hósdagur 26. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 207 - 26. oktober 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Við meira enn 50
árum á baki læt
Línbúðin í Havn aftur
týsdagin 24. oktober
2006.
Tað eru tær báðar
Maiken Madsen og
Marin Johannesen,
sum hava átt og rikið
handilin síðan 2002
Handil
Línbúðin er ein av gomlu
handlunum í Havn. Sambært
Dimmalætting varð Línbúðin
sett á stovn í 1955. Tað var
Jacobina Lervig, vanliga
nevnd Bina (1900–1985),
ættað úr Leirvík, sum sum
stovnaði handilin.
Bina byrjaði í Tórsgøtu,
í niðastu hædd á Sjómans
heiminum, við síðuna av
har sum Jens Reinert og
seinni Otto Reinert høvdu
kjøthandil. Útbyggingin av
Sjómansheiminum var júst
liðug, og fleiri handlar fluttu
inn í kjallarahæddina.
Línbúðin seldi t.d. gard
inur, undirklæðir til kvinnur
og kosmetik. Handilin var
tann fyrsti í Føroyum sum
seldi kosmetik av merkinum
Elisabeth Arden parfumu og
krem.
Línbúðin flutti seinni til
Niels Finsensgøtu 23, har sum
Skilling er í dag. Seinastu 18
árini hevur Línbúðin hildið
til í Tróndargøtu 32.
Tá Bina Lervig gavst í
1977, tók systirdótturin
Jóna Johannesen við, og
rak hon handilin til 2002, tá
dóttur hennara Marin saman
við Maiken Madsen keyptu
handilin. Línbúðin hevur
sostatt verið í somu familju
øll árini. Marin Johannesen
lærdi til handilskvinnu í
Línbúðini.
Línbúðin hevur øll árini
havt fastar kundar, serliga
tilkomnar kvinnur. Seinnu
árini seldi Línbúðin einans
undirklæðir og náttklæðir til
kvinnur. Maiken og Marin
halda at tað at føroyingar
ferðast nógv uttanlands og
keypa har, ávirkar nógv
handilslívið Í Føroyum.
Maiken og Marin siga,
at nú tær eru givnar við
handlinum, hava tær aðrar
æltanir, sum einki hava við
handil at gera. Tær nýta høvi
at takka viðskiftafólkunum
fyri gott samstarv hesi
árini.
Línbúðin
latin aftur
Marin Johannesen og Maiken Madsen
hava nú latið Línbúðina í Tróndargøtu
aftur
Mynd: Jens Kristian Vang
Bina Lervig (1900–1985) stovnaði
Línbúðina í 1955
Jóna Johannesen rak Línbúðina frá 1977-2002
Gomul mynd. Bina Lervig millum Sólrun Háberg (v.m.) og Hedvig Svensson (h.m.) inni í
handlinum hjá Demmus