Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sydney Flogtúrurin til Sydney var ikki serliga góður. Vit hugsaðu nógv um flogvanlukkuna hja Atlantsflog og vóru eitt sindur bangnar. Tað, at tað somuleiðis rullaði illa, og at útluftingin ikki var í lagi, gjørdi ikki túrin frægari. So glaðar vóru vit, tá flogfarið í øllum góðum lendi á nútímans flogvøllinum í Sydney. Vit búgva á einum ’funky’ vallaraheimi mitt í býnum. Fólkini eru vinalig og ’no worries’-mentanin setir sín dám á gerandisdagin her, hóast vit eru í einum stórbýi. Í gjár vóru vit ein túr í býnum og sóu Harbour Bridge og Operahúsið. Vit gingu ein túr eftir brúnni, sum er dámlig, men sum annars ikki er tað heilt stóra at reypa av. Operahúsið, sum danin, Jørn Utzon, hevur skapað, er hinvegin eitt satt listaverk - serliga í skýmingini. Tá vit gingu upp gjøgnum longu og smølu trappurnar, kitlaði tað veruliga í búkinum. Vit fóru tiverri ikki til nakra konsert á hesum sinni í Operahúsinum, men nýttu tó høvi til at royna vesið. Hegnisliga er tað flættað inn í heildina - vaskið, kranin, hurðarnar og sjálvt vesikumman hóskaði til. Eitt stórt herðaklapp til Utzon. Í dag hava vit verið á einum japanskum festivali og í einum kinesiskum garði við blómum, trøum og djórum. Sjálvur garðurin var ikki spennandi, so tá ein maður beyð okkum at læna kinesiskar búnar í ein hálvan tíma, vóru vit lættar at lokka. Í fullari ’mondering’ gingu vit í skellilátri runt í garðinum og spældu dólgar og tóku myndir í hópatali. Ikki høvdu vit væntað, at vit skuldu fara til Sydney at spæla kinesarar. Eftir kinesaraturin fóru vit í ein øðrvísi djóragarð. Har sóu vit koalabjarnir, sum eru um at doyggja út, kengurur, eiturkoppar, sum drepa, stórar firvaldar í ymiskum sterkum litum og slangur í hópatali. Serliga spennandi var tað at sleppa at halda í einari 11 ára gamlari kvalaraslangu. Vit vóru eitt sindur fjálturstungnar, tá tunga, slímuta og langa slangan kleimdi hart um hálsin og búkin. Men tíbetur gjørdi Olivia, sum slangan kallast, okkum einki, hóast hon bæði gálvaði og sleikti alt kroppaskinnið hjá okkum. Tá vit troyttar komu heim úr býnum, fóru vit at faa okkum at eta. Rís, pasta, tun, bønir og egg stóð sum altíð á matarskránni. Men Sissal mundi pissað í buks, so fyrst av øllum lupu vit inn á vesið fyri menningartarnað, sum liggur beint við síðuna av móttøkuni. Eg lovaði at halda í taskunum og mati- num, meðan hon pissaði. Løtu seinni fleyg hurðin upp, og við buksunum niðri á øklunum skríggjaði Sissal sum ongantíð áður. Ein tann lekrasti drongurin, vit higartil hava sæð, stóð við dyrnar. Eg fekk einki gjørt við fullum føvningi, og orðini stóðu føst, so eg byrjaði bara eisini at skríggja. Drongurin stóð stillur eina løtu og tóktist at vera enn meira ørkymlaður enn vit. Hann smekkaði hurðina aftur, og vit brustu út ur at flenna. Síðan tá hava vit tíbetur ikki sæð hann aftur. Næst á skránni er Byron Bay og Surfers Paradise, har vit fara at búgva a strondini í smáttum. Vónandi verður veðrið gott, tá vit í aldunum fara at royna okkum a brimfjøl (surfa). Her standa vit á norðasta blettinum i Ný Sæ­landi. Aftan fyri okkum hittast Kyrrahavið og Tasmanska­ havið. Her eru vit i Chinese Gardens, sum ikki vóru serliga spennandi. Men tað var stuttligt at renna runt og spæla dólgar i kinesiskum klæðum. Operahusið, sum danin, Jorn Utzon, hevur skapað, er eitt satt listaverk bæði innan og uttan. Ein fitt koalabjørn i djóragarðinum i Sydney. Okkara SpaceShip - ein bilur við alskyns hentleikum. Innan er bæði dupultsong, køkur, dvd- og fløguspælari. Her heilsar tunga og slímuta kvalaraslangan, Olivia, upp a Sissal og Rannvu. Bondi Beach í Sydney