Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 207 - 26. oktober 2006 Tíðin er avgerandi, tá næmingarnir skulu fara í dýpdina, at gáa eftir, at reflektera og at gera sær sínar egnu niðurstøður. Hetta gera teir í frískúlanum, har tey í mestan mun, fara at arbeiða við tvørgreinaligum evnisarbeiði, siga tær báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, sum hava tikið stig til at stovna ein frískúla í Havn. Skúlamál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Hendan fyrsta kava­morg­un í árinum hittast vit trígg jar til ein flógvan kaffimunn og eitt prát um nýgg ja frískúlum, sum tær ætla at stovna. Og tað eru tvær ágrýtnar kvinnur, sum við fullum huga greiða frá um hjartabarnið. At tær báðar royndu skúlakvinnurnar hava grein í sínum máli, og hava gjørt sær nógvar tankar, verður eisini alt meira greitt, so hvørt sum samrøðan líðir. Eyðbjørg og Sharon hava starvast við børnum og innskúling allan vaksna partin av lívinum, so tær vita, hvørjum tær fara frá, og sjálvsagt eisini, hvat tær heldur vilja hava. Betri tíð - Vit ætla at gera ein heil­ dagsskúla, har næmingurin er í skúla allan dagin, frá klokkan 8 til 15, og møguliga eisini við frítíðarskúla til klokkan 17. Tí tann allar størsta mangulvøran í fólkaskúlanum er tíð. Og fyri okkum er tað júst tíðin, sum er avgerandi fyri, um barnið lærir tað, sum tað skal, staðfesta tær báðar við ein munn. - Nógvu tíðini ætla vit at arbeiða við tvørgreinaligum evnisarbeiði, har tað hev­ur alstóran týdning, at næm­ ingurin sleppur at royna nógv ymiskt tilfar, ymsar arbeiðshættir, einsamallur og í bólkum. Undirvísingin fer fram innan slíkar karmar, at til ber at reflektera, at royna seg, at seta tingini í perspektiv og at taka støðu. Við hesum arbeiðshátti skapa vit eitt flow, av tí at næmingurin og tilfarið eru í støðugum samspæli, greiða tær frá. Við tvørgreinaligum evnis­arbeiði er allur skúlin soleiðis lagaður, at evnið gongur aftur. Teldur standa frammi, tól, amboð og tilfar er tøk og eitt rúgvismikið bókasavn er sett fram. - Endamálið er at vekja íbygda forvitnið næm­ing­ sins, og at egg ja hann til at fara undir arbeiðið, sigur Sharon, sum fyri 19 árum síðani gjørdi eina roynd at seta á stovn ein frískúla, og eisini rak ein forskúla í nøkur ár. - Børn í dag eru stressað. Vit halda at børn hava brúk fyri tíð til ogna sær vitan og førleikar. Og tað krevur tíð at arbeiða, læra, undrast, royna seg, at gera mistøk og at fáa aha-upplivingar. Tí er tað eisini ein sjálvfylgja, at vit taka av klokkuna, sum er ímyndin av sundurbýtta skúladagnum, har børnini alla tíðina verða avbrotin, tá tey eru farin undir at arbeiða, sigur hon. Fyrst lodda dýpið Ætlanin er at byrja í au­gust 2007 við umleið 20 næmingum í 1.-2. flokki og skúlin fer eftir ætlanini at vaksa spakuliga við einum flokki um árið, til og við 7. flokk. - Vit hava ikki funnið hølini til skúlan enn, men vit kunnu væl húsast í einum sethúsum fyrstu árini, tí vit legg ja so spakuliga fyri við einum flokki. Eitt annað er, at vit mugu fyrst kanna um áhugi er fyri at tekna næmingar til frískúlan og soleiðis staðfesta, um veru­ligur tørvur er á ein­ um tílíkum tilboði, sigur Eyðbjørg Dalsgaard. Børnini eiga skúlan Tær vísa á, at um næm­ ingurin brúkar nógva tíð í skúlanum, so kennir hann eisini, at skúlin er hansara, og at hann kann vera við til at seta dagsskránna og at engasjera seg í ger­andis­ dagin. Ein fyritreyt fyri at læra er trygg leiki, men um skúlin kennist fremmandur, verður tú ótrygg , og hevur ikki hug til at vera við til at skapa eina serstaka mentan fyri skúlan. - Børn hava rætt til at verða sædd, hoyrd og vird, um tey skulu kenna seg trygg og annars hvíla í sær sjálvum. Tí hevur tað eisini stóran týdning, at vit lærarar eru til staðar í stovuni og taka ímóti, tá børnini møta á morgni. Hetta gevur høvi til at heilsa góðan morgun, og næmingurin kennir seg sæddan og at áhugi er fyri honum. Tí er eisini ein felags fundur hvønn morg­ un, har ymiskt verður havt á lofti; vit syngja ella dansa, og fólk sleppa til orðanna. Og dagurin verður lagdur til rættis, so øll vita hvat er fyri framman, greiðir Sharon Weiss frá. Eitt alternativ Og tær greiða frá, at tær kunnu ikki arbeiða, sum tær vilja í fólkaskúlanum, tí tær hava roynt, men tað ber ikki til undir verandi karmum. - Um vit eitt nú taka ein 1. floks næming úti á bygd, so er hann í skúla í 15 tímar um vikuna ella í trígg jar tímar um dagin. Hesa tíðina skal næmingurin bæði læra at lesa, skriva og rokna, og hann skal samstundis ogna sær nakrar sosialar førleikar, sum hann brúkar í samveruni við onnur fólk. Harumframt verður vænt­að av honum, tá hann verður eldri og skal í fram­ haldsdeild, at hann bæði dugur at arbeiða í bólkum og sjálvstøðugt, og at hann er førur fyri at taka sjálvstøðugar avgerðir, at reflektera og at seta krit­ iskar spurningar. Her er ongin samanhangur í, greiða tær frá. Frískúlin er eitt alternativ til fólkaskúlan tíðindi