hósdagur 26. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
7
tíðindi
Morgungron
Tað kemur neyvan óvart á menn, at ein bretsk kanning nú
vísir, at munandi fleiri kvinnur enn menn hava morgungron,
og at eisini tekur teimum longri tíð at sleppa av við tað
lúnuta lagið. Bretska kanningin sigur, at 24 prosent av
øllum monnum hava ongantíð morgungron, men at bara
13 prosent at kvinnunum kunnu rósa sær av tí. Umberingin
sigst vera, at kvinnurnar sova verri um náttina, og at tær
hava meiri at gera um morgunin.
Hugnakvøld
Mánakvøldið fara skálavíkingar og onnur at hugna
sær í Kelduni í Skálavík. Tá verður skipað fyri einum
hungnakvøldi, har Marna Skylv Sørensen og Brynja
Trondesen fara at vísa tað nýggjasta innan hár- og
klædnamóta, og mótaserfrøðingurin Hans Fróði Hansen
fer at geva fólki góð ráð. Okkurt gott verður eisini til
matna, og tí stendur Elisabeth Myllhamar fyri. Tiltakið
byrjar klokkan 19.00 og kostar 280 krónur fyri hvønn.
Sambært greining hjá
Føroya Sparikassa
eru tey fiskiloyvi, sum
Tjóðveldisflokkurin
vil hava í eina til
feingisbúð, verd
yvir tvær milliardir
krónur
Fiskiloyvi
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
2.214.000.000 kr.
Somikið stórt er virðið
á samlaðu upphæddini,
sum Føroya Landsstýri læt
føroyski fiskivinnuni at
umsita, tá lógin um vinnu
ligan fiskiskap varð sett í
gildi á vári í 1994.
Tað eru tølini, sum fram
ganga av eini greining,
sum Føroya Sparikassi
hevur gjørt, nú uppskotið
hjá Tjóðveldisflokkinum
um broytingar í lógini fyri
vinnuligan fiskiskap skal til
viðgerðar í Løgtinginum.
Hóast fyrsta viðgerðin
enn ikki hevur verið, so
er eingin ivi um, at stóra
talið fær tað at renna kalt
eftir bakinum hjá fleiri
av teimum, sum seinnu
árini hava sagt seg vilja
fremja endamálinum við
einum
tilfeingisgjaldi.
Og ikki minni kalt man
tað fara eftir bakinum hjá
Føroyagrunninum og gomlu
partaeigarunum í Vesturvón.
Sambært grein aðra staðni á
síðuni gevur greiningin hjá
Sparikassanum
nevnliga
greiðar ábendingar um tveir
sera favorablar handlar fyri
keypararnar.
Tað sum flotin ber
Notatið hjá Sparikassanum
verður ikki greinað við
serstakari frágreiðing um
arbeiðshátt ella manna
gongdir í hesum. Men lítið
er tó at ivast í, at stórt
greiningarbeiði liggur í hes
um.
Sum viðmerking verður
sagt, at tølini eru grundað
á tað, sum flotin megnaði
at forrentað sambært árs
roknskapunum fyri 2005.
Í útgangsstøðinum eigur
hetta tí at sýna tað virði, har
keypari og seljari kunnu
semjast um, tá handil verð
ur framdur. Selja, tí hetta
er markið, har tað loysir
seg betri at selja enn at
halda fram, og keypari tí
ein handil, sum er dýrari
enn hetta, verður sera
trupul at forrenta. Í øllum
førum, um roknað verður
við óbroyttum fortreytum.
Í viðmerkingunum til
uppskotið meta stillararnir,
Torbjørn
Jacobsen
og
Heidi Petersen, at á elið
10% av kvotuvirðunum
eiga at koma í landskassan
á hvørjum ári. Ella við
øðrum orðum, so verður
roknað við, at inntøkan
hjá Landskassanum – við
verandi fortreytum hjá flot
anum – verður á leið 200
mió kr. um árið.
1. viðgerð av upskotinum
hjá Torbjørn og Heidi hevur
verið. Málið er í løtuni til
viðgerðar í vinnunevndini
hjá løgtinginum.
Eiler gjørdi tað
gott. Men gomlu
partaeigararnir
í Vesturvón og
ikki minst Føroya
grunnurin gjørdu
tað lort, um
handlarnir verða
sammettir við
greiningina hjá
Sparikassanum
Skipasølur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eiler Jacobsen seldi parta
felagið Krúnborg fyri 356
mió kr. í juni mánaði í ár.
Verður skuldin í felagnum
- hon var við árslok 2005
upp á 87 mió kr. - tald
við, var samlaða virðið
á handlinum 443 mió kr.
Ella við øðrum orðum
er tað upphæddin, sum
nýggju eigararnir skulu
forrenta.
Og tað er nú væl meira
enn tað, sum greiningin
hjá Sparikassanum vísir.
Sambært hesi er eitt nóta
skip við veiðiloyvi vert
á leið 300 mió kr., og
tí er ikki løgið, at silda
kongurin
úr
Skálavík
segði talan vera um eitt
tilboð, sum var ov gott at
siga nei til.
Øðrvísi er í so máta við
handlunum kring Vestur
vón og JFK-samtakið.
Vesturvón varð sambært
givnum upplýsingum selt
fyri 160 mió kr. Skuldin
í felagnum var 20 mió
kr., og tí var samlaða krav
ið til rentingina av keyp
inum 180 mió kr. Men
keypararnir
fingu
nú
meira enn ein flakatrolara
við í keypinum. Vesturvón
hevði
nevnliga
eisini
tvey trolarapør, har hvørt
skipið við veiðirættindum
sambært Sparikassanum
hevur eitt handilsvirði á
18 mió kr. Ella í alt 72
mió kr. Er hetta rætt, so
var virðið av Vesturvón á
leið 108 mió kr.
Og hjá JFK samtakinum
stóð ikki so munandi
betri til. Har var samlaði
søluprísurin uppgivin til
120 mió kr., og saman
við skuldini á 190 mió
kr. gevur hetta 310 mió
kr., sum onkursvegna
kunnu forrentast. Tveir
flakatrolarar á 150 mió
fyri hvønn, geva eitt virði,
sum táttar heilt væl í tær
310 milliónirnar. Men
JFK-samtakið innihelt tó
eisini so nógv annað. Eitt
pelagiskt, tvey ísfiska-
og eitt rækuloyvi vóru
í felagnum, sum eisini
átti næst størsta rávøru
útflytaran í landinum.
Nevnliga Kósavirkið. Og
sammett við bæði Vestur
vón og við tølini, sum
Føroya Sparikassi nú legg
ur fram, er eingin ivi um,
at handilin tá fór fram fyri
væl lægri upphæddir.
Eiler hevði
rætta pulsin
Fiskiloyvi
fyri 2,2 mia kr.
Talan var eftir øllum at døma um ein framúr góðan handil,
tá Eiler Jacobsen í summar seldi Krúnborg fyri 356 mió kr
Tølini hjá Sparikassanum
(øll virði í tkr.)
Virði pr.
Virði pr. Samlað fyri Samlað fyri
skip v/loyvi
loyvi skip v/loyvi
loyvi
Lemmatrolarar
12
14.000
4.000
168.000
48.000
Partrolarar
28
18.000
12.000
504.000
336.000
Línuskip
25
12.000
10.000
300.000
250.000
Garnaskip
7
12.000
10.000
84.000
70.000
Trolarar á landleiðini
16
18.000
10.000
288.000
160.000
Flakatrolarar
4
150.000
75.000
600.000
300.000
Nóta- og trolskip
7
300.000
150.000
2.100.000
1.050.000
4.044.000
2.214.000
Tað eru veldugar upphæddir, sum
landsstýrið í 1994 læt føroyska
fiskiflotanum upp í hendi at umsita
Soleiðis sær yvirlitið frá Føroya Sparikassa út. Hetta sýnir virðið á kvotunum hjá parti av
føroyska flotanum