hósdagur 26. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
5
tíðindi
Avdúkar krabbamein
Nýggj gransking vísir, at tað ber til at avdúka krabbamein í lungunum við at
skanna lunguni. Mannagongdin kann samanberast við mammografi, sum verður
brúkt, tá kannað verður, um kvinnur hava bróstkrabba. Granskararnir vóna, at
tann nýggi kanningarhátturin kann bjarga mannalívum, men teir eru ósamdir um,
hvussu góður hesin hátturin er. Summir granskarar vænta, at skanningin fer ikki
at geva fullfíggjað úrslit.
Arbeiðsávísing á netinum
Arbeiðssøkjandi, sum sóknast eftir tí rætta arbeiðinum, og arbeiðsgevarar, sum
sóknast eftir tí rætta starvsfólkinum, hava nú ein nýggjan møguleika at náa á
mál. www.starv.fo er ein arbeiðsávísing á internetinum, har partarnir á
arbeiðsmarknaðinum kunnu koma í samband við hvønn annan. Á starv.fo kunnu
øll arbeiðssøkjandi við føroyskum p-tali og allir arbeiðsgevarar við føroyskum
v-tali skráseta seg og síggja, um nakað arbeiði og nakað starvsfólk er, sum
samsvarar við júst teirra tørv og ynskir.
Vatn verður líka dýrt sum olja og gass
Ein íløga í vatn er
ein trygg íløga, siga
serfrøðingar.
Ráevni
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Hevur tú hug at seta pengar
í onkra trygga vinnu, so
eru gull, olja og gass nøkur
góð boð. Men um stutta tíð
verður tað líka skilagott at
seta pengarnar í vatn.
Tað er í hvussu er boð
skapurin hjá viðurkenda
sveisiska bankanum Credit
Suisse. Í einari nýggjari
frágreiðing skrivar virðisbr
ævaserfrøðingurin
hjá
bankanum, Markul Machl
er, at um fá ár verður so
stórur eftirspurningur eftir
drekkivatni, at vatn verður
líka virðismikið, sum olja
og gass eru í dag.
Frágreiðingin "Security
and conflict", sum Markus
Machler og aðrir serfrøð
ingar hava skrivað, hevur
fleiri tilmæli um, hvar fólk
og feløg eiga at seta sínar
pengar, og teirra niðurstøða
er, at ein íløga í vatn er ein
trygg íløga.
Ein spurnarkanning, sum
Credit Suisse hevur gjørt í
Evropa, vísir, at um allan
heimspartin stúra fólk fyri,
at einki reint drekkivatn
verður eftir í brunnunum.
Tí verður neyðugt at keypa
vatn.
Føroyskt vatn
Gongst sum tælað sleppa
fólk inni á evropeiska meg
inlandinum at drekka før
oyskt vatn um ikki so langa
tíð. Í september í 2004 fekk
Fimmboði Lisberg eitt 20
ára loyvi frá landsstýrinum
at taka vatn úr Sumbiar
bergholinum, og nú er verk
ætlanin komin so mikið
væl áleiðis, at um stutta tíð
fáa íleggjarar tilboð um at
seta pening í hana.
Fimmboði Lisberg sigur,
at allar forkanningar og
fyrireikingar eru lidnar, og
at tilfarið, sum skal leggjast
fyri íleggjararnar, verður
klárt um einar fjúrtan dag
ar.
Kanningarnar hava víst,
at tað verða eingir trupul
leikar at finna marknað.
Teir størstu eru í Evropa.
Mett verður, at fransmenn,
bretar, italiumenn og spa
niumenn drekka einar 10
milliardir litrar av vatni úr
fløskum um árið.
Fimmboði Lisberg hevur
fingið loyvi at taka vatn
1565 metrar inni í Sumbi
arbergholinum. Har renna
umleið 30 litrar um sek
undið. Ætlanin er at leiða
vatnið úr lopransmegin, og
har verður sjálvt virkið
eisini bygt.
Fimmboði Lisberg vil
ikki siga, hvat verkætlanin
kemur at kosta, men hann
viðgongur, at tilgongdin
hevur verið sera spennandi,
og at útlitini eru góð.
www.husamekling.fo
HÚSAMEKLING
Keyp og søla av fastari ogn
tel 31 93 21
J. Dahlsgøta 2, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: ..............207 m² / 124 m² + loft
Stødd á grundøki: ...........479 m²
Byggiár: ...........................1970
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Húsadalsvegur 6, 380 Sørvágur
Stødd á húsum: ..............111,5 m² x 2
Stødd á grundøki: ...........725 m²
Byggiár: ...........................1987
Kostnaður: ......................Hóskandi boð ynskist
Niðaragøta 110, 188 Hoyvík
Stødd á húsum: ...............60 m² x 2 + 2 útbygningar
Stødd á grundøki: ...........270 m²
Byggiár: ...........................1992
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n • T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1
373a og 376a, 380 Sørvágur
Stødd á húsum: ...............-
Stødd á grundøki: ...........1526 m² innangarðs,
2 gyllin uttangarðs
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Uppi á Mýrum og Úttriðingur
Heimari partur í Sørvági
430 Hvalvík
Stødd á húsum: ..............68,7 m² x 2 + loft
Stødd á grundøki: ...........606 m²
Byggiár: ...........................2006 / 2007
Kostnaður: .......................Kr. 1.400.000,-
645 Æðuvík
Stødd á húsum: ..............Uml. 100 m² + loft
Stødd á grundøki: ...........1038 m²
Byggiár: ...........................Uml. 1978, víðkað í 1986
Kostnaður: .......................Hóskandi boð ynskist
Sambært Credit Suisse kann
ráevnið úr Sumbiartunlinum
vera eins nógv vert sum tað,
ið vónandi fer at koma úr
føroysku undirgrundini
Stór føroysk nøvn á
sangskrivaraverkstaði
Eivør Pálsdóttir, Eyð
finn Jensen, Guðrið
Hansen og Dánjal
Neystabø eru saman
við Jóan Petur á
Stongunum føroysku
nøvnini á sanskrivara
verkstaðnum hjá Bret
Perkins.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Vikuskiftið 27. – 29. okto
ber verður verkstaður fyri
sangskrivarar við ameri
kumanninum Brett Perkins
í Musikkskúlanum í Havn.
Verkstaðurin er fyri før
oyskar og danskar sang
skrivarar. Føroysku luttak
ararnir á verkstaðnum eru
Eivør Pálsdóttir, Guðrið
Hansen úr Isadora and The
Rebels, Eyðfinn Jensen, ið
m.a. er kendur sum ein av
monnunum handan Popp
korn, Meyla og Knøtt og
Brand Enni. Men Eyðfinn
hevur verið virkin í nógv
ár, og hevur luttikið í nógv
um ymiskum samanhang
um, eitt nú klassisku før
oysku poppútgávuni hjá
Eyðfinni og Kára. Eisini
luttekur Tagz’arin Dánjal á
Neystabø og Jóan Petur á
Stongunum, ið m.a. hevur
verið virkin sum barrtón
leikari saman við Finni
Jensen.
Donsku luttakararnir eru
Rikke Lie, Kenneth Thor
dal, Mikkel Engell, Sine
Bach Rüttel og Anja Frø
slev, meðan grønlendska
stórtalentið Angu eisini
luttekur
Verkstaðurin um sang
skriving endar við eini
konsert í Klingruni í Norð
urlandahúsinum
sunnu
kvøldið 29. oktober kl.
19.30, og einum almennum
kunningarkvøldi um sang
skriving og tónleikaídnað
in í Dansistovuni í Norður
landahúsinum mánakvøld
ið 30. oktober kl. 19.30.
Aftan á tað verður jamm-
kvøld í Hafnia Lounge.
Tiltøkini eru samskipað av
Norðurlandahúsinum, FUT
og Dansk Artistforbund.