hósdagur 26. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 207 - 26. oktober 2006
Flestu okkara vænta, at ein stór kommuna kann
bjóða eitt hægri tænastustøði enn smærri kommunur.
Soleiðis er helst á fleiri økjum, men Tórshavnar
Kommuna kann ikki sigast at vera annað enn
eftirbátur á barnaansingarøkinum.
Aðrar kommunur í Føroyum við betýðiligt minni
av umsitingarligari orku enn Tórshavnar Kommuna
kunnu bjóða borgarum sínum parttíðar barnaansing.
Hetta megnar Tórshavnar Kommuna av onkrari
orsøk ikki.
Hetta er ringt at skilja, tí eftirspurningurin eftir
hálvtíðaransing er stórur. Samfelagið er soleiðis
innrættað í dag, at tey, ið ynskja at hava børn síni
heima, illa fáa gjørt tað, tí at øll onnur børn eru
á stovni. Fyri slík hevði hálvtíðaransing verið eitt
fínt tilboð. Eisini vildi hálvtíðaransing verið eitt
fínt tilboð hjá fólki, sum arbeiða skeivar tíðir á
døgninum.
Kobla vit so omanfyristandandi argument saman
við tí faktum, at tað er bíðilisti til barnaansing í
Tórshavnar Kommunu, so er uppaftur meiri óskilligt,
at kommunan ikki bjóðar parttíðar barnaansing.
Nógv høvdu tikið av hesum tilboði, og tað hevði
frígjørt nógv pláss og stytt um bíðilistarnar.
Barnaansing er ein tænasta, sum skal tillagast
brúkaran. Viðhvørt tykist sum um, at brúkarin
noyðist at tillaga seg tænastuna, hvat barnaansing
viðvíkur. Væntandi hálvtíðartilboðið í Tórshavnar
Kommunu er eitt dømi um hetta.
Eitt annað dømi er, at barnagarðar stongja í ferium
og at barnagarðar steingja vegna fundarvirksemi.
Hetta er ein óskikkur, sum ikki eigur at koma fyri.
Hugsið tykkum, um Smyril bleiv lagdur í 14 dagar
vegna feriu, ella lá ein hósdag, tí manningin skuldi á
fund. Hetta hevði sjálvsagt ikki borið til, og ilt er at
síggja, hví barnaansing skuldi verið øðrvísi.
Bara tað, at tað eru bíðilistar til barnaansing í
kommunum, ber boð um vánaliga planlegging, tí
tað kann hóast alt ikki koma óvart á kommununa, at
fólk fáa børn. Hugsið tykkum, um tað var bíðilisti til
fyrsta flokk í fólkaskúlanum – púra óhugsandi. Hví
skuldi barnaansing verið øðrvísi?
Vónandi tekur størsta kommuna í landinum sær um
reiggj og gerst ein fyrimynd á barnaansingarøkinum,
heldur enn at vera eftirbátur sum nú. Byrjað kundi
verið við at bjóðað hálvtíðaransing og harvið stytt
um bíðilistarnir.
Sosialurin
Tórshavnar Kommuna má
fáa betri barnaansing!
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Her er talan um makt,
um setralismu. Hvussu
stovnurin virkar tykist at
koma í aðru røð. - Tað er
ikki peningur, ið tørvur
er á.
Tað er nú eitt sindur síðani,
at eitt prát var millum
fyrrverandi yvirlækna á
Landssjúkrahúsinum, Óla
Mikkelsen og ein blaðmann
Dimmalættingar um før
oyska sjúkrahúsverkið har
læknin mælti til at “stongja
bæði tey smærru sjúkra
húsini og brúka alla orkuna
uppá Landssjúkrahúsið”.
Tað hevur undrað meg,
at eingin – leikur ella
lærdur – hevur tikið til
máls ímóti hesum løgnu og
afturvendandi útsagnum.
Í Føroyum búgva, sum
Óli Mikkelsen sigur, 48
túsund fólk. Tí heldur
hann, at her eigur bert at
vera eitt sjúkrahús. Hann
grundgevur hetta við, at í
Danmark skulu 250túsund
fólk til fyri at reka eitt
sjúkrahús.
Støðan í dag í londunum
uttanum okkum er, at í Dan
mark eru 82 sjúkrahús til
5 mió. fólk, sostatt um
60 túsund fólk til hvørt
sjúkrahús, í Svøríki 100
sjúkrahús til 8 mió. íbúgvar,
meðan tað í Finnlandi eru
350 sjúkrahús til 5 mió.
Spurningur er sostatt
ikki um eitt sjúkrahús, men
ein sjúkrahúsbygna sum
virkar.
Her er ikki bara talan
um hvussu nógv, hvussu
stórt, talan er um at fáa tað
at virka yvirhøvur. Tað ber
altíð til at falda, dividera
o.s.fr. men tað virkar fram
vegis ikki.
Er tað tað, sum er
“hol í høvdið”
Niðurstøðan hjá hesum
lækna er, sum í mong ár
stríddist á Landssjúkrahús
inum, at so er “hol í høvdið
at hava trý sjúkrahús” í okk
ara landi. Er tað nú tað?
Óli Mikkelsen gloymir,
ella vil blindað fólk við,
at vit framvegis bert eru
48 túsund íbúgvar, og at
vit við hesum veruleika
skulu leggja okkara bygna.
Spurningurin er heldur ikki,
hvussu mong eru til hvørt
sjúkrahús í størru londunum
í Norðurlondum, ella í USA,
har helst skal 1 mió. fólk
til hvørt sjúkrahús, hóast
tað nú ikki eru 250.000
íbúgvar til hvørt sjúkrahús
í Danmark.
Tí er umráðandi, at hand
farið verður eftir okkara
umstøðum, og ikki ein
um bygna, sum vit ongan
møguleika hava at saman
líkna okkum við.
Tí havi eg hug einaferð
enn at seta spurningin,
er tað ikki júst henda
skeivmetanin, sum hesin
fyrrverandi yvirlækni á
Landssjúkrahúsinm tekur
upp, og sum altíð hevur
verið framhildin, hevur
gjørt, at Landssjúkrahúsið
yvirorðnað hevur havt so
ovurhonds stórar trupul
leikar at dragast við, so at
sjálvt Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður og læknar
á
stovninum
nú
siga,
at tað snýr seg ikki um
pengar, men um heilt onnur
viðurskifti. Ja kanska ein
álvarsom skeivmeting.
Landsstýrismaðurin fer
í næstum at leggja álit
um
sjúkrahúsbygnaðin
fyri løgtingið til aðalorða
skifti. Eg kann siga lands
stýrismanninum, at um
linjan hjá Óla Mikkelsen
verður fylgd, hevur sam
felagið ein stóran trupul
leika í framtíðini. Vit eru
bert 48.000 íbúgvarar og
hvørki fimm, átta ella ella
trýhundrað mió. íbúgvar.
Í øll hesi seinastu 30
árini hevur yvirorðnaði
“statturin” á hesum stovni
ikki fingið tað við. Tí hevur
stovnurin
eisini
fingið
størstu játtanarhækkingar
tó uttan at virka yvirhøvur.
Følsk trygd
Man eisini orsøkin til, at
Óli Mikkelsen so hem
ningsleyst
leggur
eftir
smærru
sjúkrahúsunum
vera, at hann vil flyta fokus
ið frá teimum ævigt verandi
trupulleikunum á Lands
sjúkrahúsinum, sum eisini
hava verið hesa seinastu
tíðina, og framvegis eru
tað, og soleiðis sendir alt
tað føroyska samfelagið út
í endaleysan ótryggleika.
– Tí Landssjúkrahúsið er
helst ein følsk trygd meiri
enn í einum føri.
Rætt er, sum Óli Mikkel
sen sigur, at tað eru so
nógvar sergreinir, alt er so
speicialiserað. Latið okkum,
sum gjørt verður aðrastaðni,
leggja ávísar sergreinir á
smærru sjúkrahúsini. Trýr
hann veruliga, at tá smærru
sjúkrahúsini er stongd, at
Landssjúkrahúsið er ført
fyri at taka allar hesar 30-
40 sergreinir og tað fer at
virkað.
– Her er ikki júst eymýkt,
sum eyðkennir hesa statt.
Áðrenn eg gevist hesa
ferð, eg verið noyddur at
skriva eina grein afturat,
fari eg bert at nevna, nú
fráfarni yvirlæknin stuðl
ar seg til fráfarna ríkis
umboðsmannin
Niels
Bendtsen, sum orsakað
av, at hann var ósamdur
við sjúkrahússtýrini, gjørd
ist so “fornermaður”, at
hann ikki møtti á sjúkra
hússtýrisfundum,
men
sendi skrivstovustjóran fyri
seg. – Eg sat tá sjálvur sum
formaður í stýrinum fyri
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her er talan um makt,
um sentralismu. Hvussu
stovnurin virkar, tykist at
koma í aðru røð. - Tað er
ikki peningur ið er tørv
urin.
Viðmerkingar til Óla Mikkelsen, fyrrverandi
yvirlækna á Landssjúkrahúsinum
norðoyatingmaður
Jógvan við
Keldu