hósdagur 26. oktober 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 207 - 26. oktober 2006
tíðindi
Arbeiðsmarknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Kvalifiserað arbeiðsmegi
er altíð eitt aktiv í einum
samfelag. Tí mugu vit eisini
gera smidligari karmar fyri
útlendska arbeiðsmegi í
Føroyum, soleiðis at fólk
kunnu koma og fara, sum
brúk er fyri teimum, sigur
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í vinnumálum
- Vit mugu tryggja vinn
uni kappingarførar karm
ar við eitt nú hóskiligari
vinnulóggávu, skattalóg
gávu og avgjaldslóggávu,
soleiðis at vit eru kapp
ingarførir mótvegis teimum,
vit kappast ímóti.
Soleiðis segði Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður
í vinnumálum, við Sosialin
í gjár.
Landsstýrið arbeiðir í
løtuni við at gera tað lættari
hjá føroyskum vinnulívi at
fáa útlendska arbeiðsmegi
til Føroya, har tørvur eru
á fólki.
- Eg haldi, at vit eiga at
gera karmarnar smidligari,
soleiðis vit kunnu fáa
útlendska arbeiðsmegi hig
ar, tá ið brúk er fyri tí – og
ikki minst; at hesi so í eini
neyvari skipan fara avstað
aftur, tá ið tíðarskeiðið er
lokið.
Landsstýrismaðurin held
ur, at føroyskt vinnulív
eigur at fáa møguleikan at
gera avtalur við útlendska
arbeiðsmegi undir somu
korum og treytum, sum
føroyskir løntakarar hava.
- Kvalifiserað arbeiðs
megi er altíð eitt aktiv í
einum samfelag. Tí mugu
vit eisini gera smidligari
karmar fyri útlendska ar
beiðsmegi
í
Føroyum,
soleiðis at fólk kunnu koma
og fara, sum brúk er fyri
teimum, sigur Bjarni Djur
holm.
Hann sigur, at vit eiga
at halda generella útlend
ingapolitikkin
uttanfyri
hesi viðurskifti, tí tað er
eitt heilt annað mál, sum
hann tekur til.
- Tá ið ræður um arbeiðs
marknaðin, eiga karmarnir
at gerast smidligari, og
hetta kann eisini vera við
til at uppihalda nógvum
arbeiðsplássum í Føroyum.
Bjarni Djurholm vísir
á, at útlendingar, sum
kanska av ymiskum orsøk
um kundu ynskt sær at
verið longri í Føroyum,
enn brúk er fyri teimum
á
arbeiðsmarknaðinum,
koma tá undir tær treytir,
sum annars eru galdandi á
økinum.
Og tá tosa vit um heilt
onnur viðurskifti, leggur
hann aftrat.
- Tað, sum landsstýrið
ætlar við at gera viðurskiftini
smidligari, er at geva vinnuni
bestu fyritreytirnar fyri
arbeiðsorku og menning,
sigur landsstýrismaðurin.
Altjóða vinnustevnan
Faroexpo, sum hevur
verið hildin í Runavík
við fundarvirksemi
og í Kelduni í Skála
firði við fyrilestrum,
er nú av á hesum
sinni
Faroexpo 06
Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at alt hevur
gingið væl á Faroexpo.
Flestu fyritøkurnar hava
havt fleiri fundir við aðrar
fyritøkur, og tær flestu
munnu hava havt einar 10-
15 fundir tilsamans.
Tað sigur Símun Hammer,
leiðari á Virkisráðgevingini,
sum nú á øðrum sinni hev
ur samskipað Faroexpo-til
takið.
42 fyritøkur
Í dag er vinnustevnan liðug
í Ítróttarhøllini í Runavík,
og onkur av fyritøkunum,
sum hava verið við, eru
farnar á virkisvitjan.
- Talið av fyritøkum,
sum vóru við, var 42, har
av 18 vóru útlendskar, ser
liga danskar, úr baltisku
londunum og Grønlandi.
Símun sigur, at tríggjar
fyritøkur, sum partvís eru
íslendskar, vóru úr Baltikum,
og somuleiðis var Royal
Greenland við úr Grønlandi.
- Onkur av fyritøkunum
hava eisini umboðað fleiri
aðrar, eitt nú eitt danskt
konsortium, sum hevur 18
fyritøkur undir sínum hatti.
Á reiðarabásinum og ali
básinum vóru sjey fyritøkur
tilsamans, fimm reiðaríir
og tvær alifyritøkur.
Reiðaríini vóru Vinna,
Snaraløkur,
Framherji,
Thor og Supply-Service,
sum er felagið í Leirvík, ið
byggir supply-skip.
Á alibásinum vóru Havs
brún og Bakkafrost.
Uppaftur størri
- Hetta er annað árið á rað,
at Faroexpo verður hildin,
og vit ætla okkum eisini
at skipa fyri vinnustevnuni
komandi ár. Síðan verður
støða tikin til, um Faroexpo
frameftir verður hvørt ár
– ella annaðhvørt ár.
Símun Hammer vísir á, at
fyrireikararnir hava lært
nakað av hesum báðum
stevnunum.
- Vit hava fingið at vitað,
hvat ymisku fyritøkurnar,
sum eru við, ynskja sær og
eitt, sum vit ætla okkum at
gera meira við til komandi
ár, er at fáa uppaftur fleiri
fyritøkur við.
Hann heldur ikki, at talið
av fyritøkum neyðturviliga
er so avgerandi, men sigur
kortini, at tað hevði tænt
vinnustevnuni, um útboðið
var uppaftur størri.
- Tað er eisini stuttligari og
uppaftur meira áhugavert at
vera í stevnuumhvørvinum
í Ítróttarhøllini, tá ið talið
av fyritøkum er stórt.
Símun vísir eisini á, at
eru fleiri fyritøkur við,
sum hava eitt uppaftur
størri útboð, kann tað geva
ringvirkningar soleiðis, at
enn fleiri hava hug at verða
við.
Fundir avtalaðir
- Skipanin hevur verið
hon, at flestu fundirnir,
sum fyritøkurnar hava við
hvørja aðra, vóru avtalaðir
longu, áðrenn vinnustevnan
byrjaði.
Hann sigur, at Virkisráð
gevingin hevur tikið sær
av at samskipa fundarvirk
semið.
- Fyritøkurnar hava latið
okkum vitað, hvønn tey
ynskja at hava fundir við,
og síðan hava vit syrgt fyri,
at alt passar saman. Í øðrum
førum eru fundir avtalaðir
á sjálvari stevnuni, og tá
skulu hesir so fáast at passa
inn í fundarskránna, sigur
Símun Hammer, leiðari á
Virkisráðgevingini í Sal
tangará.
Smidligari karmar á arbeiðsmarknaðinum
Faroexpo
verður upp-
aftur størri
komandi ár
Um morgnarnar var
góður morgunmatur
at fáa í Ítróttarhøllini,
og um middagsleitið
var døgurði. Brøðurnir,
Búgvi og Pól Esber úr
Skálafirði, undirhildu
við guitara og
góðum sangi undir
døgurðaborðinum
mikudagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Vit hava fingið at vitað, hvat ymisku fyritøkurnar, sum eru
við, ynskja sær og eitt, sum vit ætla okkum at gera meira við til
komandi ár, er at fáa uppaftur fleiri fyritøkur við, so útboðið
verður enn størri, sigur Símun Hammer, samskipari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sangur á Sandi
Leygarkvøldið 4. november klokkan 19.30 verður eitt
hugnakvøld við sangi í Virkinum á Sandi. Tá er ætlanin at
syngja gamlar og nýggjar sangir, sum eru yrktir til Sands
bygd ella Sandoynna, ella sum hana samband við oynna.
Fyrireikararnir vilja fegnir hava fatur á honum ella henni,
sum hevur onkran sang, sum teir ikki hava fingið fatur á
enn til tiltakið. Aftan á hugnakvøldið verður dansur við
nýggja dansibólkinum Sand Dansband.
Letur upp 1. juli
Arbeiðið at gera tunnilin millum Øravík og Hov gongur so
nógv betur enn væntað, at hann væntandi verður liðugur
væl fyrr enn upprunaliga mett. Ætlandi verður skotið
ígjøgnum um hálvan annan mánað, og so verður roknað
við, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu tann 1. juli
næsta ár. Tað er fimm mánaðir fyrr enn ætlað. Tað hava
bert verið einstakir smáir trupulleikar inni í fjallinum. Tað
er Ístak, sum ger tunnilin.