hósdagur 26. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
11
Fyri góðum mánað síðan gav
Føroya skúlabókagrunnur
út bókina “Føroya náttúra –
lívfrøðiligt margfeldi”. Eitt
megnarverk um føroyska
náttúru, ið kemur at standa
sum ein bókmentaligur
varði í mong ár frameftir.
Bókin er hegnisliga løgd
til rættis og sera snotilig
og væl úr hondum greidd.
Nógv góð fólk hava skrivað
og nógv áhugavert er at
lesa.
Lívfrøðiligt margfeldi
ella lívfrøðiligt
fjølbroytni.
Í formælinum verður sagt
at “føroyska heitið fyri “bio
logical diversity” hevur ver
ið umrøtt fleiri ferðir, og
ritstjórnin hevur viðtikið er
at nýta “lívfrøðiligt marg
feldi” í somu merking sum
eitt nú danska “biologisk
mangfoldighed” og svenska
“biologisk mångfald”.
Spyrt tú fólk hvat tey
skilja við “margfalt”, fært
tú ósvikaliga svarið, at tað
er nógvar ferðir. Biður tú
tey halda tað saman við at
nakað er fjølbroytt, vilja
tey uttan himpr siga at tað
er øvugt av fjølbroytt. Tí
skilji eg ikki at ritstjórnin
velur at brúka eitt skeivt og
beinleiðis misvísandi heiti.
Margfeldi er júst tað øvugta
av diversiteti. Diversitetur
er tað vit á føroyskum kalla
fjølbroytni.
Brot úr orðabókum:
Føroysk – donsk orðabók
(Føroya fróðskaparfelag,
1961)
Margfalda
mangedoble
Margfaldur mangfoldig
Føroysk orðabók (Føroya
fróðskaparfelag, 1998)
Fjølbroyttur: margbroyttur,
margháttaður,
skiftandi,
ymiskur
Fjølbroytni: tað at verða
fjølbroyttur
margfalda: gera fleiri
ferðir meira,
fleiri, at endur
geva í fleiri
eintøkum
margfaldur: í stórum tali,
mangur, fjøl
mangur
margfeldi: 1. (stór)
mongd, nøgd,
fjøld
2. fjølbroytni,
lívfrøðiligt
fjølbroytni
Donsk - føroysk orðabók
(Stiðin, 1998)
diverse: ymsir, ymissir,
hissini
Donsk - føroysk orðabók
(Føroya fróðskaparfelag,
1977 og 1995)
diverse: ymsir, ymissir,
hissini
Viðvíkjandi orðinum
margfeldi í “Føroysk
orðabók”
Sjálvt um fjølbroytni stend
ur sum merking 2 undir
margfeldi í føroysku orða
bókini, so meti eg at hetta
er ein villa, ið man vera
íkomin av ikki nøktandi
ráðgeving. Sum heiti er
lívfrøðiligt margfeldi ikki
gamalt, og tí man onkur
hava smíðað orðið nýliga,
og tí er ikki rætt at leggja
so stóran týdning í hetta.
2. merking er í beinleiðis
andsøgn fyrstu, og verður
enntá lýst sum fjølbroytni.
Endurtøka av
útlendskum feili
Størsta orsøk til at “viðtikið
er “ at brúka orðið marg
feldi man vera danska
“mangfoldighed”
og
svenska “mangfald”. Her
má sjálvsagda niðurstøðan
verða at har onnur hava
gjørt skeivt, ikki er neyðugt
hjá okkum at gera eftir.
Tá eg fekk frumritið
til rættlestur og viðmerk
ingar, leitaði eg mær ráð
hjá íslendskum granskara
felaga, og spurdi hvørji orð
vóru brúkt í Íslandi. Har nýta
tey oftast “fjölbreytileiki”
fyri “diversitet, meðan orðið
“fjölbreytni” eisini verður
brúkt, men tó ikki so ofta.
Fyri heitini “abundance” og
“equality” brúka tey orðini
“þéttleiki” og “jafnræði “.
At hini norðurlondini
brúka orðið “mangfold”,
kemur helst av at hetta er
gamalt orð. Mær vitandi
er ikki vanligt, at smíða
nýggj orð í hesum londum.
Tey hava havt valið millum
orðini
“diversitet”
ella
“mangfold”. Í dagligari talu
tosa tey um diversitet og í
meira hátíðarligum formi
um mangfold, sum ikki er
nøktandi, men tó einasta
valið tey hava.
Species richness o.a.
Bókin “Føroya náttúra”
lýsir í høvuðsheitum tað,
sum á enskum eitur “species
richnes”, ella margfeldi av
sløgum. Hetta er sjálvsagt
ein partur av tí, sum vit
vanliga fata sum lívfrøðiligt
fjølbroytni. Hetta er tað
mest grundleggjandi og
mest einfalda, men á ongan
hátt ein nøktandi lýsing av
lívfrøðiligum fjølbroytni.
Ritstjórnin hevur helst
valt at halda bókina á einum
einføldum støði, soleiðis at
hon kann lesast av øllum,
og hevur tí ikki gjørt so
nógv burturúr.
Sjálvur havi eg dagliga
brúk fyri at kunna skriva
og tosa um fjølbroytni,
javnleika, ójavna, títtleika
og margfeldi av sløgum.
Hetta svarar til ensku
heitini diversity, equality,
heterogenity,
abundance
og species richness. Bókin
Føroya náttúra viðgerð ikki
hesi viðurskifti, men í høv
uðsheitum bert tað sum
eitur “species richness”,
tað sum eg haldi eitur
“marfeldi av sløgum”. Eitt
meira beinrakið heiti kundi
tí verið “Føroya náttúra
– margfeldi av sløgum”
Við tað at ritstjórnin hev
ur valt at javnstilla orðini
“biological diversity” og
“lívfrøðiligt
margfeldi”,
hevur hon lagt lunnar undir
skeivari og oyðslutari nýtslu
av heitum, sum annars ikki
eru løtt at gera. Umframt
at skapa óneyðugan ruðu
leika.
Fylgjurnar eru longu
sjónligar.
Dømir um hvussu illa kann
gangast:
• Ein tíðindastubbi, ið
stóð at lesa í Sosialinum
herfyri : TEIR GRØNU
SKÓTARNIR FARA Á
MARGFALDA SKÓTA
LEGU”.
(blaðfólkið
meinti sjálvsagt at skóta
legan var fjølbroytt).
• Nýggi postverksstjórin
heldur at “Margfeldi og
samstarv eru lyklaorð”,
hann meinar sjálvsagt
ikki at arbeiði skal verða
einstátta, men fjølbroytt.
• Løgtingið viðgerð “Upp
skot til samtyktar um
lívfrøðiligt margfeldi”,
sum byrjar soleiðis ”Løg
tingið heitir á landsstýrið
um beinanvegin at taka
stig til at lýsa margfelda
lívið í føroysku náttúruni
...”. Her skuldi sjálvsagt
staðið fjølbroytni og
fjølbroytta.
Av hesum er greitt at fólk
longu velja at brúka “marg
feldi” í staðin fyri “fjøl
broytni” og “margfalt”
í staðin fyri “fjølbroytt”.
Hetta er eftir mínum tykki
bæði skeivt og harmuligt.
Upprunin til feilin
Einki er at ivast í at feilurin
longu er íkomin í 1993,
tá Løgtingið samtykti sátt
málan um lívføðiligt marg
feldi.
Endaviðmerking
Í “Donsk - føroysk orðabók”
(Føroya fróðskaparfelag,
1977 og 1995) eins og í
“Donsk - føroysk orðabók”
(Stiðin,
1998)
stendur
at orðið “DIVERSE” á
føroyskum merkir: ymsir,
ymissir, hissini. Eitt uppskot
kundi tí eisini verið at kalla
“biological diversity” fyri
“lívfrøðigan ymiskleika”,
“lívfrøðiligt ymsi” ella bara
“ymsi”.
Í framhaldi av hesum
kundi “THE DIVERSE
NATURE” tí verðið umsett
soleiðis: Ymsa føroyska
náttúran – Ymiska føroyska
náttúran - Fjølbroytta før
oyska náttúran. Tað ber
ikki til at siga Margfelda
føroyska náttúran, tað gevur
onga meining tí tað merkir
at náttúran er einstáttað.
Sum onkur segði “Vi
begriber med vores begreb
er” og tí er neyðugt at tey,
sum fáast við diversitets-
hugtakið tosa sama mál.
Tað skal vera mín vón, at
fólk gevast at brúka bein
leiðis misvísandi heiti marg
feldi, og heldur brúka orðið
fjølbroytni.
At eg ikki fari heilt skeiv
ur, sæst um ein slær upp í
orðalistanum aftast í bókini
(Føroya náttúra, síða 234).
Har stendur soleiðis:
Lívfrøðiligt margfeldi:
fjølbroytni viðvíkjandi liv
andi verum ...
Fyri aðru ferð í eitt ár
viðger løgtingið eina lógar
broyting, sum hevur við
sær, at tað verður revsivert
at gera mannamun á fólki,
sum eru samkynd, eins
og tað er revsivert at gera
mun á fólki vegna húðarlit,
trúgv v.m.
Tað skammiliga hendi,
tá málið var fyri seinast,
at næstan tveir triðingar
av
løgtinginum
vóru
ímóti lógarbroytingin og
góðtóku sostatt, at munur
kann gerast á fólki.
Nú málið er komið aftur
á ting, hava fleiri tinglimir
talað ímóti broytingini í
fjølmiðlunum.
Oftast er talan um vána
ligar undanførslur, so sum
at happing ongantíð eigur
at fara fram, og at tey
samkyndu ikki eru verri
fyri enn onnur.
Her verður tosað móti
betri vitan, tí tað eru
fleiri ítøkilig dømir um,
at samkynd eru verri
fyri í samfelagnum enn
onnur, og nú í seinastuni
hava vit fingið prógv
um, at persónur er illa
viðfarin, tí hann er sam
kyndur. Løgreglan sigur
seg ikki hava nóg gott
lógargrundarlag fyri at
verja samkynd móti happ
ing og ágangi.
Ein tílík hending og
aðrar siga okkum so mik
ið, at tað er neyðugt við
eini lógarbroyting, sum
tryggjar teimum sam
kyndu somu rættindi, sum
aðrir borgarar hava.
Tey, sum eru ímóti lógar
broytingini, himprast ikki
við at taka bíbliuna til
hjálpar. Tey sleingja um
seg við skriftstøðum.
Tað eru ikki bara ting
fólk, sum eru á gosi, eisini
leikfólk taka til orðanna
og siga seg prógva, at
lógarbroytingin
stríðir
móti orði bíbliunnar við
at vísa til ávís skriftstøð.
Í Dimmalætting 20.
oktober í ár er lesarabræv,
har víst verður til skrift
støð í gamla og nýggja
testamenti, sum skulu siga
frá, hvat bíblian heldur
um tey samkyndu.
Eg fari at ráða bræv
skrivaranum og øðrum til
at lesa eitt sindur meira
í bíbliuni, so koma tey
kanska fram á líknilsið
um tollaran og farisearan.
Vónandi fáa tey so mik
ið burturúr, at tey aftra seg
við aftur at døma onnur
menniskju, sum ikki eru
sum tey sjálv.
Annars hevur søgan víst
okkum, at tað spyrst einki
gott burturúr, tá religión
og politikkur verða bland
að saman.
Í 1948 skrivaði suður
afrikanin Alan Paton skald
søguna Grát mítt elskaða
land, sum lýsir støðuna
hjá svarta fólkinum undir
apartheitstýrinum.
Nú eru útvið 60 ár, síðan
hann skrivaði hesi orð, og
vit føroyingar hava sett
okkum sum mál at vera
fremsta tjóð í heiminum
um átta ár.
Ikki minst í hesum sam
bandi er tað hugstoytt
og ræðandi at hugsa sær
til, at vit, eftir at hetta
málið endaliga er viðgjørt
í løgtinginum, møguliga
skulu noyðast at lata orð
ini hjá Alan Paton vera
galdandi fyri Føroyar.
Vónandi
kennir
løgtingið sína vitjanartíð
og samtykkir broytingina,
soleiðis at eisini hesin
minnilutabólkur fær sømi
lig livikor her í landinum.
Samkynd og
lógarbroyting
Velbastað
Jóannes
Dalsgarð
Fjølbroytni – ikki margfeldi
lívfrøðingur og hjárit
høvundur í kap. 3,
4 og 5
Jan Sørensen
Eg
lurtaði
eftir tingfundi viðvíkjandi
uppskoti um tey samkyndu,
har uppskotstillari vildi
hava fólk til at úttala seg,
og fari eg tí at loyva mær at
siga mína meining.
Man skal vera varin
sum kristin tjóð, ikki at
blanda seg upp í Guds lóg. Í
Gamla Testamenti 18. kap.
í triðju Mósebók 22. vers
stendur soleiðis skrivað: Tú
mást ikki hava samlegu við
mann eins og við kvinnu;
tað er andstygd.
Og í Nýggja Testamenti,
Rómverjabrævið 1. kap. 26.
og 27. vers: Tí gav Guð teir
upp í skammloysis girndir;
tí at bæði konufólk teirra
skiftu hin náttúrliga umgang
um við hin ímóti náttúruni,
v27 og á sama hátt løgdu
eisini mannfólkini av hin
náttúrliga
umgang
við
konufólk og brunnu í fýsni
sínum hvør at øðrum, so
at mannfólk gjørdu skemd
argerð við mannfólki og
fingu afturfyri á seg sjálvar
tað viðurlag fyri villu sína,
sum beint var.
Tí meini eg man skal
vera varin at fara og gera
eina lóg fyri ein einstakan
bólk, um ikki lógin heldur
yvir fyri menniskjum, sum
antasta onnur fólk, so geri
hana so at hon heldur. Eg
ivist ikki í, at hesi fólk eru
líka friðarlig og góð sum
øll onnur menniskju og tí
eiga tey saman við øðrum
menniskjum at fáa frið.
Hetta er ikki skrivað við
nakrar ringari meining,
men sum sagt, biðið er um
meiningar og hetta er mín.
Sólvit
Simonsen
Eiga ikki at blanda okkum upp í Guds lóg
viðmerkingar