mikudagur 25. oktober 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 206 - 25. oktober 2006
Sp/f Bilrøkt hevur
enn einaferð víðkað
sítt virksemi. Seinasta
nýggja er ein dekksøla
og mekaniskur
verðstaður. Vit eru
altíð til reiðar við
einum góðum tilboði,
siga eigararnir
Jákup á Borg og Geir
Wardum
Bilrøkt
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Síðan Jákup á Borg stovnaði
Sp/f Bilrøkt fyri góðum
ári síðan, er virksemið hjá
fyritøkuni nógv vaksið.
Fyritøkan byrjaði við at
spesialisera seg í at polera,
reinsa og lakkforsegla bilar
og at selja brúktar bilar fyri
kundar.
Síðan víðkaði fyritøkan
tænastuna við eini hjálpar-
og flutningstænastu við ein
um bili, sum fólk kundu
ringja eftir alt samdøgrið.
Fyri einum góðum mán
að síðan keypti ein annar
persónur seg inn í fyri
tøkuna. Talan er um Geir
Wardum, ið hevur hollar
royndir innan bilbransjuna
og hevur seinastu árini ver
ið leiðari á tveimum Shell
servicestøðum.
Í hesum sambandi verð
ur virksemið hjá fyritøkuni
aftur víðkað við mekan
iskum bilverkstaði og dekk
sølu.
Mekansiki verkstaðurin
tekur sær av smærri um
vælingar so sum olju
skiftum, dekkskiftum og
balansering. Teir bjóða
t.d. eitt pakkatilboð, har
teir kanna dekk, olju, ljós,
sprinklaravesku og viskara
bløð.
Verkstaðurin er útgjørdur
við nútímans dekk- og
balanseringsmaskinum, og
teir skaffa øll sløg av dekk
um.
Jákup á Borg og Geir
Wardum siga, at teir altíð
eru til reiðar við einum
góðum tilboði upp á at gera
bilin vetrarkláran.
Í sambandi við søluna av
brúktum bilum siga teir, at
Sp/f Bilrøkt eisini virkar sum
ein bilmeklarafyritøka.
Tað at fyritøkan hevur
spesialiserað seg í at slípa,
polera, reinsa og lakk
forsegla bilar, verður nú
marknaðarført undir navn
inum
“Car-cosmetic”,
har teir viðgjørdu bilarnir
síggja út sum spildurnýggir
- reinir og blankir uttan og
innan.
Meira fæst at vita á heima
síðuni: www.bilrokt.fo ella
við at venda sær til Sp/f
Bilrøkt, P. við Steingøta
26, tel. 588880 / 588881
Hyundai fingu
toppkarakter
Í sambandi við eina stóra amerikanska
brúkarakanning hjá kvalitets-
analysustovninum “J.D. Powers and
Associates” komu koreansku Hyundai
á eitt fyrsta pláss í bólkinum “vanlig
bilmerkir”, framman fyri japansk og
týsk bilmerkir. Eitt nú var Hyundai
Tucson kosin sum feilfríasti SUV í
sínum klassa.
Hyundai eru sostatt millum tey bestu
bilmerkini, hvat kvaliteti viðvíkur.
Brúkararnir skuldu svara upp á 217
spurningar, 90 dagar eftir teir hava
keypt bilin. 63.607 fólk luttóku í
kanningini.
Bilrøkt við mekaniskum
verkstaði og dekksølu
Geir Wardum og Jákup á Borg, eigarar av Sp/f Bilrøkt í Pedda við Steingøtu
bilar
Konseptbilurin Hyundai Arnejs. Enn er ikki
avgjørt, hvat endaliga navnið á bilinum verður
Nýggjur
Hyundai
í 2007
Á altjóða bilaframsýningini í Paris
fyrst í oktober sýndu Hyundai ein heilt
nýggjan bil í miðalklassanum. Talan er
um konseptbilin Arnejs.
Bilurin, sum er teknaður á design
sentrinum hjá Hyundai í Russelheim
í Týsklandi, kemur vændandi á markn
aðin miðskeiðis í 2007. Hyundai vænta
at økja munandi um sín marknaðarpart
í Evropa við hesum bilinum.
Enn er ikki avgjørt, hvat endaliga
navnið verður á nýggja bilinum. Talan
er um ein hatchback við 5 hurðum
www.hyundai.dk