Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 25. oktober 2006 35 Í ár eru 60 ár liðin síðan heimskendu italsku Vespa skutararnir komu á marknaðin fyri fyrstu ferð. Í hesum sambandi hevur MC- Sølan góð tilboð við Vespa skutarum MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í dag er tað aftur vorðið populert at koyra við Vespa, sum eru teir skutararnir tey flestu minnast aftur á, hóast nógv onnur sløg hava verið á marknaðinum. Vespa hava eisini ein annan týdning her hjá okkum, nú surrandi vespur hoyra til gerandisdagin ávísar tíðir av árinum. Italska Piaggio verk­ smiðj­an varð stovnað í 1884 i Genua af Rinaldo Piaggio, sum byrjaði við framleiðslu av maskinum og jarnbreytarvognum. Í 1915 fóru Piaggio undir framleiðslu av flogførum, sum í 20-unum settu fleiri heimsmet. Eftir at verksmiðan eftir seinna heimabardaga lá í ruinum av bumbuálopum, byrjaði framleiðslan aftur við skutarum í 1946, og fingu hesir navnið Vespa. Navnið kom av, at skutarin ljóðaði sum ein surrandi vespa. Vespa skutararnir vóru ein sonn kolvelting tá teir komu á marknaðin, fyrst í Evropa og síðan um allan heimin. Við tað at teir vóru bíligari enn motorsúkklur og bilur, vórðu teir sera væl móttiknir og umtóktir sum flutningstól hjá vanliga fólk­ inum. Frá tí at fyrsti Vespa varð gjørdur í 1946 til í dag eru teir gjørdir í 89 ymiskum modellum. I dag verða teir gjørdir í Italia, India og Indonesia við motorum frá 50 til 200 cc saman við einum Vespa Classic, sum verður gjørd til japanska marknaðin, har er Vespa tann mest seldi skutarin, sum ikki er av japanskum uppruna. Vespa skutararnir fáast í fýra ymiskum støddum, tann minsti er LX50, sum er ein knallertskutari við 50 cc motori, síðan eru tað skutarar til motor­súkklu­koyrikort við ávika­vist 125, 200 og 250 cc. Tað er MC-Sølan sum selur Vespa skutarar saman við Piaggio, Gilera og Derbi. bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Um ein persónur ikki sær nakra meining við lívinum uttan um sítt egna ego, vil hann doyggja - fyrst mentalt, so kensuliga og so at enda fysiskt Kelda: Richard Nixon Vespa LX50 Motorurin 1 syl. 2-takt 49 cc 4,4 hk Stødd og vekt: Longd 175,5 cm Breidd 074,0 cm Seturhædd 077,5 cm Vekt 96.0 kg Prísur kr. 21.500,- Søluumboð MC-Sølan Skemmingsgøtu 23 FO-100 Tórshavn Tel. 311101 / 216300 FAKTA Italsku vespurnar 60 ár Vespa LX50 skutari Tvær vespur Framleiðslan av Vespa skutarum byrjaði í 1946 Brúðarkoyring við Vespa skutara