hósdagur 26. oktober 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 207 - 26. oktober 2006
3
tíðindi
»Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga marg
feldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið,
ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djór
um í Føroyum.
Vandin við at skriva eina frágreiðing er, at hon lætt endar í eini
skuffu og verður gloymd. Men við einari slíkari bók sum hesari
– við nógvum áhugaverdum upplýsandi tilfari, myndum og tekn
ingum – er møguleikin størri fyri, at hon vekir ans millum fólk
og ikki fer so lætt í gloymskuna«.
Anna Maria Fosaa,
formaður í ritsjórnini
Føroya Skúlabókagrunnur
www.fsg.fo
Nýtt dygdarverk
kr.380,-
Reproz
Tveir árgangir saman
Eitt annað, sum er øðr
vísi við frískúlanum er,
at flokkarnir verða sett
ir saman av tveimum
árgangum í hvørjum.
- Vit meta, at tað er ein
fyrimunur fyri allar næm
ingarnar at seta flokkarnar
saman, so tað altíð eru
nøkur børn, sum eru nýggj
og óroynd, og so nakrir
veteranar. Næsta skúlaárið
fara tey eldri eitt stig upp
og gerast yngst í flokkinum
yvir og so framvegis. Fyri
munurin við hesum er, at
allir næmingar læra at taka
ímóti og leggja lag á hjá
teimum yngru og at fáa tey
at kenna seg væl. Soleiðis
geva vit teimum ein part
av ábyrgdini, eisini fyri tí
fakliga, tí ein sannroynd er
tað, at tann sum lærir mest
er tann, sum lærir frá sær,
sigur Eyðbjørg. Og hon
vísir á, at tey vóna, at sum
frá líður, fara tey at seta ein
pedagog í starv eisini.
- Í hesum sambandi
hava vit sett okkum í sam
band við læraraskúlan, har
vit ætla at samstarva um
at fáa næmingar í starvs
venjing hjá okkum, bæði
pedagoglesandi og lærara
lesandi, sigur hon.
Virkin foreldrabólkur
Krøvini til foreldur, sum
senda børnini í frískúlan,
eru nakað størri enn vit
kenna úr fólkaskúlanum,
men afturfyri fáa tey eisini
meira innlit í skúlan sum
heild. Sambært lógini skal
frískúlin vera ein sjálvs
ognarstovnur, har øll for
eldrini, umframt aðrir vinir
skúlans, eru limir í einum
áhugabólki.
- Ætlanin er at hvørt
foreldrapar kemur til for
eldrasamrøðu í ein tíma í
byrjanini av skúlaárinum
og so aftur ein tíma um
várið. Harumframt verða
kunningarskriv send heim
hvørja viku og nógv tiltøk
eru í skúlanum fyri foreldur
og børn, sigur Eyðbjørg.
Øll kunnu vera við
- Vit ynskja, at samansetingin
av næmingum skal endur
spegla samfelagið. Sjálvsagt
verður eitt egingjald, men
tað fer eisini bera til at
fáa heilt ella partvíst frí
pláss, um ráðini ikki eru
so góð. Harumframt fáa
børn við serligum tørvi
vanligu stuðulstímarnar frá
landinum við inn í skúlan,
eins og í fólkaskúlanum,
siga tær báðar at enda.
Til ber at lesa meira um
frískúlan á
www.friskulin.or
Dyrnar til nýggja frískúlan lata væntandi upp
næsta skúlaár. Í fyrsta umfari verða tað tær
báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, sum
undirvísa í og reka skúlan
Mynd: Jens Kristian Vang