hósdagur 26. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 207 - 26. oktober 2006
tíðindi
- Føroyski fólkaskúlin
er eitt lasafar og Før
oya Lærarafelag er ein
vissur likamspartur
í fjórðu deild, heldur
Óli Breckmann.
Hann vil eisini hava,
at video upptøkutól
verða sett upp í øllum
skúlastovum fyri at
vita, hvat kanska er
galið við lærarunum,
um tann næsta Pisa
kanningin verður líka
vánalig, sum tann
fyrsta var
Skúlaskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroya Lærarafelagi er
ein vissur likamspartur av
fjórðu deild og fólkaskúlin
er eitt merkiligt lasafar.
Óli Breckmann, løgtings
maður, høgdi til høgru og
vinstru, tá ið Løgtingið
hevði føroyska fóllkaskúlan
til umrøðu mikudagin.
Heidi Petersen, løgtings
kvinna, spurdi landsstýris
mannin í skúlamálum, hvussu
hann ætlaði at fyrihalda seg til
úrslitið av Pisa kanningini.
Óli Breckmann kallaði
skúlan eitt merkiligt lasafar
og tað verður ikki talingur
um at brúka meiri pening
upp á hetta lasafarið.
– Ein gamal bilur má
burtur og vit mugu í holt
við at fáa ein nýggjan bil.
Eitt gamalt skip kann ikki
blíva við at verða umvælt
fyri fleiri milliónir, tí tað
søkkur fyrr ella seinni.
– Og hendan brigadan av
serfrøðingum, sum kallast
Føroya Lærarafelag hava
46 tilráðingar, men eg hoyrdi
ongantíð, at vanligi limurin í
Lærarafelagnum skal sleppa
at royna seg í fríari kapping
ímóti øðrum limum í Føroya
Lærarafelag.
– Tey halda hondina yvir
hvørjum øðrum og kann
eg siga mína meining um
Føroya Lærarafelag er tað
ein vissur likamspartur í
fjórðu deild, ljóðaðu sein
astu skotriðini frá Óla
Breckmann um felagið hjá
føroysku lærarunum.
Men hann var ikki heilt
liðugur við sjálvan fólka
skúlan, tí hann mælti eisini
til, at nakrar milliónir verða
brúktar til at seta video-
upptøkutól upp í hvørjari
einastu skúlastovu fyri at
vita, hvat kanska var galið
við lærarunum, um so er, at
úrslitið av næstu Pisa kann
ing verður líka vánaligt, sum
úrslitið av teirri fyrstu, sum
varð kunngjørt fyrr í ár.
Hann vísti á, at Løgtings
limir hava upptøkutól á sær
hvønn einasta dag og hann
helt ikki, at tað var meiri
enn rímiligt, at ein almennur
stovnur sum fólkaskúlin,
eisini toldi tað.
Kunnu ikki leypa
á leistum
Annars vísti Jógvan á Lakj
uni, landsstýrismaður á, at í
næsta mánað er ætlanin at
hava aðalorðaskiftið í Løg
tinginum um fólkaskúlan.
Síðani verður málið tikið til
politiska viðgerð og neyð
ugur peningur settur av.
Annars vísti hann á, at
næsta ár er ætlanin at játtanin
til fólkaskúlan skal økjast
tilsamans 18 milliónir.
Andreas Petersen vísti á, at
hetta er ikki eitt mál, har vit
kundi loypa á leistum, uttan
at hugsa væl og virðiliga um
tey tiltøk, vit seta í verk.
Høgni Hoydal sigur, at
tað er skeivt, at játtanin til
fólkaskúlan er ikki hækk
að, tí hækkingar til Skúla
bókagrunnin hava onki við
fólkaskúlan at gera.
Bæði Heðin Zachariasen,
Kaj Leo Johhannesen
hildu, at tað var neyðugt
at tað er ikki vist at hægri
játtanir í sær sjálvum, loysa
trupulleikan, tí teir mettu, at
tað mátti eisini kannast eftir
væl og virðiliga, hvat vit fáa
fyri pengarnar.
Hergeir Nielsen undraðist
á, at Óli Breckmann ikki
varð átalaður fyri at kallað
Føroya Lærarafelag eitt so
niðrandi sum afturpartin í
fjórðu deild.
Sverri Midjord helt, at
tíðin varð kanska komin til
at dagføra lærararnar í fólka
skúlanum til at lúka dagsins
krøv.
Føroya Lærarafelag er
reyvin í fjórðu deild
Óli
Breckmann
skeyt við
skørpum
mikudagin.
Hann legði
bæði eftir
Lærara-
felagnum
og fólka
skúlanum
og hann vil
hava video-
uppøkutól
sett í hvørji
einastu
skúlastovu
– Tað er okkurt raml
andi galið í heysinum
á teimum, sum manna
javnstøðunevndina,
sigur Hendrik Old.
Tórbjørn Jacobsen
kallar tað idiotiskt.
Men Lisbeth Petersen
heldur, at hetta sigur
alt um støðið hjá
mannfólkunum í
Løgtinginum
Javnstøða
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er eitt uppskot um
at gera regulert statskvett í
Føroyum
– Hetta er at torpedera
demokratiið í Føroyum.
Tónalagið var óvanliga
hvast í Løgtinginum miku
dagin.
Løgtingið umrøddi javn
støðu ímillum kvinnur og menn
og tað plaga tingfólk hava hava
greiðar meiningar um. Tað
høvdu teir eisini mikudagin,
tá ið Heidi Petersen spurdi
Løgmann, hvat hann ætlaði
at gera við seinasta uppskotið
frá javnstøðunevndini og
nevndini, sum arbeiðir fyri
øktum kvinnuligum leikluti í
politikki.
Uppskotið snýr seg um,
at tingmenn skulu siga
tingsessin frá sær og lata
kvinnuligu varalimirnar taka
sætið á tingi ístaðin í einar
tvær ella fýra vikur.
Tinglimir vóru ójavnir
á máli um uppskotið, men
tað er ikki ofta, at orðavalið
er so eirindaleyst, sum tað
var hesuferð, serliga hjá
summum av teimum, sum
vóru ímóti.
Uppskot um
regulert statskvett
Hendrik Old helt, at tað má
vera okkurt ramlandi galið í
heysinum á teimum fólkum,
sum komu við hesum, tá ið
lagt verður upp til at gera
statskvett í einum landi.
Hann helt nevniliga, at tað
er eitt regulert uppskot um
eitt statskvett, tá mælt verður
til, at koyra meirilutan av
teimum valdu tinglimunum
frá fyri at fáa nøkur heilt
onnur á ting ístaðin.
Hann helt eisini, at skal
hetta vera ætlanin, eiga vit at
umhugsa at strika játtanina
til javnstøðunevndina.
– Hetta er alvorligt. Hetta
er alvorligt, sum fyrigongur í
heysinum á hesum fólkunum,
segði Hendrik Old.
Eisini Tórbjørn Jacobsen
var eirindaleysur og greiður
í sínari niðurstøðu.
– Hevur javnstøðunevndin
onki annað at fiffla við,
enn at koma við so idiotisk
um og demokratiskt undir
gravandi virksemi, er bara
eitt hjá tinginum at gera
og tað er at avtaka bæði
Javnstøðunevndina og javn
støðulógina og tað ongantíð
ov skjótt.
Hann kallaði hetta at
torpedera demokratiið og
tað góðtók hann ikki og
hann mælti heldur kvinnum
til at stilla upp, so tí áttu tær
helvtina av Løgtinginum.
Eisini aðrir løgtingsmenn
vóru ímóti ætlanini.
Heðin Zachariasen helt,
at hetta var láturligt, tí vit
fáa eina fatan av, at kvinn
urnar í Føroyum eru niður
bundnar, sum ikki sluppu
at ganga í skúla og ikki
sluppu at útbúgva seg. Men
veruleikin er, at vit hava
nógvar vælútbúnar kvinnur
tó at tær eru nakað fáar í
Løgtinginum.
Eisini Gerhard Lognberg
helt, at hetta var ein syndar
ligur spurningur, tí kvinnur
hava sama møguleika, sum
menn, at stilla upp, men tær
kunnu ikki tvingast at gera
tað.
Páll á Reynatúgvu helt, at
tað, sum kvinnur vildu hava
minst av øllum, var kávalótir
og fjant og fjas skipanir,
sum ikki byggja á veruliga
fólkaræðið og skipanina, vit
velja Løgtingið eftir.
Eisini hann helt, at
flokkarnir eiga at taka málið
í størri álvara innanfloks og
kanska broyta valskipanina
so at tað verður lættari hjá
kvinnum at verða valdar
Kristian Magnussen helt
ikki, at lóggevandi Løg
tingið kundi brúkast til
hugskotsleikir og sýningar.
– Er virðingin fyri Løgting
inum ikki 100%, so veit eg
ikki, hvar vit enda.
Hann helt, at tað kundi
eisini hugsast, at eitt slíkt
uppskot endaði í einum
politiskum uppreistri, tí tey
kundu samtykt hvat sum
helst.
Hann segði, at trupulleikin
liggur í valskipanini. Aðra
staðni eru tað flokkarnir,
sum sjálvi gera av, hvør skal
standa ovast á vallistunum
og sostatt verða fyrst vald.
Bill Justinussen tók undir
við at fáa fleiri kvinnur upp
í politikk, men hann helt,
at hetta var ómøguligt at
gjøgnumføra. Hann undr
aðist á, at ongin hevði
skotið upp, at øll fingu tvær
atkvøður, so at vit skuldu
velja ein mann og eina
kvinnu, hvørja ferð val var.
Frísklig og
áhugaverd roynd
Løgmaður helt, at uppskotið
var frískt og áhugavert og
kundi verið eitt hugskot til at
fingið meiri javnvág ímillum
kynini í Løgtinginum. Hann
helt, at størsta forðingin fyri
javnstøðu, er hugburðurin,
men tað tekur tíð at broyta.
Høgni Hoydal helt, at
hetta er eitt slag av sýning,
ella pallborðsfundi, har vit
lata kvinnuligar varamenn
um at koma á Løgting í 10
dagar og tað helt hann hevði
verið ein áhugaverd roynd.
- Hetta hevði verið eitt fínt
tiltøk, tí tað krevjast serstøk
og ógvuslig tiltøk fyri at
gera vart við trupulleikan, tí
støðan viðvíkjandi javnstøðu
er margháttlig í Føroyum.
Kári P. Højgaard helt, at
uppskotið var fínt og hann
tók fult undir við hesum, tí vit
hava botnmet í kvinnuligari
luttøku í politikki. Og
framdu vit hetta tiltakið,
høvdu vit í hvussu so er
einaferð komið á breddan
sum undangonguland á
javnstøðuøkinum.
Sigur alt um støðið
Kvinnuligi løgtingslimirnir
vóru ikki sørt illa við av
orðavalinum hjá tingmonn
unum.
Lisbeth L. Petersen helt,
at hetta segði alt um støðið
í Løgtinginum.
– Nú skilja vit kanska tær
kvinnur betri, sum ikki vilja
stilla upp, tá ið tað verður
arbeitt á so lágum støði.
Hon helt, at tað var neyðugt,
at hvør flokkur arbeiddi
meiri við javnstøðumálum.
Kortini helt hon, at javn
støða kann fremjast øðrvísi
enn at kvinnur koma inn í
lóggevandi tingið at viðgera
lógarmál. Hon mælti heldur
til, at skipa verður aftur fyri
kvinnutingi.
Annita á Fríðriksmørk
vísti á, at onkustaðni skal
annaðhvørt valevni vera
kvinna. Og hon spurdi um
tað var meiri demokratiskt
at áseta, eitt ávíst tal av ting
monnum skal vera úr ávísum
økjum í landinum.
– Fólkaræðið sær út, sum
vit sjálvi vilja hava tað at
síggja út, legði hon afturat.
Heidi Petersen ásannaði, at
tá ið hugburðurin hjá monn
unum var so negativir, vísir
tað bara, at vit eru komin
ótrúliga stutt á hesum øki.
Uppskot um at gera statskvett í Føroyum
- Hevur Javnstøðunevndin onki
at fiffla við, enn at koma við so nøkrum so idiotiskum, er onki
at gera enn at avtaka hana ongantíð ov skjótt, heldur Tórbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður. Eisini Hendrik Old heldur, at stundin
er komin at umhugsa framtíðina hjá nevndini