hósdagur 26. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
9
tíðindi
Daniel er fyristøðu
maður í einari kirkju
í einari lítlari bygd í
Rumenia. Hann er í
Føroyum saman við
konuni Marellu. Tey
ynskja at takka fyri
ta hjálp, sum tey hava
fingið úr Føroyum.
Hóast syndarliga
vánaligar umstøður,
eru tey bæði glað, tí
at tey hava trúnna á
Jesus
MENNINGARHJÁLP
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Daniel og Merella Banu
úr Rumenia eru í hesum
døgum á vitjan í Føroyum.
Hann er fyristøðumaður í
einari kirkju í heimbygdini,
sum liggur 100 kilometrar
úr Bukarest. Tey móttaka
menningarhjálp frá lands
stýrinum, og Thomas Juul
Askham úr Havn hevur
saman við Ásbjørn Niclasen
og Sverra Kjærbæk verið í
Rumenia og hjálpt teimum.
Vánalig kor
Daniel greiðir frá gerand
isdegnum í Rumenia. Durita
Dam Jacobsen umsetti fyri
tey bæði. Tey skilja tó væl
enskt.
- Vit búgva í einari
kommunu við 5000 íbúgv
um. Kommunan er býtt upp
í 5 bygdir. Í heimbygdini hjá
Daniel og Marellu búgva
400 vaksin, sigur Daniel.
- Rumenar telja einans
vaksin, tá ið tey telja limir,
leggur Durita afturat.
- Hvør familja hevur í
miðal 5-6 børn. Teir flestu
menninir arbeiða innan
byggivinnu, men tað er
sera torført at finna arbeiði.
Nógvir eru noyddir at ferð
ast til høvuðsstaðin Buka
rest at arbeiða. Tá búgva teir
í Bukarest gerandisdagar og
koma heim í vikuskiftunum.
Tey lægst løntu í Rumenia
fáa einans 1000 krónur um
mánaðin. Flestu kvinnur
eru heimagangandi, greiðir
Daniel frá.
Trúgvin er alt
Teir hentleikarnar, sum vit
taka fyri givið, kenna tey als
ikki til heima í Rumenia.
- Tað eru 9 bilar í okkara
bygd. Teir eru allir 15-20
ára gamlir, og mangan er
tað trupult at starta teir. Tað
eru 4 telefonir í bygdini. Eg
eigi eina, og tað er mangan,
at fólk koma inn til mín
at læna telefonina, sigur
hann.
Hóast vánaligu korini,
tykjast tey ikki at vera kedd
ella mótfallin.
- Vit eiga Jesus, og tað
troystar okkum. Umstøð
urnar eru vorðnar nógv
betri, síðani føroyingarnir
eru
komnir
at
hjálpa
okkum. Serliga hava teir
verið óførir at gjørt okkum
vatnverk, sum reinsar vatn
ið. Nú hava 175 hús fingið
innlagt vatn, og tað er stór
framgongd. Vit hugsa um
Føroyar hvørja ferð, vit
tendra kranan og biðja fyri
tykkum, sigur Daniel.
Tað eru enn 60 hús, sum
mangla at fáa innlagt vatn.
Tað eru heldur ikki øll, sum
hava elektrisitet í húsinum.
Stutt skúlagongd
Fyri hesi fólkini er tað sera
týdningarmikið at fáa hjálp,
so at tey kunnu fáa yvirskot
at hugsa um útbúgving. Van
liga fara børnini í forskúla í
heimbygdini og ganga til
4. flokk. Síðani skulu tey
ganga til grannabygdina,
sum liggur 2 kilometrar
frá. Har ganga tey inntil
8. flokk og gevast tá, tí at
foreldrini hava ikki ráð at
senda tey til Bukarest til
eina miðnámsútbúgving.
- Børnini mugu ganga
ella súkkla. Diesel kostar
tað sama í Føroyum og í
Rumenia. Eg skal brúka
eina heila mánaðarløn til at
fylla tangan tvær ferðir. Tí
er tað sera dýrt at ferðast,
greiðir Daniel frá.
Ásbjørn Niclasen hevur
skipað fyri, at 20 ung úr
bygdini eru sponsorerað
úr Føroyum at fara undir
víðari útbúgving.
- Tað eru vit sera takksom
fyri. Hetta er eisini nakað,
sum vit leggja stóran dent á
í kirkjuni hjá okkum, sigur
Daniel.
Siga takk
Daniel og Marella skulu
ferðast kring landið og hava
møtir. Tey verða her inntil
13. november.
- Vit vilja fegin siga tykk
um takk fyri hjálpina. Vit
hava longu hitt løgmann og
greitt honum frá, hvat ið
menningarhjálpin verður
nýtt til, sigur Daniel.
- Her er deiligt at vera,
men eg sakni okkara 7
børn, sum eru eftir í Rumen
ia. Tann elsti er 14, og tann
yngsta er einans 1 ár. Vit
hava myndir hangandi í
kamarinum av teimum, og
vit mussa tey góða nátt hvørt
kvøld, sigur Marbella.
Thomas Juul Askham
heldur fram við arbeiðinum
í Rumenia. Í nærmastu
framtíð verður ein kontainari
við sjúkrahúsútgerð sendur
hartil. Í Rumenia kostar
øll viðgerð og allur heili
vágur, og mangan eru
umstøðurnar syndarligar.
Sostatt kemur hetta væl
við hjá teimum. Fryntliga
rumenska fyristøðuparið
heilsar okkum farvæl við
heilsanini ”Gud signi tykk
um”.
Rumenia:
Umstøðurnar betri síðani
føroyingarnir komu
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein spammpostur funnin, sum kann
bróta inn internetbankar. Finansráðið ávarar fólk ímóti at lata upp
viðheftar fílur í ókendum teldubrøvum
Telduposturin, ið talan er um, kann stjala lyklaupplýsingarnar,
sum eru grundarlag undir trygdini í internetbankum.
TV-avisen á DR1 gjørdi í gjár vart við hendan teldupostin.
Finansráðið ávarar staðiliga ímóti, at brúkarar lata upp ókendar
teldupostar. Teir hava kanna 17 ymisk antivirus-forrit, og einans
tvey av teimum megnaðu at steðga teldupostinum.
Vandamikli telduposturin sær soleiðis út:
Virus-teldubrøv stjelur loynitøl
”Emne: Regning
Indhold: Kaere kunder!
Regning
Data er tillagt og sent med denne
meddelelse.
Jeg bruger gratis antispamversion, som
allerede har fjernt 227 spambreve.
Antispam er helt gratis for private brugere.
Vedhæftet: Regning.zip
Hjúnini Daniel og Marella Banu eru lívsglað, hóast tey hava sera trong kor heima í Rumenia
Mynd: Jens Kr. Vang
Nærmast situr Thomas Juul Askham frá samkomuni Oasan. Hann hevur verið
í Rumenia og gjørt hjálpararbeiði. Aftanfyri hann sita Marbella og Daniel Banu
umframt Durita Dam Jacobsen, sum tolkaði á tíðindafundinum í morgun
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki hoyrt um trupulleikar
Føroya Banki hevur ein tíðindastubba um nýggja virusin á
heimasíðuni. Har verður heitt á kundarnar um at boða frá, um teir
hava opnað viðhefta fílin í teldubrævinum. Teir hava tó ikki fingið
nakrar fráboðanir. - Mær vitandi er eingin fráboðan komin enn, sigur
Regin Frederikssen frá Føroya Banka. Tað er torført at siga, hvussu
vandamikil ein slíkur virus er. - Netbankarnir hava eina forritaða
kotu, sum virusarnir kunnu stjala. Tað koma nýggir virusar hvønn
dag, og teir gerast bara meira og meira framkomnir. Mangan er tað
skipaður kriminalitetur, sum stendur aftanfyri slíkt. Vit royna tó altíð
at verja okkum fyri slíkum. Elektron umsitir tað fyri okkum, og teir
hava fingurin á pulsinum hvønn dag, sigur Regin.