hósdagur 26. oktober 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
13
Jon Haraldsen fer til gravar úr Vestmanna kirkju
hósdagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey
ið vilja minnast Jon, kunnu lata eina peningagávu
til Føroya Blindafelag, konta í Føroya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var
ættfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt
og merkir sonur ella arvingi.
Fríggjardagin 27. oktober
2006 kl. 15.00 letur ein
málningaframsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík. Tað er
Finleif Mortensen á Agjum,
sum sýnir fram.
Bygdin og tey figurativu
húsini í tí skiftandi ljósinum
geva
listamanninum
íblástur,
Hóast tað ofta eru tey
somu plássini ella tær
somu bygdirnar, ið ganga
aftur sum myndaevni, so
gevur tað skiftandi ljósið
og skuggaspælið millum
húsini eina skiftandi mynd,
har húsini og fjøllini gerast
eins og litríkir skulpturar,
sum skifta skap í takt við tað
skiftandi ljósið.
Hetta er ikki fyrstu ferð
at Finleif sýnir fram í
Smiðjuni, fyrstu ferð var
í 1985 og hevur hann havt
fleiri framsýningar síðani tá.
Hann hevur eisini luttikið á
ólavsøkuframsýningum og
várframsýningini.
Við á framsýningini eru 20
málningar, sum eru málaðir
tað seinasta árið.
Framsýningin er opin til
týsdagin 31. okt. 2006 . Opið
er hvønn dag frá kl. 14 - 20,
tó leygardagin frá 10 – 13.
Finleif Mortensen í Smiðjuni
Fríggjardagin 27. oktober letur Finleif Mortensen upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóskvøldið 26. oktober
kl. 19 byrjar stóra árasølan
(basarur) í Frelsunarherinum
í Havn.
Sámal Jákup Joensen,
leiðari hjá Frelsunarherinum,
sigur, at árasølan er fíggjarligi
krumtappurin í virkseminum
hjá Frelsunarherinum.
Tað er heimaforbundið,
sum skipar fyri árasøluni
einaferð um árið.
Nógvir góðir vinningar
eru komnir inn – yvir 200
í tali, har eru m.a. krov, turt
kjøt, turrur fiskur og nógv
ymisk bundin klæði.
Árasølan byrjar kl. 19
og heldur á til umleið kl.
22. Um hálvgum nýggju
tíðina verður ein støðgur
við drekkamnunni. Øll eru
vælkomin, sigur Sámal
Jákup Joensen.
Ársins stóra
árasøla í
Frelsunar
herinum
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo