus Poulsen
Fødd: 01.05.85
Bústaður: Tórshavn
Navn: Maria í Brekkunum
Fødd: 24.04.85
Bústaður: Eiði
Tað var sera kalt at sova i tjaldinum i Ný Sælandi. Um náttina frysti
uttanfyri, so ullintu undirklæðini og hosurnar úr Føroyum komu veruliga
til sin rætt.
TJUUBAANG, so fóru vit út. Runt, runt og runt og so við 250 kilometrum
um tíman niður aftur á jørðina.