Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 207 - 26. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Skal hitta Bush Floksliturin tykist vera avgerandi fyri, hvør verð­­­ ur boðin at vitja George W. Bush, forseta í Hvítu Húsunum. Tað halda í hvussu er norsk­ir fjøl­ miðlar, nú tað frættist, at Bush longu hevur boð­ið nýggja svenska for­sæt­ is­­­ráðharranum, Fred­rik Rein­feldt, til Washing­ ton at vitja. Norski for­ sæt­isráðharrin, Jens Stolt­­enberg, hevur har­ aft­ur­ímóti ikki fingið nakra innbjóðing, hóast hann hevur sitið nógv longri í starvinum enn Rein­feldt. Svenski uttan­ ríkisráðharrin, Carl Bildt, skal sambært summ­­um fjøl­miðlum hava latið eitt orð fella um, at Bush heldur ikki serliga nógv av teim­­um norður­lendsku sosial­­demo­kratunum. Skutu eftir skipi Týska verjumálaráðið vil vera við, at tvey ís­raelsk stríðsflogfør skutu eftir ein­um týsk­um herskipi, sum helt vakt uttan fyri libansku strondina. Týsku skip­ini hava eftir­lit við libanska sjó­øk­inum sam­ an við her­skip­um úr fleiri øðrum londum. Sam­­­bært blaðnum Der Tagen­spieg­ el var talan um tvey flog­ før av slagnum F-16. Ís­ ra­elska hervaldið av­sann­ ar tíðindini og sigur, at einki ísraelskt flogfar hev­ur skotið eftir fremm­ andum herskip­um úti fyri Libanon. Kann draga út Í Danmark bíðar ákæru­ valdið eftir at fáa at vita, um tann gamli danski nazisturin Søren Kam verð­ur útflýggjaður úr Týsk­landi til Danmarkar, har hann er skuldsettur fyri at hava skotið ein blaðstjóra undir seinna heimsbardaga. Eftir áheit­­an frá danska løg­ mála­ráðnum tók týska løg­reglan Søren Kam í sep­tember, men tann 12. oktober varð hann latin leysur. Nú hevur danska ákæruvaldið kravt at fáa hann útflýggjaðan, og sam­bært galdandi ES-regl­ u­m skulu týskarar svara kravinum í seinasta lagi tann 19. november. Men TV2 veit at siga, at týsku myndugleikarnir eru komnir við ábending­um um, at tað er ikki vist, at teir fara at halda tíðar­ freistina í hesum førinum. Tí kann málið draga út. – Hann eigur ikki annað gull enn ringin, sum hann hevur á fingrinum (verjin hjá Pinochet) Fyri sekstan árum síðani myrdi Danny Harold Rolling fimm ungar kvinnur. Á midnátt í gjárkvøldið bleiv hann avrætt­ aður. Alt USA var skakað á heysti í 1990, tá ein ókend­ ur drápsmaður myrdi fimm ungar kvinnur í stat­ in­um Florida. Felags fyri kvinnurnar var, at tær gingu á lærda háskúlanum í Gainsville. Felags fyri morðini var, at líkini høvdu fingið eina óhugnaliga við­ferð, og at nakrar av kvinnunum høvdu verið kynsliga misnýttar, áðrenn tær vórðu myrdar. Nakrar mánaðir aftan á morð­ini eydnað­ist tað løg­ regluni at finna dráps­­mann­ in, og DNA-kanningar stað­ festu, at hann var tann seki. Maðurin æt Danny Harold Rolling, og í rættinum fýra ár seinni játtaði hann at hava beint fyri teimum fimm kvinnunum. Eingin ivi var um revsingina. Danny Harold Rolling bleiv dømdur til deyða. Í einari samrøðu við AP tá segði hann: – Hetta havi eg uppiborið, men eg vil liva. Á midnátt í gjárkvøldið bleiv dómurin fullførdur við einari eitrandi sproytu. Tað hendi í sama rúmi, sum tann kendi hópdrápsmaðurin Ted Bundy bleiv avrættaður í í 1989. Eisini hann myrdi ungar kvinnur, men eingin veit við vissu, hvussu mangar tær vóru. Sjálvur játtaði hann at hava verið fleiri enn 70 kvinnum at bana. Myndugleikarnir í Kili vilja vera við, at fyrrverandi eina­ræðisharrin Augusto Pinochet hevur fjalt 9 tons av gulli í Hongkong. Fleiri av teimum stóru bløðunum í Kili leggja nú fyrrverandi einaræðisharran undir at hava stolið 9 tons av gulli frá tjóðbankanum og sent tað av landinum. Verjin hjá Pinochet av­sannar tíðindini og sigur, at Pinochet eigur ikki annað gull enn ringin, sum hann keypti, tá hann bleiv giftur. Men hetta er eftir øllum at døma ikki allur sannleikin. Kilski uttanríkisráðharrin, Alejandro Foxley, váttar fyri bløðunum La Natión og El Mercurio, at stjórnin hevur leingi verið vitandi um, at Pinochet hevur nógv gull liggjandi í goymlsuni hjá bankanum Hong Kong and Shanghai Banking. Sum skilst er gullið einar 900 milliónir krónur vert. Ákæruvaldið í Kili hevur leingi arbeitt við at skráseta ognirnar hjá fyrrverandi eina­ræðisharranum, men tað hevur víst seg at vera trupult, tí eftir øllum at døma flutti hann pening og annað av landinum, áðr­ enn hann fór frá. Gullið í bankanum í Hongkong er partur av hesum, og nú hevur kilska stjórnin kravt, at hald verður lagt á gullið í bankanum, skrivar AP. Russisku myndugleikarnir hava illgruna um, hvør myrdi tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja. Myndugleikarnir ásanna, at teir vita ikki enn, hvør beindi fyri tíðinda­kvinn­ uni, men blaðið Kom­mer­ sant skrivar, at myndug­ leikarnir leita eftir tveim­ um fyrrverandi løg­reglu­ monnum, sum verða settir í samband við morðið. Teir báðir menninir eru eisini skuldsettir fyri brotsverk ímóti sivilfólki í Kekenia, skrivar blaðið. Anna Politkovskaja var kend fyri sítt arbeiði at avdúka harðskap og ágang í Kekenia, og tað vakti ans um allan heimin, tá hon bleiv myrd í Moskva tann 7. oktober. Allastaðni bleiv morðið fordømt, og fleiri leiðarar kravdu, at russisku myndugleikarnir skuldu finna tann ella teir seku. Sambært Kommersant hevur ákæruvaldið í Moskva sent fólk til Sibir at leita eftir teimum báðum fyrrverandi løgreglumonnunum. Tað er komið fram, at annar teirra sendi Onnu Politkovskaja hóttandi teldubrøv fyri fimm árum síðani. Vladimir Putin, forseti, hevur fyrr fordømt morðið á tíðindakvinnuna. Í einari beinleiðis kjaksending í russiskum sjónvarpi í gjár bleiv hann spurdur um morðið. – Tað almenna hevur skyldu til at kanna øll slík mál, sama um tað snýr seg um fólk í fjølmiðlaheiminum ella fíggjarheiminum, svar­ aði Putin uttan tó at nevna Onnu Politkovskaja við navni. – Hetta havi eg uppiborið Fjaldi 9 tons av gulli Nærkast drápsmonnunum Russisku myndugleikarnir hava illgruna um, hvør myrdi Onnu Politkovskaja. Augusto Pinochet. Hevur hann fjalt 9 tons av gulli í einum banka í Hongkong? Danny Harold Rolling myrdi fimm ungar kvinnur á heysti í 1990. Í gjárkvøldið bleiv hann tikin av døgum.