hósdagur 26. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 207 - 26. oktober 2006
tíðindi
Málið um samkynd:
Savna inn undirskriftir
Útlendski áhugin fyri
málinum um viður
skiftini hjá teim sam
kyndu í Føroyum
økist alsamt, og nú er
ein donsk heimasíða
farin at savna undir
skriftir inn, har fólk,
sum eru í móti diskri
minatión av samkynd
um skriva seg á ein
lista, sum seinni
verður handaður
løgtinginum
SAMKYND
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni vísti Sosial
urin á, at útlendski áhugin
fyri málinum, um viður
skiftini hjá teim samkyndu
í Føroyum, er ovurhonds
stórur. Danskir, íslendskir,
norskir og týskir fjølmiðlar
hava viðgjørt málið, og tað
hevur skapt øsing fleiri
staðni.
Stóra danska blaðið, Poli
tiken, hevði í sunnudags
útgávu síni eina umrøðu av
málinum, sum hevur fylgt
føroyskar fjølmiðlar sein
astu tíðina. Greinin sunnu
dagin var í stuttum ein
samandráttur av øllum tí,
sum er hent her, og sam
stundis byrjanin til eina
greinarøð. Í týsdagsblað
num hevur Politiken eina
samrøðu við pápa Rasmus
Rasmussen, Mortan Ras
mussen, og henda samrøða
verður so fylgd upp seinni
í vikuni.
Umheimurin
má handla
Men tað er verri enn so
bara Politiken, sum hevur
málið um tey samkyndu í
Føroyum til viðgerðar. Fyri
ein tíð síðani tók Nynne
Nørup, universitetslesandi,
stig til heimasíðuna www.
act-against-homophobia.
underskrifter.dk, har hon
savnar inn undirskriftir frá
fólki, sum eru í móti dis
kriminatión av samkyndum.
Tá blaðið fór til prenting
ar høvdu ikki færri enn
2600 fólk skrivað seg á
listan, sum seinni verður
handaður Føroya Løgtingi.
Á heimasíðuni stendur,
at málið við innsavningini
er at vísa, at umheimurin
ikki góðtekur tað slagið av
mismuni sum samkynd í
Føroym líða undir. “Tað er
líkamikið, um tað er í
navni kristindómsins ella
ikki. Tað eru nakrir borg
arar í Føroyum, sum mót
mæla, men tað er eisini
brúk fyri, at umheimurin
ger okkurt”, stendur mill
um annað á lesa á heima
síðuni.
Anders Fogh harmast
Men tað er ikki bara van
ligi danin, sum ógvast og
øtast um støðuna í Føroy
um. Týsdagin gav danski
forsætisráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, sína per
sónligu meining um málið
til kennar á einum tíðinda
fundi.
– Hatta er eitt mál fyri
tað føroyska heimastýri.
Formelt skal Danmark als
ikki blanda seg, og tað fer
Danmark heldur ikki at
gera.
– Men eg vil gjarna siga
mína politisku viðmerking
um tað og tað er, at ógvuliga
harmur um tað, eg hoyri og
síggi í Føroyum. Eitthvørt
samfelag hevur til ábyrgd
at tryggja, at tað ikki
verður gjørdur mismunur á
fólki, sigur Anders Fogh
Rasmussen.
Jólagávu til øll húski frá Føroya Banka
Í samband við at
Føroya Banki fyllir
100 ár í ár, hava Jørn
Astrup Hansen og
Jóan Pauli Joensen
skrivað eina bók um
søgu bankans, og sum
øll húski í Føroyum
borðið í postkassan í
desember
FØROYA BANKI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Føroya Banki fyllir 100 ár
og heldur rimmar føðingar
dagshald við gallakvøldum
um alt landið í hesum
døgum. Nógv verður gjørt
burtur úr og talan hevur
verið um nøkur serstakliga
væleydnaði
kvøld
við
skemti, tónleiki, filmi og
góðum mati.
Á hesum gallakvøldum
hevur bankin eisini boðað
frá, at Føroya Banki hevur
latið eina bók skrivað um
søgu bankans. Tað eru teir
báðir Jóan Pauli Joensen,
professari og rektari á Fróð
skaparsetri Føroya, og Jørn
Astrup Hansen, fyrrveran
di stjóri í Sjóvinnubanka
num og Føroya Banka, sum
hava skrivað bókina.
Bókin er í tveimum bind
um. Fyrra bindið er um
søgu bankans, og henda
partin hevur Jørn Astrup
Hansen skrivað. Seinna
bindið er um samfelags
menningina í Føroyum
hesi árini føroyingar hava
havt bankar, og henda part
in hevur Jóan Pauli Joensen
skrivað.
Um bókina kann sigast,
at hon er áhugaverd á so
nógvar ymsar mátar. Mill
um annað verður farið ná
greiniliga ígjøgnum banka
kreppurnar í bæði fimmti-
og nítiárunum.
Har verður onki pakka
inn og veruleikin verður
lýstur so bersøgin, sum
hann nú einaferð kann, tá
tað er Jørn Astrup Hansen,
ið skrivar.
Til hvørt húski
Føroya Banki ætlar, at bók
in skal sendast øllum húskj
um í Føroyum, og einaferð
í fyrru helvt av desem
bermánaði kunnu føroy
ingar rokna við, at bókin
um Føroya Banka liggur í
teirra postkassa. Í so máta
ber til at siga, at allir før
oyingar fáa eina føðing
ardagsgávu og jólagávu frá
bankanum í desember.
Annars er tað ikki fyrstu
ferð, at føroyingar fáa eina
ókeypis bók frá bankunum.
Í 1982, tá Sjóvinnubankin
fylti fimmti, lat bankin
eisini øllum húskjum í
Føroyum eina bók um
bankan, men nú kunnu
føroyingar so aftur gleðast
um, at fáa eina bók um
bankasøgu ókeypis.
Jørgen Saabye hevur tekna
hesa tekning, sum skal lýsa
støðuna hjá samkyndum í
Føroyum, og er hon at síggja í
dagsins útgávu av Politiken.
Jørn Astrup Hansen og Jóan
Pauli Joensen hava saman
skrivað bókina, sum øll húski
fáa í desember.
Jyllands-Posten fríkendur
Í dag varð blaðið Jyllands-Posten fríkent fyri ærumeiðing og útspilling í samband
við Muhammed-tekningarnar. Hetta staðfesti býrætturin í Århus á einum
rættarfundi.
Teir, sum stevndu Jyllands-Posten vóru Islamisk Trosamfund og seks aðrir
felagsskapir, hava nú stevnt dómin inn fyri landsrættin.
Framsøgumaðurin hjá Islamisk Trosamfund, Kasen Said Ahmad sigur, at
rætturin hevur givið Jyllands-Posten rætt til vanhalga muslimarog kenslurnar hjá
muslimum, og givið Jyllands-Posten binda muslimar saman við terror.
Tjóðskaparliga semjan á breddan
Tjóðskaparliga semjan er høvuðsevnið, tá ið umboð fyri Stjórnarskipanarnevnd
ina í kvøld fara at kunna í Klaksvík
Stjórnarskipanarnevndin fer í kvøld klokkan 19.30 at kunna um arbeiðið við at
fyrireika uppskot til nýggja stjórnarskipan. Fundurin verður í skúlanum við
Ósánna í Klaksvík.
Høvuðsevnið verður uppskoti til semja, sum nevndin arbeiðir við at fáa um
tjóðskaparliga spurningin. Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar.